fast. Ein annar varð skrivaður fyri at brúka fartelefon undir koyring, sum eisini gevur klipp í koyrikortið. Eitt prutl varð tikið av løgregluni, tí tað varð mett at vera konstruktivt broytt. Harumframt
áhugað í ferðamannaskipum og trygdarkrøvum í havnunum, og møguligt var at eygleiða ferðamannaskip, sum lógu við havn. Yvirgangsatsóknin í New York hin 11. september 2001 er beinleiðis atvoldin til ávísar [...] Port Facility Code). Eftir yvirgangsatsóknina avgjørdi IMO (International Maritime Organisation), sum er stovnur undir ST, at kanna tørvin á at seta í verk fyribyrgjandi tiltøk í verk ímóti yvirgangsatsóknum [...] og samskipaði vitjanina við havnirnar. Tey trý umboðini fyri U.S. Coast Guard og Landsverk vitjaðu 4 av teimum 14 ISPS -havnunum. Vitjað var í Havn, Klaksvík, Fuglafirði og Runavík. Hetta var triðja vitjanin
fullan avgerðarrætt yvir fiskatilfeinginum og ikki gerast partur av felags fiskivinnupolitikkinum hjá ES. Fiskivinnan er ein týðandi partur av íslendska búskapinum og útflutninginum og hevur samstundis stóran [...] ført fram, at Ísland hevði havt gagn av at knýtt seg tættari at Evropa í einari tíð við vaksandi geopolitiskari óvissu í Norðuratlantshavi og Arktis. Framvegis partur av evropeiska samstarvinum Úrslitið merkir [...] merkir ikki, at Ísland tekur seg úr verandi samstarvi við ES. Ísland heldur fram sum partur av Evropeiska búskaparsamstarvinum, EBS, og hevur tí framvegis atgongd til innara marknaðin hjá ES. Landið er
AFP. Enn er einki frætt um fólk, sum hava fingið skaða. NPS hevur heitt á almenningin um at lata myndugleikunum upplýsingar um tey saknaðu og um møgulig gongufólk, sum vóru stødd á økinum. Nikki Baggs [...] einum avbyrgdum gististaði í botninum á Grand Canyon – tá tey avgjørdu at fara útum. Áðrenn tey vistu av, fossaðu stórar vatnmongdir gjøgnum økið. NPS ávarar um, at toruveður og glopraregn kunnu halda fram [...] fram til mánadagin. Tað kann elva til fleiri vatnflóð og skriðulop, skrivar AFP. Grand Canyon er ein av elstu og kendastu tjóðargørðunum í USA. Fleiri enn 400.000 fólk vitjaðu tjóðargarðin í juli. Yvir 4
Russland sær virksemið hjá Nato í Arktis sum eina beinleiðis hóttan móti trygdini í landinum. Tað sigur russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, í einari grein, sum russiska uttanríkisráðið kunngjørdi mánadagin [...] leiðini. Russland, sum hevur ein stóran flota við millum annað kjarnorkuvápnaðum kavbátum í Arktis, hevur áður funnist at Nato-átakinum. Lavrov lýsir hernaðarliga virksemið hjá Nato á leiðini sum ágangandi. – [...] r, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, skapti við kravi sínum um amerikanskan ognarrætt til Grønlands. Átakið snýr seg tó ikki bara um Grønland. Við Arctic Sentry tekur Nato við samskipanini av he
Mýruhjalla hevði vitjan av 07 Vestur. Úrslitið ber við sær, at Skála flytur eitt pláss upp. Skála er nú – í hvussu so er inntil í annaðkvøld – á sjeynda plássi við 21 stigum. EB/Streymur, sum hevur 20 stig, fer [...] fer í annaðkvøld at seta punktum fyri hesum umfarinum ímóti KÍ í Klaksvík. Tey trý, sum undan hesum umfarinum vóru niðast á støðutalvuni fingu eitt stig í part. B68 vann fyrr í dag eitt stig í Gundadali
ímóti AB styrkti NSÍ í góðveðrinum í dag um sína støðu sum topplið og FM favorittur. Nú er NSÍ seks stig frammanfyri KÍ, sum í annaðkvøld fær vitjan av EB/Streymi. Argjamenn vóru ikki komnir til Runavíkar [...] tríggjar minuttir vísti máltalvan 0-1. Málskjútti var Gunnar Reynslág, sum eftir horna úr høgru, sum Sjúrður Henriksen tók sær av, var merkiliga leysur mitt fyri málinum, tá ið hann við høvdinum stýrdi [...] fyrstu ellivu. Tað hava teir ikki verið so javnan í summar. At teir vóru tað í dag mundi komast av, at onkrir, sum eru á markinum til at verða leikbannaðir, sótu á beinkinum frá dystarbyrjan í dag. AB dugdi
Martin Jarnskor, sum hevði ábyrgdina av B68 liðnum, sum eftir heimatapið ímóti Skála ÍF fyri einari viku síðani segði venjaran úr starvi. Martin Jarnskor er venjari hjá næstbesta B68 liðnum, sum spælir í 2. [...] brotssparki, sum Loick Jean Henri Lespinasse vann, og sum hann sjálvur umsetti til mál. So spenti B36 álopsbogan í botn. Málverjin Silas Eyðsteinsson var frammi í brotsteiginum, tá ið B36 í tíðini, sum dómarin [...] seinnapartin hevði vitjan av B68. B68 er botnlið, og B36 stríðist fyri at vera við í kappingini um pláss í Europa. Tað endaði 1-1 eftir málleysan fyrra hálvleik. Undan fráferðini av Svangaskarði høvdu toftamenn
RÚV. – Eg síggi hetta ikki sum eitt afturstig. Eg síggi tað sum ein sigur fyri fólkaræðið. Meira enn 80 prosent av fólkinum tóku lut í einari fólkaatkvøðu um eitt mál sum hetta, segði sosialdemokratiska [...] Pen skrivar, at fólkaatkvøðan vísir møguleikan fyri einum Evropa, sum er sett saman av frælsum og sjálvstøðugum tjóðum, ið samstarva av egnum vilja. Ritzau [...] árið eftir. Tilgongdin steðgaði tó í 2013, tá ein stjórn, sum var meira ivasom um ES, tók við. Í 2015 bað Ísland um ikki longur at verða mett sum umsøkjaraland. Umsóknin er kortini ongantíð formliga tikin
so ómetaliga væl upp á júst teg. Tú vart veruliga ein av teimum megnarmonnum, sum gekk undan við virkisfýsni og sterkum hugsjónum, og fá vóru sum tú. Eg sakni teg so ómetaliga nógv, men tað er ein troyst [...] allarhægsta. Í vinnulívinum vart tú ein maður við stórum skilsemi og eldhuga. Ein sannur vinnulívsmaður av tí rætta slagnum, ið bygdi upp frá grundini og bar stóra ábyrgd fyri tí, tú skapti. Tað merkti eg eisini [...] Tú vildi endiliga vera uppií og vildi helst vera í parti við øllum, mangan til forargilsi hjá tí, sum tú spældi á liði saman við, tí tú kundi bara ikki lata vera við at hjálpa hinum eisini. Vit høvdu eisini