mans amboð um stutta tíð. Tað verður m.a. tosað um 3home banking3, sum merkir, at fólk skulu hava møguleika at avgreiða nógv av sínum viðurskiftum við peningarstovnarnar umvegis telduna. Hetta eru bara dømi [...] hava fingið fyrispurning frá skúlanum, um teir eru áhugaðir í at taka lut í serligum telduflokki, og so at siga allir hava svarað, at tað eru teir. Ætlanin fyri í næstu viku Sámal í Skorini, rektari á Eysutroyar [...] arbeitt víðari. Á síðsta lærararáðsfundi løgdu nakrir lærarar síni sjónarmið fram um hvussu teldan nógv meiri enn higartil kann vera amboð í undirvísingini, og tá varð ein bólkur settur, sum til næsta
dyrkaðum lendi á Argjum. Bóndin má við sínum mjólkineytum víkja fyri gravkúgvum Á Argjum búgva nú so nógv fólk, at har skal byggjast ein ítróttarhøll. Alt gott um tað. Eina ítróttarhøll skulu tey sjálvandi [...] drenað og bøtt um síðani 1980, so at bøurin er góður í dag. Havnin er ikki tann parturin av Føroyum, sum er mest kent fyri jarðarbrúk ella neytahald. Seinni árini hevur nógv verið gjørt fyri at menna mj [...] vit her í landinum hava nakran sum helst møguleika at geva børnum okkara góða, fríska føroyska mjólk, so kann hetta ikki gerast, tá vit taka føðigrundarlagið undan mjólkineytunum. Og tað er júst tað, sum
ferð Andrias kom heim av skipi, at tað var altíð nakað serligt, tí tað varð gjørt nógv varð burtur úr. Tey vóru nógv fólk í húsi og har andaði av gestablídni og offurvilja og kærleika. Sum ung kom hon til [...] eftir, bert 14 ára gomul, men í Húsavík vóru nógv góð skyldfólk, sum tóku sær væl og kærleiksfult av foreldraleysa tannáringinum. Sum allar gentur tá í tíðini, so fór eisini Hervør út at tæna, bert 15-16 ára [...] barnaheimi hjá Hervør stóð og framvegvis stendur. Í dag eigur eitt systkinabarn hjá Hervør barnaheimið. Sum so mong tá í tíðini varð Hervør úti fyri teiri tungu lagnu, at tuberklarnir gjørdu av við øll hennara
tey von við, sigur hann. Rúni heldur ikki, at arbeiðsuppgávurnar vildu vera so nógv broyttar, um eitt nýtt ? kanska ikki so sjálvstýrissinnað - landsstýri vildi komið til valdi. ?Tempoið verður kanska [...] Joensen. Hann hevur í sínum starvi sum deildarsjóri fingist nógv við fyrireikan av yvirtøkum. Hansara røtur í embætismannaverkinum røkka so langt aftur sum til bankakanningina, og hann hevur verið virkin [...] skuldi verið komið uppá pláss. Broytingarnar umsitingarliga eru smáar. Talan verður um at flyta nøkur fólk úr einum ráðið/stýri til eitt annað. Fólkini fara sum heild at húsast á sama stað. Løgmálaráðið fer
heldur ikki drála við at fyrireika okkum til, at so kann verða, segði hann. - Vit skulu ikki ræðast, at ein nýggj týdningarmikil vinna tekur seg upp. Verður so væl, skulu vit fegnast. Tá fáa vit rásarúm til [...] Anfinn Kallsberg tosaði nógv um ótta og stúran, tá hann helt seinastu nýggjársrøðu sína í hesum valskeiðnum. Gamlaárskvøld setti hann seg niður framman fyri føroyska fólkinum í hvítari skjúrtu og bláum [...] savnandi, og hann royndi at hava ein ljósan og positivan boðskap gjøgnum alla røðuna. Hann vísti á, at fólk stúra bæði fyri teimum døpru tilburðunum í árinum og fyri teimum góðu tíðindunum, men hann helt, at
