Men vóru HB leikararnir ikki so sjálvsøknir tá teir nærkaðust málinum, so vunnu teir nógv meir. Veðrið í Gundadali var heldur frægari enn í restini av landinum, men kortini var ikki hugsingur um at fáa polerað [...] aftanfyri. Fremstur á HB-skjúttaralistanum gjørdist Súni Fríði Johannesen við 10 málum. Tað er kanska ikki rætta høvið at taka slíkt upp, tá liðið júst hevur vunnið 7-1, men tað er kanska júst her orsøkin [...] verjuni, tí hon varð trýst í botn frá byrjan. HB-snillingarnir gjørdu sum teimum lysti. Tað einasta teir ikki fingu burturúr vóru málini. Men tá tjúgu minuttir vóru farnir brast fyri nev, og var tað Uni Arge
sum meginpartin av tíðini kortini hevur itið Tryggingarsambandið Føroyar, í samfull 26 ár. Seinastu ellivu árini av starvstíðini hevur Jens Petur verið stjóri. Óttast ikki kappingina Fráfaringarynski [...] avtalað nær hann skuldi taka við starvinum. Hetta hekk saman við, at Jens Petur Arge, stjóri, enn ikki hevði avgjørt, nær hann skal fara frá. Nú hevur Jens Petur tikið avgerðina. Og hon sigur, at Jens [...] tekur eisini við 1. juli 2000. At Jens Petur Arge hevur valt sær 1. juli 2000 sum fráfaringardag kemur ikki av tilvild, ti henda dag hava gomlu feløgini aftanfyri Tryggingarfelagið Føroyar 60 ár á baki. Tey
skuldi Arnfinn Langgaard (sum spældi í miðverjuni hesaferð) leggja aftur til málverjan, men hann rakti ikki bóltin rættiliga, og so var kviki Jákup á Borg fram við, gjørdist púra leysur og skoraði. Seinnu ferð [...] luttaka í UEFA-Cup kappingini ? tað tryggjaði steypafinalan móti KÍ teimum. NSÍ: Dejan Milanovic ? Dánjal Hansen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen, Jónstein Petersen ?Sonni L. Petersen, Kári Hansen, Johnny
Sumbingar høvdu ryggin móti múrinum áðrenn seinasta dystin í landskappingini. Teir skuldu vinna, ÍF skuldi ikki vinna, og so var møguleiki fyri at halda fram í bestu deildini. Og sumbingar, sum vistu at ÍF var [...] álopsmaður aftanfyri René Thomsen. VB-málverjin. Bjarni Johansen átti sín leiklut í málinum, tí hann fekk ikki rættiliga tamarhald á bóltinum, eftir at sumbingar hevði roynt seg við skoti. So var Mortan har sum [...] Holm, Krzystof Popzcynski ? Dan Djurhuus, Jón Pauli Olsen Sumba: Fróði Mortensen ? Tryggvi Nielsen, Dánjal Johan Joensen, Páll Magnar Kjærbæk, Bergur Vinther, Peter Jørgensen ? Nikola Biberdzic, Spasoje Biberdzic
á føroyska meistaraliðnum fara at royna seg á einum illa støddum donskum 1. deildarliðið kann kortini ikki roknast sum nakað stig fram á fótbóltsleiðini, og tað er bara tí, at føroyska kappingin er liðug [...] Áhugin fyri føroyskum fótbólti er størri nú, enn hann nakrantíð áður hevur verið. Hetta er ikki bara galdandi heima á landi, men eisini í útlandinum. Tá síðsta umfarið í 1. deild varð spælt leygardagin [...] so er hetta fyri lítið og einki at rokna. KÍ vann meistaraskapin leygardagin, og í hesi vikuni fara ikki færri enn fimm av teimum, sum vóru fastir fúsir á meistaraliðnum, av landinum at royna fótbóltsevnini
