rokkið til at verið toppskjútti í U18 EM-endaspælinum í Serbia. Men stórskjúttin hjá Ísrael, Yonathan Pelach vildi tað øðrvísi. Undan plasseringsdystinum móti Norðurmakedonia hevði Pelach brúk fyri at skjóta [...] skjóta fimm mál fyri at gerast EM-toppskjútti. Pelach skoraði sjey mál í 29-39 (20-19) tapinum hjá Ísrael fyri Norðurmakedonia. Yonathan Pelach er sostatt EM-toppskjútti við 97 málum. Boas er næstbesti [...] Thomann hjá Sveis við 66 málum. Valdis Kalnins hjá Lettlandi skoraði fyri stuttum 104 mál í U20 EM-endaspælinum. Talan er um met fyri ungdóms-endaspøl.
útflýggjað, og frá kl. 17.30 til 19.00 ber eisini til at keypa mat og drekka har. Avmarkað atgongd er fyri at tryggja, at pláss er fyri øllum at koma inn at lurta. Endaliga skráin fyri kvøldið verður kunngjørd [...] Rani Nolsøe, Ria Tórgarð, Súsanna Tórgarð og Vígdis T. Klein. Vit fara at hoyra alt frá lokalum søgum til søgur úr stóru verð, um Eiðismenn, abbasystrar, huldusøgur og tað, sum hendir 'aftanfyri gardinurnar'
føroyskar fyritøkur sjálvar kunnu gera fyri at gagnnýta møguleikarnar í vitlíki, menna neyðugu førleikarnar og standa sterkari í teimum broytingum, sum eru fyri framman. Spurningurin er sostatt ikki longur [...] arbeiðsgevarar, fyritøkur og politiska skipanin at fyrireika seg? Á Vinnudegnum verður evnið tikið upp til kjak í Norðurlandahúsinum. Ulla Joensen, Jaspur Højgaard, Tóri Slættalíð og Kristian Eli Zachariasen [...] kunnu vænta okkum á vitlíkisøkinum komandi fimm árini, og hvørjir møguleikar og avbjóðingar liggja fyri framman. Hvørji atlit eigur ein arbeiðsgevari at hava, tá ið vitlíki verður ein alsamt størri partur
Lærarafelagið mælir til, at tveir lærarar eru í flokkinum allan skúladagin, og at skipanin verður víðkað, so at tveir lærarar eru í flokkinum størsta part av skúladegnum heilt upp til 6. flokk. Á tiltaki [...] væl seta fleiri lærarar í starv í fólkaskúlanum til t.d. at fáa tveir lærarar í hvønn flokk. Og tað hava eisini verið nóg mikið av væl skikkaðum umsóknum til læraraútbúgvingina, um ynski var at útbúgva fleiri [...] fleiri lærarar. Her eru vit í serstøðu í Føroyum í mun til grannalondini, har tað er stórt trot á lærarum. Fólkaskúlin hevur brúk fyri fleiri lærarum, so at vit kunnu hava smærri flokkar og so at tveir
viðkomandi. Ítróttasamband Føroya skrivar, at talan er ikki um somu loysn fyri øll, tí arbeiðspláss, uppgávur og menniskju eru ymisk. Fyri summi snýr tað seg um at koma meira upp úr stólinum, meðan onnur hava [...] heilsuna hjá fólki. Slíkar venjingar – rørsluábit – kunnu gerast í arbeiðstíðini uttan at vera til ampa fyri arbeiðið. Rørsluábit kunnu minka og fyribyrgja pínu í t.d. ryggi og nakka og megna eisini at minka [...] kunnu fáa betri heilsu av at fara til arbeiðis. Kjakast var eisini um týdningin av at normalisera rørslu og tað at vera kropsliga virkin, sum eina natúrliga fortreyt fyri góða heilsu. Við pallborðið vóru
varð nýggjur formansskapur valdur fyri komandi árið. Jørgen Niclasen varð valdur til formann, Pipaluk Lynge til 1. næstforkvinnu og fráfarandi formaðurin, Jón Gnarr, til 2. næstformann. Eftir uppskoti úr [...] mentanararv í útnorðri samstarv um at verja AMOC-havstreymin at skapa nýggja vón fyri vælferðina hjá ungum í útnorðri stuðul til samstarv millum queer-felagsskapir í útnorðri Allar fýra tilráðingarnar vórðu [...] politikarum og gestum úr hinum Norðurlondunum. Á fundinum viðger ráðið mál, sum hava felags áhuga fyri londini í útnorðri. Vælferðin hjá børnum og ungum á breddanum Evnið hjá Útnorðurráðnum í farna vi
stórur, og vit verða noydd til at taka nøkur trupul tøk fyri at framtíðartryggja føroyska samfelagið, sigur Beinir Johannesen, løgmaður. Løgmaður leggur aftrat, at nevndin virkar fyri alla politisku skipanina [...] Eg eri fegin um, at nevndin er fullmannað og klár at fara til verka. Endamálið hjá nevndini er - enn sum áður - at greina, viðgera og mæla til nýskipanir, sum styrkja langtíðarhaldførið í vælferðarsamfelagnum [...] havi tikið av hesum møguleikanum, tí tað er ein fakliga avbjóðandi og áhugaverd uppgáva at vera við til at loysa. Nevndin hevur eina góða samanseting av royndum og førleikum. Fyrsta stig er at savna nevndina
Harald kongur verður jarðaður. Umleið 3.000 løgreglufólk verða til arbeiðis í sambandi við statsjarðarferðina. Tað er tvífalt so nógv sum fyri 35 árum síðani, tá Olav kongur varð jarðaður. Harumframt koma [...] løgregluni í 47 ár, kallar átakið eina ovurstóra uppgávu. Hann skal heilt aftur til veðurlagstoppfundin COP15 í Keypmannahavn í 2009 fyri at finna eitt líknandi trygdarátak í Norðurlondum. Tá vóru umleið 40 ríkis- [...] løgreglufólk úr Danmark og Svøríki at hjálpa, og miðbýurin í Oslo verður nærum fullkomiliga stongdur fyri bilum og súkklum. Umleið 3.500 fólk úr norsku verjuni verða eisini við. Tey hava millum annað uppgávur
undir Føroyum er vandin fyri útblaking. Tað er ein verulig avbjóðing, sum ein kvotuskipan má taka hædd fyri. Men vandin fyri útblaking kann ikki vera eitt argument fyri at lata vera við at regulera [...] loysir seg at fara til fiskiskap. Men júst tí kann hetta ikki brúkast sum argument fyri fiskidagaskipanini. Endamálið við fiskivinnustýring er ikki at tryggja, at fiskimenn bara fara til fiskiskap, tá [...] lektari og varadekanur á Fróðskaparsetir Føroya. Í 1996 fóru Føroyar frá kvotuskipan til fiskidagaskipan fyri botnfiskiskapin undir Føroyum. Skipanin varð lýst sum ein nýskapandi føroysk loysn
úr ættargranskingardátugrunnum fyri at eyðmerkja møguligar familjusambindingar. Málið hevur verið óloyst í meira enn 20 ár, men nýggja DNA-háttalagið hevur nú ført til, at ákæra er reist móti 45 ára gamla [...] Málið kemur fyri rættin 17. august, upplýsir ákærin Hanna Flordal sambært svenska tíðindastovuni TT. Maðurin er funnin við hjálp av DNA-grundaðari ættargransking, har DNA-spor verða samanborin við upplýsingar