Didier Drogba, ið er áleypari hjá Chelsea og Fílabeinsstrondini, hevur nú biðið um, ikki at vera nomineraður aftur til »besti afrikanski leikari« tey komandi árini. Drogba, ið vann hendan stóra heiður [...] luttaka. Drogba er saman við landsmonnum sínum komin til hálvfinaluna í African Nations Cup, og hann ætlar sær undir ongum umstøðum, at svíkja heimland sítt fyri egnan heiður. Drogba er ein av høvuðsorsøkunum [...] komnir so langt í kappingini, ið verður hildin í Ghana. Fyrrverandi West Ham og Tottenham leikarin, Frederic Kanouté fekk sum kunnugt handað heiðurin sum »besti afrikanski leikarin« í ár, men Drogba er ónøgdur
sinnaðir at slíta samgonguna upp á hetta málið, tí tað, sum er farið fram, er uttanfyri alt sømuligt mark. Og skuldi tað hent seg, at uppskotið um eitt valdømi kemur til atkvøðugreiðslu, ivast formaður F [...] sigur Jørgen Niclasen. - Tí er tað óloyalt ímóti samgonguni, at Edmund Joensen nú fer í sjálvdrátt. Hann leggur afturat, at sleppur Edmund Joensen væl frá hesum, er lítil ivi um, at eisini aðrir tinglimir [...] Løgtingið, hóast samgongan ikki er samd um tað. - Fyri at nevna eitt dømi, kundu vit í Fólkaflokkinum væl hugsað sær at fleiri mál vórðu yvirtikin, men semja er ikki um tað í samgonguni og tí hava vit
sum barndómsfelagið hevur givið honum. - Tað er lítið virðiligt, men eg harmist um, at málið er farið so langt, sigur Frankie Jensen. Málið verður viðgjørt í rættinum hósdagin. [...] noyddist úr sessinum. Nú hevur Frankie Jensen, sum ættaður av Sandoynni, stevnt B71 eftir gott og væl 250.000 krónum í endurgjaldskravi. - Tað er samsýning, sum eg ongantíð havi fingið. Tað er ikki við góðum [...] vóru væl við í stríðnum um uppflyting, tá Frankie Jensen varð loystur úr starvinum. - Tú kann kanska siga, at tað er løn fyri tvey ár, sum eg vil hava, sigur hann. Frankie Jensen er skjótur at leggja afturat
vit. Nú vilja kanska fleiri okkara siga, at hetta er so langt síðani, at hetta fer ikki at endurtaka seg. Men søgan endurtekur seg. Vit mugu endiliga ikki halda, at demokratiið í Evropa er komið yvir allar [...] Annars kunnu vit bara nevna Norðurírland, gamla Sovjettsamveldið og Ísrael sum dømi um lond, har dráp og fremmandahatur er gerandiskostur. Hugsjónarfelagi Haiders, Pinochet, ið hevur fleiri túsund mannalagnur [...] hevur verið afturhildin í Onglandi seinasta árið. Men stjórnin hjá Tony Blair hevur nú prógvað, at hugsjónin ikki er so sterk, sum vit høvdu hildið og vónað. Bretsku sosialistarnir hava hesa vikuna prógvað
Váttligt hevur summarið verið, men langt er ímillum jazzdroparnar, um ein hugsar um føroyskan tónleik í dag, og so fyri eini 10 – 15 árum síðani. Men ein glotti er altíð at hóma, og Arnold Ludvig hevur [...] vit ikki í smálutir, men Arnold er kendur sum bassleikari í serflokki. So er tað sagt, og herfrá leypa vit eitt stórt lop víðari til dagin í dag, og aktuellu fløguna. Tað er so saniliga gleðiligt at hava [...] fráferðini úr Føroyum, úr Havn. Hon endar við ferðini til Keypmannahavnar, har hann nú hevur heimstað. Hetta er ein ferð. Arnold er ferðaleiðari, og hann leggur út við sera vakrari fráferð, har hann fer úr Port
