eftir øllum at døma verið á sonevndari arbeiðsferð í í ukrainska býnum Mariupol. Tað upplýsir tíðindatænastan hjá Kreml í dag sambært russisku ríkisstýrdu tíðindastovuni Tass. Kreml upplýsir, at russiski [...] halda framvegis, at øki hoyrir til Ukraina. Dagin fyri vitjanina hjá Putin á Krim sendi altjóða revsidómstólurin ICC út eini handtøkuboð um russiska forsetan. Dómstólurin leggur Putin undir at hava ábyrgdina [...] Ukrainsku stjórnini eru minst 25.000 fólk deyð í Mariupol. Í dag skriva russiski ríkismiðilin eisini, at Putin hitti hægsta hernaðarleiðaran í hernaðarátakinum í Ukraina. Putin skuldi millum annað hava hitt
Sangurin er kritiskur, men roynir eisini at finna orsøkina til, at nøkur velja harðskap, og ger upp við teir karmar, ið skapa hesa mentan. Frá fyrstu tónunum merkir tú, at melodisku pianoljóðini á seinastu
ávaringina er, at tað er vandi fyri, at tað er moðið, ella hýggjuskotið og sostatt er tað ikki fólkamatur. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tey, sum liggja inni við hesum, eiga at koyra tað í skrell [...] Aftur í dag hevur Heilsufrøðiliga Starvsstovan eina ávaring um eina matvøru, sum er at fáa í Føroyum. Hesa ferð er at Banderos tortillawrap við fullkorni, sum tað er galið við. Talan er um pakkarnar, sum [...] skrell ella at lata tað aftur í handilin, haðani tað er keypt.
Ein dystur var leiktur í SMS-deildini í kvøld. Kyndil vann í høllini á Hálsi stórsigur 36-22 á StÍF. Í steðginum var Kyndil á odda 19-7. Turið Arge Samuelsen skoraði heili 17 mál fyri Kyndil í kvøld.
er fyri, at alivinnan skal fáa tryggar karmar, og vita, hvat hon hevur at halda seg til. Verður tað samgongan einsamøll, sum samtykkir uppskotið, er mest sannlíkt, at tann næsta samgongan fer at broyta tað [...] møguleiki er fyri at samansjóða bæði uppskotini, fyri at fáa eina breiða semju í Løgtinginum um avgjøldini hjá alivinnuni. Bárður á Steig Nielsen sigur, at fortreytin fyri eini slíkari semju, er, at samgongan [...] eitt sindur, men at Sambandsflokkurin so eisini gevur seg, so at partarnir møtast onkustaðni á miðjuni. Høgni Hoydal er samdur í, at tað hevði verið tað besta, og hann váttaði samstundis, at hann er til reiðar
og fóru at spæla tónleik saman og hava síðan stovnað bólkin Peter Schmeichel & the Ones, ið nú leggja leiðina framvið miðbýnum í Havn tann 22.juli, tá Tórsfest er á skrá. Frammanundan er greitt at Lukas [...] Tað munnu vera tey fæstu, ið vita, at málmaðurin – ið tey flestu kenna frá stórheitstíðini hjá Manchester United – eisini er tónleikari. Hann sigur seg altíð hava havt ein stóran áhuga fyri tónleiki, men [...] men hevur ikki fyrr enn nú fingið hug og dirvi til at halda konsertir, og verður tað tí ein heilt serlig framførsla á Tórsfest í summar. Hugskotið til bólkin ‘Peter Schmeicel & the Ones’ kom, tá Peter
løgfrøðing við, bara fyri at fáa virðing. Vit sakna ENN at okkara rødd verður vird, so at ØLL børn við Down Syndrom fáa MÁLmenning. Tá tit fara at kanna hvør hjálp er best, so vóni eg ikki, at tit einans tosa við [...] ein skrivari frá tær. Tað var tú sjálv, ið segði hasi orðini, at “tit skuldu vera glaðar fyri, at tit fáa eina tænastu, tí tað inniber also, at tað eru onnur, ið ikki fáa hana afturfyri.” Aftaná bleiv prátað [...] var, um hini foreldrini fingu at vita, hvussu var. So tað nyttar ikki at tosa við tíni starvsfólk um hasa viðmerkingina, tí hon kom frá tær sjálvari. So vil eg bara vátta, at hatta VARÐ sagt, og úttalan
brádliga at verða mintur á trauma sítt, um tú ikki ert fyrireikað. Tú kennir teg óvarda og sárbara. Tað snýr seg um at kenna teg varda og at kenna seg varda av umhvørvinum og um at kenna, at tú kanst verja [...] Normann sigur í eini røðu á Fólkatingi í 1970, at føðitalið nú er á veg niðuraftur, og at tað ikki minst er orsaka av snyrlinum. 1974: Danska statinum gerst greitt, at hann kann fáa ákoyringar fyri snyrilin í [...] ráðstevnu. Á ráðstevnuni eru harðar atfinningar at familjuplanlegging í fyrrverandi hjálondum sum til dømis Grønlandi, og ST mælir til, at øll skulu hava loyvi til at gera av, hvussu nógv børn tey skulu hava
gjørdist vinmaður hansara. Tað er einki at ivast í, at øll hesi viðurskifti fingu hann at seta sær fyri at gera okkurt munagott føroyskum máli og bókmentum at frama. Í 1847 tók hann gudfrøðisprógv [...] har hann doyði í 1909. Steðgaði á at skriva Tá Hammershaimb í 1855 gjørdist sóknarprestur í Føroyum, kundu vit væntað, at nú fór hann at sita so væl fyri, at hann kundi lata nógv skrivligt tilfar [...] Frants Hammershaimb í hesum starvi við bústaði á Steig í Sandavági. Hann hevði lyfti um at sleppa at búgva á garðinum til sín doyggjandi dag, og her varð Vencelaus Ulricus Hammershaimb borin
nú at føra kirkjubókina. Jacob Vestergaard mælir til, at tær umsitingarligu uppgávurnar verða fluttar frá kirkjuni so at prestarnir fáa umstøður til at gera tað, teir í roynd og veru eru ætlaðir at gera [...] tað fari eg ikki at broyta. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í mentamálum. Í hesum døgum viðgerð Løgtingið viðger eitt uppskot um at fáa ein dómpróst afturat. Orsøkin er, at dómprósturin hevur [...] gera, nevniliga at verða sálarhirðar hjá fólki. Les meiri um tað her: Prestar í Føroyum skulu ikki hava so nógv at gera Sólvit E. Nolsø, tingmaður fyri Framsókn, heldur, at hetta eru viðurskifti, sum kundu