Tá Sanne Salomonsen hósdagin kemur til Føroya, so hevur hon heili 12 fólk í ferðalag við sær. Ein teirra er heimskendi danin, Chris Minh Doky, ið býr í New York. Saman við bróðurinum Niels Lan Doky, hevur [...] forsetan Bill Clinton. Umframt Sanborn, so hevur Chris samstarvað við t.d. Mike Stern, Bill Evans og Sakamoto, fyri at nevna nøkur fá nøvn. Annars ferðast hann í løtuni nógv við Sanne Salomonsen, men hevur eisini [...] 13. august stendur hann á føroyskum palli á Jazzfestivlinum, og hóast tað kann tykjast onkrum løgið, so er hesin lítillátni, ungi bassleikarin kanska størsta navnið á festivalinum í ár.
samferðslukervið tey næstu 10-15 árini, so verður økið kring høvuðsstaðin ikki tikið upp á tunguna. Tað er hóast alt ein sannroynd, at menningin í høvuðsstaðnum er stór. Fólk flyta til Havnar í hópatali, og kortini [...] orð er nevnt um hetta økið. Tað eru longu nógv ár síðan ein avtala varð gjørd um Ytra Ringvegin kring Havnina. Og hóast arbeitt varð við ætlanini í fleiri ár, so verður hon als ikki nevnd í frágreiðingini [...] kann verða um at koma til, er til Havnar. Tað er uttan meining at flúgva úr Suðuroy í Vágarnar, og so koyra aftur til Havnar. Øll ferðsla eftir sjónum, til og úr Føroyum, gongur eisini um Havnina. Og tí
mangla umleið 15 lærarar. So eru nakrir lærarar, sum rætta arbeiðsgevaranum eina hjálpandi hond, og afturfyri verða teir spiltir út á Internetinum, tí at teir forvinna ov nógv. Tað er grovt, sigur Snorri [...] átti tann, sum hevur gjørt hatta, at fingið fótin, sigur Snorri. ? Og er tað so galið, at landsstýrismaðurin visti av hesum, so sigi eg púrt einki, sigur Snorri Fjallsbak. [...] Snorri Fjallsbak. ? Tá fólk rætta eina hjálpandi hond í øðrum førum, tá verða tey róst og ikki stungin í ryggin, leggur hann afturat. Hvat sigur Fíggjarmálaráðharrin Snorri Fjallsbak sigu, at hann vónar ikki
onnur viðurskifti hava kortini skumpað væl undir avgerðina at lata dyrnar á Stokkastovuni aftur. Nógv fólk, serliga óttafull foreldur í býnum, hava kært um Stokkastovuna, tí onki skil tykist hava verið á [...] av fólki var samankomið, og móti morgni gingu, enn sum áður, hini mest haldbæru eftir. Men eins og so mangan kom illskapur millum menn tá leið móti endanum. Og aftur var rúsdrekka uppi í leikinum Ein [...] fekk klokkan 3.25 fráboðan um, at ein ungur maður hevði fingið skaða í bardaga í Stokkastovuni, og so skjótt tilbar hjá løgreglumonnunum, ið høvdu heimavakt, var farið á staðið. Talan vísti seg at vera
Smyril siglur seinasta túrin av Havnini til Suðuroyar fríggjakvøldið 19. august klokkan 18.30, og so fer hann til Danmarkar á beding til eftirlit, sum skipasýnið krevur. Eftir ætlan skal hann vera burtur [...] seks vikur og hesa tíðina skal íslendska ferjan, Herjólfur 3, røkja suðuroyarsiglingina. Herjólfur er nógv minni enn Smyril og serliga verður avmarkingin stór í farmaflutninginum, tí hann tekur bara nakrar [...] landsstýrið lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka játtanina til Strandferðsluna 3,2 milliónir afturat, so at Herjólfur kann økja um túratalið. Talan er um útreiðslur til olju og eyka manning, tí hesar seks
