Ríkisdagnum, og samstundis eru kommunu- og regiónsval. Nýggjasta Verian-kanningin fyri svenska kringvarpið SVT vísir, at teir fýra andstøðuflokkarnir – Sosialdemokratarnir, Vänsterpartiet, Miljöpartiet og Centerpartiet [...] Verian-kanningini fáa Sosialdemokratarnir 30,5 prosent. Sverigedemokraterna og Moderaterna kappast um at vera næststørst og um leiðsluna á høgraveinginum. Ein onnur nýggj kanning, sum Novus hevur gjørt [...] Kristersson uttan sjálvir at hava ráðharrar. Men Kristersson hevur nú latið upp fyri, at Sverigedemokraterna kunnu gerast partur av einari komandi stjórn. Tað hevði verið fyrstu ferð, at flokkurin fekk beinleiðis
inum, og hóast úr var at gera á kafé’ini, og vitjandi gingu inn og út, sást einki til nakra strongd. Martin Karl sigur, at tey hava góð fólk at hjálpa sær, og her er talan um bæði føroyingar og útlendingar [...] So tað, sum vit nú arbeiða við, er fyrra byggistig av tveimum, sigur Martin Karl Olsen. Tað er eingin loyna, at hjúnini á Mølini, Birita og Martin Karl, hava einki ímóti at vera í arbeiðsklæðum og handskum [...] verður alt eitt hús, og gongdin ímillum lonirnar verður sjálvsagt innandura. Tey sjey kømrini, sum fara at venda eystureftir, fara at hava gott útsýni eystur í hav, og hini kømrini fara at hava útsýni niðan
borgarstjórin og sersambandið nokta at lurta og arbeiða miðvíst víðari, við tí høvuðsgrundgeving, at breytin skal vera liðug til Oyggjaleikir komandi ár. Kann tað veruliga vera rætt, at seinastu fjøllini [...] Kommunu og Súkklusambandið um at steðga á og kannað aðrar møguleikar. Yvirfriðingarnevndin og FNÚ mæla til, at heldur kannað um møguleiki er at byggja breytina við Bøllureyn. Vísandi til, at har er náttúran [...] vera við, at høvuðsborgin vildi ganga undan, í royndini at verja óspilt økir í haganum. Andsøgnin er tó, at nú er tað er júst sama kommunan, sum saman við Sersambandinum fyri Súkkling og Triatlon, arbeiðir
fyri at koyra ávirkaður av rúsevnum. Í miðbýnum í Havn var lagið eina løtu í nátt heldur keðiligt, og løgreglan metti tað vera neyðugt at vera sjónlig og sissa fólk, áðrenn støðan menti seg. Tað eydnaðist [...] inn á sjúkrahúsið og hevði eina atferð, sum órógvaði bæði í forhøllini og uttanfyri. Løgreglan kom á staðið, og maðurin varð skuldsettur. Vaktleiðarin á politstøðini greiðir frá, at harumframt varð ein [...] sigur vaktleiðarin. Annars sigur løgreglan, at stóru tiltøkini í gjár, millum annað Sjómannadagurin í Klaksvík og Urðardansur, gingu væl, og einki serligt er at frætta frá teimum tiltøkunum.
