fyri Fregnir. Kanningarnar vísa, at samgongan, ið hevur 17 tinglimir aftanfyri seg, misti henda meiriluta, longu í juni mánað. Og síðan hevur samgongan ongantíð megnað at vinna seg uppaftur á 17 tinglimir [...] verið í dag. Í mun til seinastu kanning, ið Gallup gjørdi fyri blaðið í oktober, er einasta broytingin, at Fólkaflokkurin missir ein tinglim, meðan Miðflokkurin fær ein afturat. Í prosentum gongur Fólkaflokkurin [...] tinglimir í veljarakanningunum. Í juli og í august vístu kanningarnar, at samgongan bara hevði fingið 15 tinglimir, hevði val verið tá. Hesar báðar mánaðirnar fekk Sambandsflokkurin 10 tinglimir. Síðan hava teir
um árið, fer broytingin at merkja, at hann skal rinda 375 krónur meira um árið til ALS og 188 krónur meira til Barsilsskipanina. Ein leyslig meting hjá Fíggjarmálaráðnum sigur, at samlaða inngjaldið til [...] sjómonnum ein skattafrían frádrátt uppá 15 prosent varð samtykt í 1997, hevur skipanin virkað á tann hátt, at bara tey írestandi 85 prosentini hava verið roknað sum A-inntøka hjá sjómanninum. Tískil hava sjómenn [...] beinleiðis og óbeinleiðis skattir av írestandi 425.000 krónum. Skipanin hevur tó verið soleiðis háttað, at sjómenn hava goldið hesi gjøld av allari inntøkuni, og hava síðan fingið gjaldið av teimum 15 prosentunum
ið í Fuglafirði skipa fyri tiltakinum, og vónirnar fyri at fáa nógv fólk at koma at lurta eru góðar. ? Tá DJ Alligator var her seinast var so at siga útselt á Kambdali. Yvir 1000 atgongumerki vóru seld [...] og diskotek. Onki aldursmark er til konsertinar, sum eru frá klokkan 23.30 til 4.00. Atgonumerki eru at fáa á flestu Statoil støðum kring landið, og harafturat eru tey til keyps í 3´aranum og Kunningarstovuni
nastan at biðja hervaldið um hjálp, so sjúkrabilar kundu koma vegin fram í tí nógva jarðrokinum sunnudagin og gjáranáttina. Nógvar flogferðir máttu avlýsast, og í Kastrup noyddust ferðafólk at geva tol [...] flogfør vóru seinkað av tí vánaliga veðrinum. Í pørtum av Jyllandi og Sælandi ráddi løgreglan fólki frá at seta seg í bilin. Aðrastaðni í Evropa var veðrið uppaftur nógv verri. Í Italia doyðu tvey fólk í s [...] Slovakia vórðu tveir skíðrennarar funnir deyðir undir einum skalvalopi. Myndugleikarnir í Týsklandi siga, at har doyðu sjey fólk um vikuskiftið í vanlukkum, sum stóðust av nógvum vindi og vatnflóð. Millum annað
Leikpallur Føroyar av at varpa meira ljós á sjónleikin í Føroyum og tað stóra arbeiði, ið liggur aftan fyri hesa listargrein, hvørja ferð leikur kemur á pall. Hetta var gjørt við at geva »ársins herðaklapp« [...] sín. Herðaklappið er ein peningagáva upp á 6.000 krónur, ið er ætlað sum ískoyti til ferð í útheimin at hyggja eftir sjónleiki. Umframt hetta er tilevnaður lutur ti meira varandi minni. Fyrimyndin til hendan [...] einstaklingi ella felag, sum á einhvønn hátt hevur skarað framúr í farna ári á leiklistarliga økinum. Til at gera av, hvør skal fáa herðaklappið, er sett nevnd við tveimum limur fyri Leikpall Føroya og einum
fyrr hevur verið við í tí avgerðini ella til at fremja ta atgerð, sum málið viðvíkur, ella 5) tað annars eru viðurskifti, sum kunnu hugsast at vekja iva um, at viðkomandi heldur við einum av pørtunum. Hetta [...] Kap. 2. Ógegni. § 3. Persónur, sum virkar innan almennu fyrisitingina, er ógegnigur um so er, at 1) viðkomandi sjálvur hevur ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í úrslitinum av málinum, ella [...] undirritaða er tað uttan týdning, hvør perónurin er, ið er landsantikvarur, men tað hevur týdn-ing, at tann, ið fær eitt slíkt starv, er tann við besta førleikanum.
verður undirtøkan stór, so brúkarar kunnu nýta hetta høvið at koma til orðanna og gera vart við støðu okkara og tey krøv, sum mugu setast fyri at bøta um viðurskiftini hjá brúkarum í Føroyum í dag. Tí hava [...] skipa brúkaravernd í Føroyum? Høvuðsrøðari verður danski Brúkaraumboðsmaðurin Hagen Jørgensen. Hann fer at greiða frá, praktiska týdninginum av danskari brúkaralóggávu í nýggjari tíð, samanbera við norðurlendsk [...] Danmark. Hereftir fáa umboð fyri brúkaran, vinnuna, landsstýrið og politisku flokkarnar á løgtingi høvi at framføra síni sjónarmið, um tey halda tað er brúk fyri nýggjari brúkaralóggávu og brúkarastovni í Føroyum
tvøramannin, og spennandi verður at vita, hvussu hann fer at klára seg. Manningin aftanfyri Brand hevur síðan fløguútgávuna "Waiting in the Monnligt" gjørt eina roynd í at røkka uttanlands við tónleikinum [...] við, finna vit nøvn sum Me & My, Gnags, EyeQ og Blue. Men nú er tíðin so komin til at eitt føroyskt navn eisini verður at síggja í hesu rúgvuni. Brandur skal saman við dansigentum sínum framføra nøkur løg
Sanniliga er hann upprisin. Og tað merkir, at eisini vit skulu rísa upp. Her er talan um eina likamliga uppreisn. Talan er um eitt dýrdarlikam. Uppreisnin merkir, at Jeus hevur sigrað á deyðanum. Deyðin hevur [...] hin ivandi Tummas. Sanniliga er Jesus upprisin. Hetta sigur trúgvin. Og trúgv okkara er sannførd um, at Jesus Guds sonur livir og doyr ikki meir. Hóast vit og skil ikki vil skilja hetta, so fáa vit ikki [...] n á? Jú, hon byggir á ta tómu grøvina og á opinberingarnar fyri lærusveinunum. Hetta eru tekin um, at Jesus er upprisin. Men meir enn tekin er hetta ikki. Tá vit í kirkjuni hoyra henda boðskapin, so kunna
nær við at skora, men málverjin hjá Brasilia, Carlos, hevði ein góðan dag í málinum. Marc Wilmots høvdaði einaferð bóltin inn í fyrra hálvleiki, men dómarin kolldømdi málið, tí hann metti, at Wilmots hevði [...] meira spennandi, enn tey flestu høvdu væntað. Í veruleikanum vóru reyðu djevlarnir úr Belgia nær við at skapa eina stóra sensatión. Braslilia fekk eina betri byrjan uppá dystin enn Belgia og hevði nakrar [...] ryggin. Hetta var tó ein óskiljandi avgerð, og venjarin hjá Belgia, Robert Waseige, fanst hvassliga at dómaranum fyri hesa avgerð. Rivaldo og Ronaldo Brasilia hevur tveir sera vandamiklar álopsleikarar