mánðir seinni varð fundurin hildin, og 21 fólk møttu. Ein fyribils nevnd var sett, og í hana komu Jóhanna Jensen, Eyðun Johannesen, Finnur Johansen, Poul Skårup og so Roland, sum eisini gjørdist fyribils formaður [...] stig til at stovna eina grønlendska deild, har hann var virkin í nógv ár. ##med3## Roland var ein ómetaliga blíður og fyrikomandi maður, og so var hann eisini mentafólk. Roland vann sær skjótt ein vinarskara [...] og takksom fyri. ##med4## Nú Roland ikki er millum okkara longur, kunnu vit gleðast um, at hann var so eldhugaður, at hann sama ár, sum hann flutti til Føroya, tók stig til at seta Amnesty Føroyar á stovn
eini 1500 fólk hava givið sítt boð uppá, hvat lá í navninum. Júst við navninum EITT ynskja fólkini aftanfyri felagið at vísa á, at tað skal verða bæði fyrst, best og ikki minst øðrvísi. Nú tvey so ymiskar [...] spurning hava mangir føroyingar sett sær gjøgnum árini. Svarið hevur sum oftast verið, at vit hava ligið so langt frá útlendsku veitarunum av hesum tænastum. Soleiðis var støðan í gjár. Men í dag er hesin møguleikin [...] gera brúk av breiðbandinum allar 24 tímarnar í døgninum og til einhvønn tørv. - Jú, vit vænta okkum nógv av hesum nýggja tilboðnum, varð sligið fast á tíðindafundi í morgun. Út í heim Nógvar fyritøkur gjalda
vesturbýnum í Havn. Nú stendur so tann nýggjari og ovari parturin av Havnini fyri tørni, tá tann fjórði handilin letur upp í morgin við Sundsvegin í Havn. Í dag eru um 100 fólk á lønarlistanum í teimum fýra [...] Havn: Hesar seinastu dagarnar hevur nógv virksemi verið innanfyri og uttanfyri Termovirkið við Sundsvegin. Uttanfyri hava menn stríðst við at leggja asfalt á stóra økið til bilarnar, meðan eigararnir báðir [...] onnur hava stríðst innanfyri við at seta hillar upp og at seta vørur uppá pláss. Arbeiðið er nú komið so væl áleiðis, at klárt er at taka ímóti fyrstu viðskiftafólkunum fyrrapartin í morgin. - Ja, hetta hevur
vorðin “deistur”. Pressan gjørdi nógv burturúr hesum. Richard Dawkins hevur síðani úttalað seg fleiri ferðir um sín fyrrverandi “trúarfelaga”. Dawkins minnir altíð fólk á, at Flew er gamal. Hetta ger hann [...] tí gamla Flew. Niðurstøðan er kanska ikki so løgin, tí smb. skrivingina hjá Dawkins er skilvísi og upplýsing ein trygg leið til gudloysi. Tað er tí kanska ikki so løgið, at amerikumaðurin Michael Ruse ( [...] “preface” í bókini “There is a God” eftir A. Flew. Bókin kom út í 2007. Tey, ið lesa hesa bók, kunnu so meta um mentalu støðuna hjá Flew. Keldur: Richard Dawkins: The God Delusion Alister McGrath: The Dawkins
milliónir eintøk eftir somu tíð. Loyniligt Sjáldan verður gjørt so nógv burturúr eini bókaútgávu, og eisini fingu bókhandlar strong boð um, ikki so mikið sum at vísa húsan á bókini fram í sjónvarpinum ella [...] eisini kunnu síggjast aftur í Star Wars filmum. Eisini í Berlingske Tidende fáa Potter og hansara fólk framúr viðmæli. Kari Sønsthagen gevur bókini fimm út av seks møguligum stjørnum. Heimsskaldskapur [...] gleðast yvir smittandi forteljigleðina hjá Rowling... skrivar Jyllands-Posten. Hvussu er ella ikki, so megnar Rowling at rúnarbinda fleiri milliónir lesarar í fleiri tímar við sínum gandakynstrum. Hon vekir