grundarlag er fyri at arbeiða víðari við ætlanini. Áhugakanningin fevnir bæði um fólk, sum vilja byggja sethús og seta búgv í Hesti, og fólk, sum vilja byggja frítíðarhús. Freistin at boða kommununi frá [...] er fólkatalið komið niður á 17. Tað verður tí áhugavert at síggja, um nýggja kommunala útstykkingin kann fáa fleiri fólk at seta búgv í Hesti – ella um áhugin fyrst og fremst verður fyri fleiri frítíðarhúsum [...] hjá Føroyakort, at 38 bygningar í bygdini eru skrásettir sum býli. Tað svarar til meira enn tvey býli fyri hvønn fastbúgvandi í Hesti. Kortini kann Tórshavnar kommuna nú fara undir at gera fleiri grundstykki
FIFA-forsetan og hava álvarsligar stúranir um leiðsluháttin og avgerðargongdirnar á ovasta stigi í felagsskapinum, siga sambondini. Tey krevja samstundis, at FIFA gevur bindandi trygd fyri, at ætlanir sum [...] legði hann stóran dent á, at FIFA skuldi gerast ein gjøgnumskygdur og væl rikin felagsskapur. Nú seta Fótbóltssamband Føroya og hini norðurlendsku sambondini spurnartekin við, um tað hevur eydnast. Danska [...] hesi ætlanini varð arbeitt við at fáa uttanhýsis íleggjarar inn í partar av virkseminum og kappingunum hjá FIFA. Ætlanin er nú slept. Norðurlendsku fótbóltssambondini krevja, at FIFA ongantíð aftur letur upp
Ígjár var tað eitt stórt vónbrot fyri landsliðsliðskiparan, Pernille Brandenborg og liðfelagarnar í CSM Bukarest at tapa hálvfinaluna í Super Cup kappingini í Rumenia. Kappingin er fyri fýra tey fremstu [...] var Bukarest á odda 19-17. Í bronsudystinum í dag mátti Pernille og liðfelagarnir aftur spæla longda leiktíð. Men hesaferð koppaði tað til CSM Bukarest, ið vann 35-34 á Valcea. Aftaná vanliga leiktíð stóð [...] móti Rapid Bukarest. Í september fer CSM Bukarest eisini fyri í Champions League kappingini, so landsliðsliðskiparin verður væl fyri til EM-endaspælið síðst í november og fyrst í desember.
sigarettstubbar, snúsposar og pizzabakkar á gøtuni. Leygar- og sunnumorgnar noyðast íbúgvar og handilsrekandi sjálvir út at vaska og rudda uttan fyri sínar egnu dyr. Hetta er ikki tað, sum kallast ein livandi [...] í býnum. Men tað kann ikki vera prísurin fyri at búgva í miðbýnum, at ein skal góðtaka ótolandi ólógligan larm, manglandi náttarfrið, piss og spýggj við húsadyr – meðan kommunan hyggur at. Tí spyrja vit [...] boð um at steðga harða tónleikinum um náttina. Kortini hendir onki. Ólógliga virksemið sleppur at halda fram. Hvat er eitt kommunalt krav vert, um kommunan góðtekur, at tað verður ignorerað? Og larmurin
Tað endaði 2-2, tá ið tað seinnapartin var toppdystur í Klaksvík millum KÍ og NSÍ. Tað er eyðsýnt, at tað eru teir gulu og svørtu, sum fegnast um javnleikin, og at tað eru heimamenninir, sum hanga við [...] august, vera tað 122 ár síðani, at KÍ var stovnað. Leingi sá tað út til, at stóra føðingardagsgávan fór at verða heimasigur í dag og oddasessurin, men soleiðis varð tað ikki. 2-2 ber við sær, at NSÍ hevur [...] møguleikarnar, men tað var framvegis málleyst, tá ið teir fóru at hvíla seg. Eftir steðgin var leikgongdin tann sama, og tá var tað, at KÍ legði seg á odda bæði 1-0 og 2-0, og í báðum førum átti Árni
Sebastian Wille. Úrslitið ber við sær, at HB misti møguleikan at taka seg nærri toppinum, nú tað endaði javnt millum tey bæði fremstu í Klaksvík. Og úrslitið ber við sær, at 07 Vestur tók seg frá teimum báðum [...] stig og er við betri málmuni enn B36 á triðja plássi, og 07 Vestur er framvegis undir strikuni. Tað er málmunurin, sum er munurin millum 07 Vestur og Skála ÍF, sum í løtuni spælir á Svangaskarði. Tað sigur [...] seg noyddar at leggja meiri fyri í strembanini eftir at fáa málið, sum skuldi til at vinna øll stigini. Tað eydnaðist ikk. Vágamenn vístu so sera góðan hugburð. Teir vunnu nógvar nærdystir, og teir ofraðu