nakað niðara mark er ásett. Tað merkir, at tað ikki bara verður regulerað, hvussu vinnan skal rekast, men hvussu stóran part av árinum hon yvirhøvur kann reka. Hvussu samsvarar tað við liberalu grundsjónarmiðini [...] til vinnuligt gistingarvirksemi við íbúðum. Tað er regulering av kappingartreytunum. Eitt dagamark er nakað annað. Tað sigur ikki: Tit skulu lúka somu krøv. Tað sigur: Tit sleppa bara at reka vinnuna ein [...] leigumarknaðin. At eingin er skrásettur á adressuni, er ikki tað sama sum, at ein leigubústaður stendur tómur. Lógaruppskotið leggur eingi hagtøl fram. Tað verður ikki viðgjørt, hvussu leigumálini býta seg millum
skulu fleiri val takast, og tað er lættari at missa hugsavnanina ella fara at gera okkurt annað. – Tað kemur alla tíðina okkurt upp á skíggjan, sum tú verður órógvaður av, og tað er skjótt at missa hugsavnanina [...] talgild, men skíggin er ikki altíð besta amboðið, tá næmingar skulu lesa og skilja fakligan tekst. Tað skrivar Skúlablaðið, sum vísir til gransking hjá Viktoriu Holsey Foss á Lesisentrinum við Universitetið [...] annað, sigur Viktoria Holsey Foss við Skúlablaðið. Hetta brúkar kognitiva orku, sum annars kundi verið brúkt til at skilja sjálvan tekstin. Pappírið vann eisini uttan internet Í kanningini varð eisini
Í sambandi við setanina hevur Ann Britt Tummasdóttir Andersen frá Momentum Consulting verið uttanhýsisráðgevi hjá nevndunum og staðið fyri setanar- og metingartilgongdini. Rune tekur við starvinum eftir [...] felagnum. Hann hevur eisini nevndarroyndir frá tryggingarfeløgunum Trygd og Vörður og hevur áður verið góðkendur til at leiða bæði lívs- og skaðatryggingarfeløg. Rune Nørregaard er útbúgvin løgfrøðingur [...] nevndarútbúgvingina fyri nevndarlimir í tryggingar- og eftirlønarfeløgum á Forsikringsakademiet. Umframt tað hevur hann arbeitt sum senior legal advisor hjá Danske Bank og sum advokatur hjá Bech-Bruun. – LÍV
ferðina suður í hitan í Póllandi. Tað vóru nógvar skeivar sendingar, og tað vóru fáar renningar. Sum fyrri hálvleikur leið, gekk meiri fyri seg á HB hálvuni, men tað var sera sjáldan, at talan var um KÍ [...] kappingini um europeisku plássini, og tað er ikki ósannlíkt, at HB verður partur av fleiri liðum, sum síðsta triðingin av kappingini fara at kappast um FM heitið. Tað er greitt, nú HB í góðveðrinum í kvøld [...] tá ið KÍ síðstu 20 minuttirnar spenti álopsbogan, kom tað fyri, at HB var vandamikið í skjótum mótálopum. Og tá ið 13 minuttir vóru eftir, var tað innskifti Stefan Radosavljevic, sum setti bóltin í tóma
væntandi koma allar á vøllin. Tó hava vit ikki sent boð eftir útisetunum. Tað vera tískil tær heimligu, sum fáa møguleikan hesaferð. Tað sigur Sigtór Petersen, venjari hjá U19-landsliðnum við gentum, sum um [...] fyri og væl skipaðar – serliga í verjupartinum. – Tað er torført at finna nakað av tilfari um grønlendska liðið. Sum eg havi skilt, so hava tær ikki verið nógv saman seinasta árið, so fyri tær er hetta kanska
ovastevna í Nólsoy, umframt at kampingtreff er í Skálavík. Ovastevna hevur í fleiri ár eisini verið ein bátastevna, og tað er vanligt, at fleiri av bátunum, sum eru við í regattasiglingini í dag, halda leiðina [...] lot til frískt lot av útsynningi, 3-8 metrar um sekundið. Seinnaprtin gongur hann uppí ein vestan. Tað verður skýggjað við sólglottum, og onkur æl - í støðum mjørki. Í nátt hækkar hann upp í útnyrðing, [...] støðum kanska mjørki, og hitin fer at liggja millum 7 og 12 stig. Sunudagin verður eisini gott veður. Tað verður eingin vindur, minni enn 5 metrar um sekundið, hálv-ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Sunnukvøldið
hjáveru í Føroyum. Ætlanir hava millum annað verið frammi um hernaðarvenjingar, eftirlitsflúgving við stríðsflogførum og fleiri vitjanir av herskipum. Men tað hevur víst seg at vera meira torgreitt hjá donsku [...] hevur havt serligan týdning. Hon hevur gjørt tað sjónligt, hvussu stóran strategiskan týdning londini í Norðuratlantshavi hava fingið í nýggju heimsstøðuni. Tað ávirkar eisini støðuna hjá Føroyum og sambandið
klokkan 08 og upplýsir, at tað skal liggja við Holmsgarth 5. Ætlanin er, at Evrima skal fara víðari móti Kirkwall klokkan 18. ##med2## Evrima hevur seinastu dagarnar eisini verið sett í samband við Oscar-vinnandi [...] Skipið fór av Havnini klokkan 15.02 leygardagin. Leygarkvøldið sigldi tað landsynning við góðum 15 míla ferð. Sambært nýggjastu AIS-upplýsingunum væntar Evrima at koma til Lerwick sunnudagin klokkan átta [...] august. Sama dag fór Evrima undir eina nýggja tíggju daga ferð úr Reykjavík til Greenwich í London. Tað er tí ikki staðfest, at Nicole Kidman framvegis var umborð, tá skipið kom til Føroya leygardagin. Á
fram til vanlukkuøkið. Danska uttanríkisráðið upplýsti mikudagin, at tað ikki hevði fingið nakra fráboðan frá dønum, sum skuldu verið staddir í rakta økinum. /Ritzau [...] millum í minsta lagi 800 útlendingar, eru saknað í Nepal og Tibet eftir ógvisliga vatnflóð í gjár. Tað upplýsa myndugleikarnir sambært tíðindastovuni Reuters. Bjørgingarfólk í Nepal hava nýtt tyrlur til [...] upplýst, at trý fólk eru deyð. Ein talsmaður fyri løgregluna í Nepal væntar, at talið fer at hækka. – Tað fer at hækka, nú vit hava tikið leitingina uppaftur, og væntandi verða fleiri lík funnin, sigur talsmaðurin
brimpláss og liggur næstan einsamøll í havinum. Tí sleppa næstan allar ættir framat onkrastaðni á oynni. Tað kemur fram í nýggjari lýsing av staðveðrinum í Koltri, sum Veðurstova Føroya hevur gjørt saman við [...] Koltri. Úr útnyrðingi um norðan og landnyrðing niður í eystan er ofta kyrt og gott veður í oynni. Tað kann tó vera kalt. Er ælaveður við regni ella kava, hanga ælini ofta føst í høgu fjøllunum í Streymoynni [...] ikki um fjørðin til Kolturs. Lítið er vanliga av kava í oynni. Verður hvítt, tá kavin kemur høgur og tað er kalt, fýkur hann skjótt burtur aftur. Skalvar leggjast ikki. Vátt og nógv brim á lágætt Lágættirnar