Ríkisdegnum Ein serligur trupulleiki hjá stjórnarsamstarvinum er Liberalerna. Flokkurin hevur í fleiri kanningum ligið væl undir fýra prosent, sum er vanliga markið fyri at fáa umboðan í svenska Ríkisdegnum [...] seinast, eisini á sjálvum valdegnum, men vit vunnu, segði hann við SVT fyrr í vikuni. Men sambært svenska valgranskaranum Henrik Ekengren Oscarsson er tíggju prosentstiga munurin í nýggjastu SVT-kanningini [...] Sviar skulu á ríkisdagsval 13. september, og valstríðið er nú av álvara farið í gongd. Støðan sær í løtuni trupul út hjá borgarligu stjórnini hjá Ulf Kristersson, forsætisráðharra. Nýggj veljarakanning
skúlabonk, nú skúlin er byrjaður aftur. Mamma Løðar, Barbara Djurhuus, sigur brosandi, at tað er munur at vakja sonin klokkan 04, tá útróður er á skránni - og so at vakja hann klokkan 07, tá hann skal upp í skúla [...] Silas, leitar hann nú eftir kjansi umborð á onkrum skipi. Mamma Løðar er Barbara Djurhuus, og abbin er Bergur Poulsen á Skála. Í mong ár var Bergur stjóri í Havsbrún, og nú í fleiri ár hevur hann verið nev [...] slagnum, Faaborg, sum bæði er riggaður til snellu og línuútróður. Báturin kallast Sólrun H og er uppkallaður eftir ommu Silas. Silas hevur tikið dugnskapsroynd í sigling, og hann hevur eisini verið onkran
samhaldsfesti. Tað var ein ásannan av, at frælsi og trygd teirra eisini er okkara, skrivar hann. Ukraina stríðist sama stríð 24. august er samstundis tjóðardagur og sjálvstýrisdagur Ukraina. Í ár fellur dagurin [...] sinnað at brúka, skrivar hann. Hann vísir á, at minni um herseting og kúgan framvegis livir sterkt í Estlandi, Lettlandi og Litava, og at søgan hevur lært fólkið har, at frælsi ikki er nakað, sum kann takast [...] engagementið í bæði Baltikum og Ukraina er sterkari enn nakrantíð. – Tí teirra frælsi er ein fortreyt fyri okkara. Tað skilti Uffe Ellemann fyri 35 árum síðani. Og tað er líka satt í dag.
millum annað siga, at onkur er í ferð við at stovna eitt lán í navninum hjá tí, sum verður uppringdur. Samstundis heitir hann á viðkomandi um ikki at sperra kontuna. Síðani roynir hann at fáa fólk at flyta pengar [...] danskt og gevur seg út fyri at vera løgreglumaður. Hann sigur seg hava innlit í kontur og peningaflytingar hjá viðkomandi. Fleiri av kontuupplýsingunum, sum hann nevnir, eru eftir øllum at døma rættar, og tí [...] Tey fólkini, sum løgreglan higartil hevur tosað við, hava tíbetur ikki latið seg lumpað. Men vandi er fyri, at svindlarin heldur fram at ringja til onnur. Løgreglan hevur varhugan av, at svindlararnir
steingja vegin er tikin fyri at fyribyrgja, at óhapp henda á sera hála vegastrekkinum. – Hetta gera vit fyri at fyribyrgja. Vegurin er so hállur, at vit meta tað vera tryggast at stongja hann, sigur vaktleiðarin [...] . Vaktleiðarin sigur, at landsvegurin nú er heilt stongdur frá Skála, umvegis Skálafjørð og Skipaneskrossin og víðari til avkoyringina til Syðrugøtu. Talan er um eitt rættiliga langt vegastrekki, og enn [...] arbeiðið fer at taka. – Hetta er eitt rímiliga umfatandi arbeiði, og tí hava innsatsleiðararnir eisini kallað fleiri fólk út, sigur vaktleiðarin. Fyribyrgja óhappi Sambært løgregluni er einki ferðsluóhapp hent
ein buss í Hoyvík gjáranáttina. Bussførarin heitti á Facebook um tey seku at stíga fram, annars fór hann til løgregluna við upptøkum úr bussunum, sum vísti innbrotstjóvarnar, sum sambært bussføraranum millum [...] løgregluna, sum nú kannar málið. Lesið eisini: Innbrot í buss: Hóttir við at geva løgregluni upptøkur Talan er um ein buss hjá Bygdaleiðum, sum sambært myndunum stóð á parkeringsøkinum við Hoyvíkshøllina. Tá løgreglan [...] koyrikorti umframt bót fyri ikki at hava børnini trygt íbundin, sum tey skulu. Løgreglan minnir á, at tað er ábyrgdin hjá bilføraranum at tryggja, at børnini sita lógliga og trygt í bilinum.
