hálvan ferkilometur. Økið, sum liggur í 200-220 metra hædd, er enn órørd náttúra, um vit síggja burtur frá ávirkanini av seyðahaldi. Har eru vátlendi, klettar og forkunnug støð, sum hava ligið soleiðis síðani [...] Fjallið og Lítlafjall liggja sum flestum kunnugt við Vesturvarða, beint omanfyri Havnina. Lendið á hesum fjøllum, hevur sambært serfrøðingum ikki broytt munandi skap síðani ístíðina. Men hetta fer kanska [...] undan, í royndini at verja óspilt økir í haganum. Andsøgnin er tó, at nú er tað er júst sama kommunan, sum saman við Sersambandinum fyri Súkkling og Triatlon, arbeiðir miðvíst fyri at byggja eina Altjóða F
føroyingar høvi at royna burgarar frá danska Hungry Dane. Aftan fyri Hungry Dane stendur Peter Kolos, sum kemur til Føroya at borðreiða við nøkrum av burgarunum, ið hava givið matstaðnum fleiri heiðurslønir [...] ferðir vunnið heiðurin Danmarks Besti Burgari. Á matskránni í Føroyum verður millum annað Dane Royal, sum er serligi eyðkennisburgarin hjá fyritøkuni. Dane Royal varð í 2020 kosin mest nýskapandi burgarin
persónbilunum, hevur Fugloy 0,67 persónbilar fyri hvønn íbúgva. Tað er hægri enn landsmiðaltalið, sum er 0,51. Vágar næsthægst Vágar liggja næsthægst við 0,90 akførum fyri hvønn íbúgva. Har eru 3.104 akfør [...] íbúgvar. Síðani koma Viðoy við 0,81 akfari fyri hvønn íbúgva og Eysturoy og Suðuroy við 0,79. Í Føroyum sum heild eru 0,78 akfør fyri hvønn íbúgva. Streymoy liggur eisini á 0,78, meðan Sandoy hevur 0,77 og Borðoy [...] Hagstovan bíðar eftir seinni skrásetingum og fráboðanum, serliga um flytingar, so uppgerðin verður so røtt sum gjørligt. Lutføllini eru tí roknað við akførstalinum 1. september býttum við fólkatalinum 1. juli.
fólkaskúlanæmingar. Løgtingskvinnan vísir á, at næmingatalið í Skúlanum á Trøðni veksur, samstundis sum fleiri kommunur hava serflokkar í fólkaskúlanum. Bíðilistin eftir útgreining av børnum og ungum er
siga myndugleikarnir í Ukraina í dag. Sagt verður, at eingin av teimum seks russisku rakettunum, sum vórðu sendar móti Kyiv-regiónini, vórðu skotnar niður, tí Ukraina tørvar loftverjurakettir. Hinvegin [...] ukrainska herinum at neutralisera - ella beina av vegnum - 135 dronur við elektroniskari krígsførslu, sum tað verður rópt. Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, veit at siga, at fýra fólk í Kyiv-regiónini [...] har suðuri í Ukraina vórðu tvey fólk dripin, og 24 vórðu særd. Tað er norska kringvarpið - NRK - sum ber hesi tíðindi úr Ukraina seinnapartin í dag.
hava lopið á tangaskip á Svartahavinum, sum flyta brennievni og smyrjolju til ukrainskar herdeildir. Haraftrat sigur russiski herurin seg hava lopið á eina havn, sum verður brúkt av ukrainska herinum. Á hinari [...] landsins - ársdegnum, tá Ukraina gjørdist leyst av Sovjetsamveldinum í 1991. Álopini komu samstundis, sum fleiri evropeiskir leiðarar vóru á vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv í samband við tjóðardagin [...] í Svartahavinum, umframt at landð hevur lopið á mál í Russlandi. Tað er norska kringvarpið - NRK - sum ber hesi tíðindi.
ukrainskum rakettálopi í dag. Hetta upplýsir virkandi guvernørurin í økinum, og tað er tíðindastovan, AFP, sum endurgevur. - Aftrat teimum deyðu, eru fýra fólk særd, harav eitt barn, í ukrainska álopinum, leggur
framleiðsluvinnuni Framleiðsluvinnan hevði flest starvsfólk uttan bústaðartilknýti. Tey vóru 726 í tali, sum svarar til góð 30 prosent av øllum í hesum bólkinum. Tríggir fjórðingar av teimum arbeiddu við mat
barn í bilinum ikki var spent fast. Ein annar varð skrivaður fyri at brúka fartelefon undir koyring, sum eisini gevur klipp í koyrikortið. Eitt prutl varð tikið av løgregluni, tí tað varð mett at vera ko
, og sangarin Bjarki, sum mong kenna frá sjónvarpsrøðini Hoydalar, hevur konsert. Leygardagin undirhalda tey kendu Angela & Hannibal, og á Vágsbø verður stór Disney-konsert, sum eisini er ætlað familjunum [...] . Silvland er fyri børnini og familjurnar og heldur til í báðum ítróttarhallunum í Klaksvík. Øll, sum hava armband til Summar Festivalin, hava eisini fría atgongd til Silvaland. Silvaland bjóðar spæl, [...] pinkuland og café. Nógv verður gjørt burtur úr í Silvalandi, og í ár eru nýggjar og stórar hoppiborgir, sum ongantíð áður hava verið í Føroyum. Fyrikomandi Silvi vitjar eisini í Silvalandi hvønn dag, og høvi