Mett var ikki, at talan var um nakra ítøkiliga hóttan. Sosialurin fekk heldur onga ábending um, at ónøgdu ungu starvsfólkini ætlaðu sær at gera seg inn á stjóran. Tey vildu bara hava løn. Ikki limir í fakfelagi [...] tey, ið ikki longu hava latið sakførara taka sær av lønarinnkrevjingini, fóru at gera tað sum dagur leið. Hóast fleiri starvsfólk søgdu hann vera væl dámdan at byrja við, vórðu føgur orð ikki havd á munni [...] havt skipað seg í fakfelag beinanvegin. Kortini sigur hann, at tað var eitt sindur toført at velja, hvat fakfelag, tey skuldu vera í. Starvsmannfelagið kom ikki upp á tal, tí í tí eru bert alment lønt
Karsten Hoydal, sum í bókini eitur Páll, sum skuldi havt skrivað hesa bókina. So varð ikki, og sonurin Gunnar ivast ikki í, at tað var tí, at so nógv lá afturat tíðini á bróstsjúkrahúsinum. - Pína, sorg, [...] ivi skal kortini vera um, at "Dalurin fagri" fyrst og fremst er ein skaldsøga. Ein skaldsøga, har høvundurin hevur funnið upp á persónar og hendingar. - Onkrar persónar havi eg hoyrt um, men ikki kent. Eg [...] ein ring støða at koma í. Pápi ætlaði í nógv ár at fara undir at skriva eina bók, men hann fekk tað ikki í lag, tí tað kendist so sárt. Hetta sárið hevur gjørt, at eingin søga er skrivað um bróstsjúkrahúsið
yvirtaka hetta pláss uttan víðari. Góðar vónir Kollfirðingarnir hava kortini hampuliga góðar vónir fyri árið, og ætla teir sær avgjørt ikki at standa niðastir, tá støðan verður gjørd upp einaferð næsta ár [...] Harumframt man tað eisini kennast sum dyggur smeitur, at Eddie Joensen hevur gjørt av, at hann allarhelst ikki verður at síggja á vøllinum í vetur. Eddie var seinasta ár ein støðug hóttan, og sum er røkist einki [...] umframt hevur stríðviljin á kollfarðaliðnum altíð verið fyrimyndarligur, og hóast leikararnir kanska ikki eru teir evnaríkastu í landinum, so hevur hetta ofta viðført, at teir hava megnað at koppað fleiri
liðunum hava styrkt seg, fer tað ivaleyst at gerast truplari hjá VÍF at gera um seg. Hetta fær hana tó ikki til at falla í fátt, og sigur hon at tær í øllum førum ætla sær at betra um 5. plássið, sum tær fingu [...] fingu í kappingini seinasta ár. Ein trupulleiki kann tó verða, at vit eins og seinasta ár ikki verða nóg støðugar í okkara spælið, heldur hon, men hetta er í hvussu so er nakað, sum tað ber til at betra [...] betra um, og kanska kemur hetta longu í ár. Ungt fólk á veg Jacklyn sigur harumframt, at tær ikki hava tað stóru tilgongdina av leikarum í ár, men væntar hon, at góða ungdómsarbeiði í felagnum fer at kasta
inum, varð støðan ikki serliga hugalig. So at siga alt 1. deildarliðið frá seinasta ári er burtur, og tá harumframt eru fleiri av teimum, sum seinasta ár vunnu 2. deild, heldur ikki eru við, stendur satt [...] Verður hugt eftir úrslitunum hjá kvinnunum av Skála og Strondum seinasta ár, so er ikki nógv, sum bendir á, at trupulleikar skuldu verið við at manna eitt lið. Besti lið felagsins leikti seg í steypafinaluna [...] støðan so mikið ring, at illa ber til at ímynda sær, at tær fáa manna lið har inni, men tey vónaðu tó kortini, at hetta fer at lata seg gera. Trupulleikin tykist verða, at við tað at fráfallið av leikarum, sum