eru millum luttakarnar. Í Føroyum kunnu vit brúka ráðstevnuna til at koma í samband við granskarar og stovnar, bæði umsitingar- og granskingarstovnar, sum arbeiða við evninum í grannalondunum. Á tann hátt [...] Ein norðurlendsk ráðstevna er á Hotel Hafnia í Tórshavn í hesum døgum, 21.-25. september 1998, Metoder at konstatere, kvantifisere og forebygge jorderosion i skovfrie fjeldområder. Luttakararnir koma úr [...] úr Íslandi, Danmark, Finlandi og úr Føroyum, íalt 17 luttakarar. Høvuðsendamálið við ráðstevnuni er at savna saman arbeiðshættir, sum verða brúktir í norðanlondum, at staðfesta, máta jørðoyðing (erosión)
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landnyrðingi og támut, men yvirhøvur turt. Móti kvøldi klárar kanska í. Hitin millum 8 og 12 stig. Veðrið leygardagin: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norði og [...] Veðrið í dag: Gul av eystri og landnyrðingi, móti kvøldi veksur hann vindin upp í ein strúk. Skýggjað og támut ella mjørki og møguliga sirm av og á. Hitin millum 10 og 13 stig. Veðrið fríggjadagin: Stívt [...] stig. Veðrið sunnudagin og mánadagin: Upp í hvassan vind - kanska skrið - av eystri og landnyrðingi og regn ella ælingur meginpartin av tíðini. Hitin um 10 stig. Í gjár: Eitt hátrýst, 1025 hPa. Yvir Norðsjónum
professari við lærda háskúlan í Reykjavík fer at taka lut í fyrireikingararbeiðnum. Vitjað í Klaksvík og í Kirkjubø Meðan formansskapurin í Altinginum hevur verið og vitjað, hava teir eisini havt fundir við [...] var formansskapurin í íslendska Altinginum á vitjan í Føroyum. Tað er vanligt, at formansskapirnir vitja hvønn annan og í sambandi við vitjaninar verður ferðast kring landið, samstundis sum skipað verður [...] Formansskapurin í Løgtinginum var í Íslandi í fjør og á tí ferðini bjóðaðu teir starvsfeløgum sínum at koma til Føroya á vitjan. Endamálið við eini slíkari ferð er, at kunna seg við viðurskiftini í landinum
Íslands. Í fyrilestrinum viðgjørdi Bjørn Bjarnason sjálvstýrisstríð íslendinga frá fyrst í 1900 talinum til lýðveldið varð sett á stovn í 1944. Og viðgangast má, at ein slíkur fyrilestur má hava áhugað í Føroyum [...] hjálpar. At enda verður sagt í yvirlýsingini, at hon verður framd stig fyri stig í samráð millum báðar ráðharrastovurnar. Hvat kunnu vit læra av íslendingum Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum [...] mánað eftir vitjan Signars í Íslandi kom hann til Føroya. Vitjan íslendska mentamálaráðharrans var løgd soleiðis til rættis, at hann sunnudagin helt ein almennan fyrilestur í Norðurlandahúsinum undir heitinum:
nevnt arbeiða fakfeløgini í sjálvdrátti og hóast vit kunnu siga, at vit í Føroyum hava eitt høgt organisatiónsprosent, so er fakfelagsrørslan sum heild illa skipað, í mun tað hon er í teimum londum, sum vit [...] nýggjar avbjóðingar takast í størsta álvara, og fakfelagsrørslan skal í neyvum samstarvi við flokkin arbeiða við ítøkiligum uppskotum og loysnum. Dygdin í hásæti Við grundarlag í trúnni á samfelagið og menniskja [...] arbeiðararørslan ñ fakfeløgini og flokkurin í felag skuldu tikið upp til viðgerðar og hond í hond, skapt fortreytir og ávirkan fyri í tí samfelag vit ynskja okkum at liva í frameftir. Her er ein ørgrynna av spurningum
