aruppskotinum fyri 2010, so er sera stór andsøgn ímillum tey málini, sum ymisk landsstýrisfólk profilera seg við í fjølmiðlunum, og so tann fíggjarpolitikk, sum stungin er í kortið. Vit fáa at vita, at [...] minni viðbreknar fyri búskaparsveiggi. Vinnuhúsið skrivar at: “Í Føroyum sær tað út til, at landsins politikarar ætla at økja um inntøkur landskassans við at økja um gjøld á vinnuna. Hetta fyri at sleppa undan [...] at nógvir pengar eru settir av til at marknaðarføra Føroyar sum ferðamannaland. Og vit fáa at vita, at arbeitt verður við at minka ferðaseðlaprísirnar. Men í næstu løtu hækka ferðaavgjøldini. Eisini verða
TAÐ varð greitt fyri fleiri árum síðani, at inntøkugrundarlagið hjá Postverkinum var ov lítið. Men Postverkið er skipað eftir eini lóg, sum setir upp ávísar karmar fyri virksemið hjá Postverkinum. Vøkstur [...] upulleikar um nakrar mánaðir. Tað merkir, at vit hava ein almennan stovn afturat, sum er um at fara »á heysin«, uttan at landsstýrið hevur verið ført fyri at finna eina loysn,ella fremja ta loysnina, sum [...] líkt er til at harmasøgan heldur fram: Stranferðslan, Heilsuverkið, Sjónvarpið og nú Postverkið. »Vit mugu hava greiðar linjur«, verður helst svarið. Men latið okkum fáa tær.
at skapa nóg nógvar málmøguleikar móti liðum, ið standa kompakt afturi á vøllinum. - Vit noyðast at taka í egnan barm og ásanna, at vit ikki hava dugað nóg væl higartil. Tað vísir seg, at tá ið vit spæla [...] øðrvísi. Tá ið vit til dømis spældu móti Skála í steypakappingini, høvdu skálamenn eisini hug at spæla fótbólt, og so lá væl fyri hjá okkum. Móti TB fáa vit ongantíð spælið at koyra, og vit megna ongantíð
mugu vit gera greitt, hvussu vit seta í verk royndirnar í Føroyum. Tað harmar meg, at Spastikarafelagið er so ótolið. Vit hava tikið málið fram, arbeitt miðvíst við tí í stórum álvara, har vit síðani [...] oyramerktir til hetta endamálið. - Eftir, at vit hava fingið eitt útspæl og eitt uppskot um, hvussu vit fara fram, skulu vit hava eitt politiskt orðaskifti um, hvussu vit útvega neyðugu fíggingina. Spurningurin [...] við ein svenskan venjingarmiðdepil. Men vit hava svarað teimum, at soleiðis sum viðurskiftini eru í løtuni, mugu vit heldur bíða eftir arbeiðsbólkinum, áðrenn vit senda fleiri fólk av stað til annan miðdepil
ørkymlaðar og stúrnar um gongdina. Hóast vit skjótt kunnu staðfesta, at nógvir akademikarar í Føroyum fara at merkja eina størri tøka inntøku, so tykist kostnaðurin fyri henda vinning at vera høgur: Ætlanin [...] pensjónsuppsparing, ið skal vera til at taka, so hvørt fólk eldast og hava størri brúk fyri ymsum vælferðar- og heilsutænastum. Vit vita ikki, hvussu støðan verður um 20 ella 30 ár, um aðrar inntøkur verða – og [...] skal fíggja sín egna skattalætta við at fara niður í løn – hvussu stórur er tá lættin? Vit harmast og stúra fyri, hvussu hesar avgerðir verða tiknar. Umfatandi broytingar verða lagdar fram sum loysnir
árini skulu bjóða seg fram í vaksnmannafótbólti. Tí spyrja vit hvat vit kunnu vænta, eru vit á rættari leið og hvat halda teir er næsta stig fyri føroyska ungdómsfótbólt. Tú kanst eisini luttaka í sendingini [...] eru fortalarar fyri at tekniskum fótbólti, har liði í størri mun skal skapa dystirnar við bóltinum. Vit spyrja hvat teir halda um eitt nú Manchester United og Louis van Gaal, sum eru fyri nógvum ákoyringum [...] eisini eina SMS kapping, har tveir hepnir vinnarar kunnu vinna ein kassa av sodavatn frá Føroya Bjór. Vit spyrja hvørji eru barndómsfeløgini hjá Eli Hentze og Oddbirni Joensen. Send SMS við svarinum til 559999
Samuelsen og vísir til, at vit hava so stórt undirskot av fólkum undir 40 árum í samfelagnum. - Vit vilja jú gjarna hava øll tey ungu her í Føroyum, tað vísa allar íløgurnar vit gera í millum annað fólkaskúlan [...] at veita størv til kvinnurnar. - Har kvinnan fær arbeiði, fer familjan. Tí mugu vit skapa áhugaverd arbeiðspláss fyri kvinnur. Tey munnu vera sera fá, ið vilja flyta til Føroya, um annar makin einki starv [...] ynskir at skipa fyri, at fleiri útbúgvingar kunnu takast í Føroyum, umframt at flokkurin vil eggja fleiri at flyta aftur til Føroya eftir lokna útbúgving. Eyðgunn Samuelsen heldur, at vit serliga skulu leggja
politikkinum hjá javnaðarflokkinum er, at vit skulu menna okkum sum samfelag og skipað so fyri, at livikorini í Føroyum eru á hædd við londini rundan um okkum, so at vit ikki verða afturútsiglt í kappingini [...] . Við einum endurnýggjaðum ríkisfelagsskapi hava vit allar møguleikar fyri at skapa eitt gott samfelag, har fólkið vil støðast og mennast, soleiðis at tað eisini verður gott at vera føroyingur í framtíðini [...] sum viðvíkjað sjálvari ríkiseindini, um Føroya Løgting tekur undir við hesum. Hervið nýtíðmansgera vit heimastýrislógina, sum tosa hevur verið um líka síðan 1988, tá javnaðarflokkurin kom fram við hugskotinum
Eitt avgerandi átak fyri at fáa fólk at flyta heimaftur til Føroya er at skapa ein góðan og fjølbroyttan bústaðarmarknað. Tí skulu millum 500 og 700 leigubústaðir byggjast næstu 7-5 árini. Tað er eitt [...] Bústaðir (gamli Húsalánsgrunnurin) skal standa fyri ætlanini, sum tó er treytað av at lógarbroytingin um mvg-frítøku av leigubústaðum verður framd í verki. - Vit rokna við, at tær fyrstu 100 leiguíbúðirnar [...] tvey ár, sigur Andras Róin, stjóri í Bústaðir. Bústaðir er til reiðar at lyfta uppgávuna at syrgja fyri, at 500 til 700 leiguíbúðir eru til taks innan 5-7 ár, sigur Andras Róin:
lu við Japan, sum letur marknaðin upp fyri fleiri amerikanskum vørum. Tað upplýsir amerikanski forsetin, Donald Trump, á sínum sosiala miðli, Truth Social. - Vit hava júst avgreitt eina stóra avtalu við [...] Harumframt skrivar Trump, at Japan fer at gera íløgur fyri 550 milliardir dollarar, svarandi til 3500 milliardir krónur, í USA. - Hendan avtalan fer at skapa hundraðtúsundtals arbeiðspláss, skrivar Trump. - [...] - Tað týdningarmesta er helst, at Japan fer at lata sítt land upp fyri at handla við bilum, lastbilum, rísi, ávísum øðrum landbúnaðarvørum og øðrum, stendur víðari. /Ritzau/