Løgmaður boðar ikki frá nøkrum ítøkiligum uppskoti um forboð ella nýggja lóggávu í løtuni. Hann sigur tó, at tað er av stórum týdningi at fylgja væl við tøkniligu menningini, hvussu okkara grannalond viðgera [...] í, at fólk kunnu taka myndir og filma onnur uttan at tey varnast tað. Hon spurdi eisini, um tørvur er á serligari lóggávu, avmarkingum ella forboði í ávísum støðum. Løgmaður vísir á, at snildbrillur eins [...] eins og onnur tól, sum taka myndir, filma og taka upp ljóð, kunnu verða nýttar á ein hátt, sum er í stríð við bæði verndarlóggávu og revsilóggávu. – Vandi kann eitt nú vera fyri, at viðkvæmar persónligar
gongd í bæði fiskivinnu og alivinnu, men tað er samstundis neyðugt at fáa fleiri búskaparlig bein at standa á. – Vit skulu hava eitt gott og sterkt vinnulív. Tað er eisini týdningarmikið, segði Beinir Johannesen [...] Nuuk. – Ja, tað kann væl vera. Eg haldi eisini, at vit kunnu læra av hvørjum øðrum, svaraði løgmaður. Hann vísti á, at Føroyar miðvíst royna at gerast minni bundnar av danska ríkisstuðlinum. – Vit royna alla [...] búskaparliga. Hetta landsstýrið hevur gjørt av at frysta blokkin. So hvørt sum búskapurin veksur, verður hann lutfalsliga minni. Tað kann sigast at vera eitt stig nærri búskaparligum sjálvbjargni, segði Beinir
Vestergaard í sama svari, at hann var ósamdur við niðurstøðuni. Sambært Liljuni Weihe er landsstýrismaðurin eisini endurgivin í Degi & Viku 1. september fyri at siga, at hann er til reiðar at geva somu tænastuboð [...] heimild ikki er fyri tí. Spyr um eftirlitsskylduna Liljan Weihe spyr tí løgmann tveir ítøkiligar spurningar: Metir løgmaður tað vera í lagi, at ein landsstýrismaður alment boðar frá, at hann er til reiðar [...] nan vil hava at vita, um løgmaður heldur tað vera í lagi, at ein landsstýrismaður boðar frá, at hann er til reiðar at geva tænastuboð, sum fyrisitingin hevur mett vera óheimilað Liljan Weihe, løgtingskvinna
hjá børnum eigur at styrkjast. Hann fegnast um, at nýggja náttúruverndarlógin kom í gildi í 2024, og at meira verður gjørt fyri at skráseta føroysku náttúruna. Men tað er bara ein partur av uppgávuni. – [...] miðlum. – Tað er nógv týdningarmiklari, at børn merkja, hvussu eitt skaldabrobber luktar, ella síggja, hvussu mýrisólja kann lita eina veit gula. Slíkum upplivingum hava børn brúk fyri, sigur hann. Magnus Gaard [...] Tað er ikki nóg mikið bara at verja føroysku náttúruna við lógum. Vit mugu eisini tryggja, at fólk kenna og skilja hana betur. Tað heldur lívfrøðingurin Magnus Gaard, sum í útvarpsrøðini Oyggjar undir