og hennara lega til tíðindafund undir heldur øðrvísi fortreytum. Skjótt gerst greitt, at talan er um heilt serliga støðu. Kenda smílið og lætta sinnalagið er ikki til at fáa eyga á, og til tíðir litfagra [...] tennis eru ikki við til árligu French Open. Tí var upplagt at russiska tennisstjørnan, Maria Sharapova, sum júst hevur sitið sítt leikbann fyri doping, fór at fáa eitt sokallað “Wildecard” til kappingina. - [...] er ein heilivágur, sum eitt nú økir blóðrenslið í kroppinum. Tí verður hetta nýt til fólk, sum eitt nú hava upptakt til blóðtøpp og diabetis. Hon hevur fingið leikbannið stytt og kundi fyri kortum spæla
og aftur miðskeiðis í sjeytiárunum, varð av álvara farið at leggja Sosialin um frá einum floksblaði til eitt tíðindablað á heysti 1978. Tórfinn Smith, sum fór hesum foldum frá ígjár, var fyritaksstjóri á [...] at Sosialurin gjørdist ein mentanarpallur. Somuleiðis eggjaðu vit lesarum og føroyingum yvirhøvur til økt orðaskifti, og bóðu fólk um at skriva panelgreinir, sum vit kallaðu tað, ella kronikkir. Mong skrivaðu [...] orku og mangan var pulsurin høgur fram móti kl. 11. Ikki sjáldan var onkur av okkum noyddur at ringja til Dimmu og siga, at vit vóru nakrar minuttir ov seinir. Og ikki vóru teir á Dimmu blíðir. Tað gjørdi
í álitinum. Hvat er tað so sum vit skulu kjakast um í einum aðalorðaskifti? Tíðin er komin til, at vit finna fram til, hvat vit vilja við okkara heilsuverki. Loysnir sum eru ætlaðar okkara heilsuverki og [...] trupulleika. Heildin má virka! Ein av størstu orsøkunum til trupulleikanir við heilsuverkinum er manglandi førleikin hjá politisku skipanini at fyrihalda seg til kompleksitetin innan heilsuverkið. Við bert at kjakast [...] kjakast um eitt evni í senn fyriheldur man seg ikki til allar teir faktorar sum skulu spæla saman fyri at fáa heildina at virka. Um man ikki fyriheldur seg til allar faktorar sum skulu virka saman koma vit ikki
Havn. Hennara mál við filmunum var frá byrjan at leita inn til menniskjað handan listafólkið og listina og vita, um tað bar til at finna inn til sjálva kjarnuna í skaparatrongdini. Bæði fyri Katrin Ottarsdóttir [...] orðum um rithøvundan Jóanes Nielsen er Katrin Ottarsdóttir nú komin á mál við síni ætlan at lýsa trý føroysk listafólk og kanska finna inn til kjarnuna í teirra skapanartrongd. Seinasti filmurin í røðini [...] fordómar vórðu dyggiliga gjørdir til skammar, sigur Katrin Ottarsdóttir, nú filmurin er klárur so »øll tit harúti kunnu læra hendan stóra mannin at kenna«, sum hon tekur til. »Býttu« spurningarnir bera Katrin
arlig, pásetlig, ómorgunandaktslig og sum ongin rættsiktaður føroyingur átti at lagt oyra til. Leggja upp til samspæl Tey, ið hava fylgt við virkseminum hjá Carl Jóhan Jensen seinnu árini, hava uttan iva [...] á G!, á Doktaragrund á ólavsøku og í Føroyahúsinum. Ofta hava skjaldrini verið skrivað til høvið og nýggj eru komin afturat alla tíðina. Í annaðkvøld fer Carl Jóhan Jensen so fyri fyrstu ferð at lesa skjaldrini [...] klókur av royndum frá eitt nú upptøkunum til fløguna við upplestri av yrkingunum í »September í bjørkum, sum kanska eru bláar«, vil hann nú hava áhoyrarar at vera til staðar undir upptøkunum. - Eg helt beinanvegin