kommunur saman. Bygdaráðið í Sumba hevur ikki viðgjørt spurningin um kommunusamanlegging, síðani kommununevndin hjá landsstýrinum legði álitið fram um famtíðar kommunubygnaðin í Føroyum, har tað verður lagt [...] til kommunusamanlegging so at tað framyvir skulu verða einar 7-9 kommunur í Føroyum. Størsta kjakið um samanlegging hevur verið í Suðuroynni, tí spurningurin er, um hon skal vera ein, ella tvær kommunur [...] umsiting útbyggingar í kommununum. T.d. áttu kommurnar sjálvar at umsitið upphæddina, sum landsverkfrøðingurin nú hevur . Alt hetta hevði styrkt kommunurnar, munandi, ikki minst í útjaðaranum, tí tað hevði
kreftum í føroyska fótbóltsheiminum í hesum døgum. Hvat venjarum í 1. deild viðvíkur, hevur tað higartil bara verið greitt, at teir báðir útlendingarnir, sum hava vant tey bæði stóru havnarfeløgini í ár, Ion [...] halda fram. Hin fyrr nevndi varð í ár settur fyri eitt tvey ára skeið, og hin seinni nevndi hevur fyri stuttum bundið seg til B36 í tvey ár afturat. Starvsnevndin í NSÍ hevði í gjárkvøldið boðað spælarunum [...] ætlanin var at gera sáttmála við ein dana, Peter Danefelt, sum var í Runavík og hugdi seg um og tosaði við NSÍ í næstsíðstu viku. Teir í Runavík kendu seg væl saman við dananum, sum hevur góðar kvalifikatiónir
byggiprodukt í Kanada í 1997. Umboðar formarnar í Føroyum Sum nevnt gjørdist Helgi Olsen rættiliga hugtikin av formunum. Hann hugsaði við sær sjálvum, at tá teir kunnu byggja hús á henda hátt í Kanada og [...] minni betong í hana og tað ger hana nógv bíligari. Tað fara umleið 100 litrar av betong fyri hvønn fermetur í eina slíka grund, meðan tað fara millum 150 og 200 litrar fyri hvønn fermetur í eina vanliga [...] sigur, at mangt broytist á mansins ævi. Ikki er orðatak fest at nøkrum ávísum, men í hesum føri fara vit at brúka tað í sambandi við húsabygging. Tað er sjálvsagt, at tað dag og dagliga henda tekniskar
hond í hond - Húsið og Jassfestivalurin. Norðurlandahúsið helt fyrr í ár fimtan ára føðingardag sín, og nú í oktober fer fimtandi jassfestivalurin so av bakkastokki. Og hann hevur húsast í húsinum í øll [...] festivalin og í tí sambandi hevur Saga Petroleum veitt festivalinum sera góðan fíggjarligan stuðul. Fríggjavøldið er føroyskt burturav. Og í dag byrjar atgongumerkjasølan. Tey verða at fáa í Norðurlandahúsinum [...] gjørt húsið so kent uttanlands. Tú skalt minnast til, at tað hava verið 2300 útlendskir tónleikarar í Føroyum til festival hesi árini, sigur Brandur Øssurson, fyriskipari. ? Og uttan vælvildina frá Norðurl
talilærarar í deplinum og tey, sum hava starvast í Tórshavnar kommunu. Arbeiðsøkið hjá deplinum er stórt, og fevnir um øll børn í Føroyum í aldinum 0-18 ár. Broytingarnar, sum eru framdar í virkseminum í seinastuni [...] leiðslu og starvsfólki í dagstovnunum í neyvum samstarvi við fasta ráðgevan í økinum. Í hesum sambandi er landið býtt í sjey øki, og ávís starvsfólk í Sernámsdeplinum vitja stovnarnar í økinum eina ferð um [...] lin. Talilærarar eru í øllum kommunum í Føroyum og øll børn, sum fáa taliundirvísing verða tilmeldað í Sernámsdeplinum, sum samskipar alt virksemið á økinum. - Taliundirvísingin í restini av landinum er