vegleiðing frá abba mínum og mammubeiggja mínum. Teir lærdu meg nógv um seyðahald, staðarnøvn og annað, sigur Kristmar Andreasen. Kristmar var í nógv ár røktingarmaður í Uppsalahaganum, men nú eru tað hagarnir [...] ikki so nógvar, men av og á má Kristmar fara eystur at hyggja eftir seyðinum. ? Næstseinasta mánadag vóru eg og hundurin har eysturi. Vit rættaðu 47 seyðir og fingu fatur á fýra veðragjólingum, so tað var [...] tað sæst munur á kavanum frá tíma til tíma. Lotið er kalt, og hesar løturnar, tá tað kavar, munnu fólk hava bestan hugin at vera innandura. Men hvussu mann vera við seyðinum... Tað er týsdagur, og kavaveðrið
umsorgan og hjálp til nógv gerandisting. At verða send heimanífrá er so ónatúrligt sum nakað kann vera. Fyri at lætta um hjá henni, fer maðurin sum oftast við og eru onnur børn í húskinum, so fara tey eisini [...] hjá barnakonum í suðuroynni og teirra familjum. Je vil gjarna vera við til, at fáa nógv betri viðurskifti fyri fólk við sein-heilaskaða. Og je vil eisini gjarna varpa ljós á og fáa betri umstøður til [...] langt frá gott nokk. Tað, sum hesar familjurnar hava brúk fyri, eru hølir og viðurskiftir sum minna so nógv um eitt vanligt heim sum til ber. Eitt heim, har børnini kunnu spæla og vera børn uttan at órógva
til dømis renning, lopi og kasti - sum allar krevja nógv av íðkarum og ikki minst venjarum. Tað ræðir ikki Jógvan, heldur hinvegin. - Tað er nokkso nógv nørdarí rundan um tær sergreinarnar, sum eru. Tað [...] Tað eru tey ungu, sum áttu at fingið heiðurin, sigur Jógvan sjálvur Tað er ikki óvanligt - minni enn so - og ungu íðkararnir í Bragdinum lata seg heldur ikki forða. Tað sleppa teir heldur ikki, tá venjarin [...] krevur bæði orku og tíð, men tær vanta ikki, sigur venjarin. - Eg fái orku frá teimum ungu, og tað er so ótrúliga stuttligt at møta upp. Tað eru tey, sum áttu at fingið hesa fyrimyndina, sigur Jógvan. Eiga
væl útbúgvin fólk í starvi. Alivinnuni líkt, hugsar vinnan nógv um menning, men tað er ikki minni umráðandi, at allar avgerðir, sum verða tiknar, byggja á hollastu vitan. Alivinnan hevur ein so velduga stóran [...] lívfrøðinga hjá laksalús, sum hevur givið okkara alivinnu so stórar avbjóðingar og sum hevur kostað vinnuni nógvan pening. Laksur, sum er nógv fongdur við lús, kann gerast strongdur, og hetta gongur sjálvsagt [...] mesta lagi kann hava. - Áður var nógv kemikaliu brúkt til lúsareins, men nú verður roynt at basa lúsini við feskum vatni og mekaniskari útgerð. Lúsatrupulleikin fyllir nógv í alivinnuni - ikki bara í Føroyum
hevur hann sungið hesi løg inn í fólk og latið tey prenta, so tey verða kend eisini uttanfyri Føroya land. Hann gav eisini út Sangbók Føroya Skúla, ein bók, sum hevur verið nógv nýtt. Meðan Jógvan var lærari [...] torvu, sum vóru førir fyri at syngja hesi gomlu løg fyri honum, so hann kundu skriva tey niður og geva tey út sum »Gomul sálmaløg.« Tað bar so væl í lag, at svágur hansara Jákup Dahl, próstur, tá var í vælmaktini [...] Men tað eru nógv ár farin, síðan hann mátti siga starvið frá sær vegna heilsubrek, men hann varð mintur sum tann ágrýtni og dúgligi lærarin. Samdur ella ósamdur við Jógvan Waagstein, so má ein og hvør