sýnið er gott yvir á fjørðin, yvir Toftavatn og yvir Æðuvík og Rytuvík, tá ið tú kemur longur eystur. Jú, hetta sakni eg ógvuliga nógv. Spurdur, um hann ikki kundi hugsað sær ein brúktan bil, nú árini [...] koyrikortið, og nú heilsan er betur aftur, tosar hann um at keypa sær nýggjan bil! Eitt skifti í heyst og í vetur hevur Axel verið nakað plágaður av vatni, sum setti út í kroppin. Men nú hann er væl fyri aftur [...] hann at kunna koyra yvir á Mýrarnar og oman á Sandin Mikla við Toftavatn, har hann hevur trøð, sum sonurin, Gunnar, nú tekur sær av. ? Tað er ov langt og tungt at ganga niðan á her og yvir á trøðna; tí hevði
blokera dystirnar er eftir mínari fatan eitt dekan ov langt lop. Tú mást eisini hugsa um, at um felagið hevur uppfylt tær treytir, sum verða settar í málinum, so má eisini verða mark fyri, hvussu hørð [...] verður tað gjørt, so er jú alt álit millum dómarar burtur. Orsøkin til broyttu støðutakanina er snøgt sagt tann, at vit nú kunnu koma upp á tal við FSF. Dómarin er jú ikki settur at meta um, hvørjar revsingar [...] so eisini her er nakað at tosa um hjá okkum. Eitt nú hava vit nú fingið sonevndu dómaratestina at rigga, soleiðis at vit kunnu tryggja, at dómararnir eru nóg væl fyri kropsliga, og hetta er so í øllum førum
sum semja ikki er fingin um enn, og at tað tí kann vera langt eftir á mál. Spurdur um, hvat hann ger, um semja ikki fæst, segði Anfinn Kallsberg, at so mátti hann gera støðuna upp yvir fyri tingmormanninum [...] greiða frá, hvørji mál ósemja er um. Hann segði, at full semja ikki er um vinnumálini, har flokkarnir hava rættuliga ymiskar hugsanir. Men hann segði eisini, at semja stórt sæð er um tey ríkisrættarligu við [...] semja fæst, hóast eitt nú Heini O. Heinesen er húkamaður og ikki er fyri umsetiligheitini, sum serliga Fólkaflokkurin hevur arbeitt hart fyri. Vit fara nú aftur at samráðast, og nú koyra vit á, til eitt
hann, um avgerðin at skifta felag hevði verið hin rætta. - Um tú hugsar um, hvør vann dystin, so spældi eg sjálvandi á skeiva liðnum í dag, men tað má mann so bara taka við, helt hann. Men hvat er tað so [...] at StÍF mest sum altíð reisir seg, tá týdningurin av dystinum er størstur? - Nú havi eg bæði tapt og vunnið steypafinalu við StÍF, so tað er ikki altíð at teir vinna, men teir duga væl at seta seg upp til [...] síðani spurdu John, hvørt tað nú fór at ganga lang tíð, áðrenn hann aftur fer inn á Skála, segði hann, at tað mundi ikki fara at bila. - Tað hevði kanska verið verri, um støðan var hin øvugta. Tá hevði
farvæl. Sven Olsen, vágbingur í Keypmannahavn, heldur, at tað er ivingarsamt, um hann fær høvi at síggja sínar gomlu klassafelagar aftur. ? Nú eru vit blivin so gomul, at tað verður neyvan, at vit fara at [...] hvørjum ørðum farvæl. Tey hava annars ikki gloymt hvønn annan, hóast tað nú er runnið nógv vatn á sjógv síðani tey hittust fyrstuferð. Og nú tey hittust aftur á jóansøku í Vági var tað fjórðu ferð, at tey hittast [...] var lærari hjá teimum, ta tíð tað var. Ein annar av lærarunum, tey høvdu tá, er eftir á lívi, tað er Olaf Krossteig, sum nú býr í Havn. Á Gudstænastuni gekk eisini talvan til frama fyri kirkjuna. Eitt