klædningi og við stavi, kvikgongdur, málamikil, heilsandi til allar síður, glógvandi, sprækin av áræði, orku og hugflogi. Maðurin, sum eg seinni fekk høvi til at hitta, æt Petur Mohr Dam, og tað var hann, sum [...] okkara føroyska vælferðarsamfelag bleiv útbygt og nútíðargjørt. Hann andaðist, virkin og arbeiðsfúsur til tað síðsta, tann 8. november 1968, og hevði tá aftan fyri seg tað mætasta politiska lívsverkið í okkara [...] eygleiðari av altjóða viðurskiftum lýsa Hanusar greinar av stórari vitan og gløggum metingum. Uttan mun til, um hann skrivar um niðurtraðkað mannarættindi í einaræðisslondum, ella hann viðgerð ráðandi stórveldi
m. - So mugu vit fáa inntøkurnar onkra aðrastaðni frá, har tað ber til at fáa tær frá og tað fer so at merkja hægri brúkaragjøld til flogvøllin og dýrari ferðaseðlar. - Hetta fer so eisini at gera kap [...] sannførdur um, at nú Ferðavinnuráðið er endurstovnað við nýggjari forkvinnu, er ferðavinnan aftur komin á rætta sporið. Tað heldur Jákup Sverri Kass, stjóri á flogvøllinum í Vágum og gamal formaður í f [...] eitt nú varð Ferðaráðið tikið av, leggur hann afturat. Og hann ivast heldur ikki í, at tað ber væl til at menna ferðavinnuna enn meir. - Vit hava góðar ferðamøguleikar, vit hava gott undirstøðukervið við
um. Erla fór 17 ára gomul til Danmarkar og fekk sær útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur. Í 1999 hevði hon verið í 30 ár í yrkinum og trongdi til ein steðg. Hon meldaði seg til donsku sjónvarpsrøðina Robinson [...] nummarplátur, og eigarin er Erla Dal Mørch, sum er heima og vitjar mammu sína. Men hon er eisini komin til Føroya í arbeiðsørindum, tí bilurin er hennara rullandi listgallarí, og hon málar, meðan hon er [...] góður karmur til verk hennara. Húsini við høgum og hvítum veggum og svørtum innbúgvi kundu frískast upp og fáa sál við stóru málningum hennara á veggunum. Heilt nógvar myndir hevur Erla selt til familjur í
flokkurin tekur ikki undir við ætlanini at strika ætlanin at byggja eitt sambýli til sinnisveik í Havn og at flyta alla verkætlanina til Sandavágs. Hann ger eisini púra greitt, Javnaðarflokkurin fer ikki at atkvøða [...] ætlanina at flyta verkætlanina til Sandavágs. Og hann staðfestir, at Javnaðarflokkurin fer ikki at lata sær lynda, at landsstýriskvinnan setir fakliga og politisku viðgerðina til viks fyri at gjøgnumtrumfa [...] Hann leggur afturat, at fyri Javnaðaflokkin hevur tað framvegis fremstu raðfesting at byggja íbúðir til tey sinnisveiku, sum hava búð á psykiatriska deplinum ein mansaldur, so at tey fáa mannsømilig kor
javnaði til 2-2 dygst undan steðginum, tá ið hann sendi fríspark í málið. So tók ÍF rættuliga dyk á seg. Christian Chinedu Muornaife sendi brotsspark í málið til 3-2, og Dánjal á Lakjuni økti til 4-2 eftir [...] Chris Hjervild, umsetti fríspark til 3-2, og lítla løtu seinni var uppskriftin tann sama, tá ið bólturin eftir fríspark datt fyri føturnar á Dánjali á Lakjuni, sum smekkaði til. Grova ælið argar øgiligt! - [...] bólturin var ofta uttanfyri vøllin í ovara borði, og hann fór ongantíð inn um Jákup Mikkelsen. 4-3 til ÍF á Toftum! B68-ÍF 3-4 (2-2) 1-0: Ibrahima Camara 9. 1-1: Frank Poulsen 30. 1-2: Christian Chinedu