tann stóri kongurin í altjóða súklusøguni. Altjóða súklusambandið UCI kunngjørdi í dag, at tað hevur gjørt av at útiloka Lance Armstrong frá allari kappsúkling fyri lívið. Somu avgerð hevur tað amerikanska [...] amerikanska súklusambandið tikið eftir eina umfatandi frágreiðing, sum kemur til ta niðurstøðu, at Armstrong hevur brúkt ólóglig stimbrandi evni í mong ár. Samstundis missir hann teir sjey sigrarnar í kappingini
Bashar al-Assad, forseta í Sýrialandi. Tíðindastovurnar skriva, at spreingingin var ógvuslig, og at fleiri hús í gøtuni fingu skaða, og at fleiri bilar vórðu oyðilagdir. Enn hevur eingin átikið sær ábyrgdina
siga, at rakettálopið var svar upp á eitt ísraelskt loftálop á Gaza í gjár, tá tíggju fólk vórðu særd. Ein talskvinna fyri ísraelsku løgregluna sigur, at umleið 20 rakettir komu inn í Ísrael, men at einki
Víkingur er farið í holt við at leingja sáttmálar við leikarar sínar fyri komandi kappingarár. Í farnu viku kom fram, at stríðsmenninir Niclas Niclassen og Hans Jørgen Djurhuus høvdu longt sáttmálar sínar [...] Hanus Jacobsen er úr gamla GÍ, men spældi kappingarárið 2007 við AB áðrenn hann aftur fór til Gøtu at umboða núverandi Víking.
, og latið er upp í hendurnar á nevndini at fínpussa listan, sum býráðslimurin Anfinn Brekkstein tekur til. Tólv fólk hava játtað at vera valevni, og bíðað verður eftir svari frá tveimum fólkum aftrat [...] Fleiri er politisku limafeløgunum eru við at leggja seinastu hond á uppstillingina til kommunuvalið. Føroya Væl, valfelag Sambandsfloksins í Suðurstreymoy, hevði 2. og 3. uppstillingarfund gjárkvøldið
, og latið er upp í hendurnar á nevndini at fínpussa listan, sum býráðslimurin Anfinn Brekkstein tekur til. Tólv fólk hava játtað at vera valevni, og bíðað verður eftir svari frá tveimum fólkum aftrat [...] Fleiri er politisku limafeløgunum eru við at leggja seinastu hond á uppstillingina til løgtingsvalið. Føroya Væl, valfelag Sambandsfloksins í Suðurstreymoy hevði 2. og 3. uppstillingarfund gjárkvøldið
ur 80 ára dagin við at halda eina stóra veitslu fyri limum felagsins – gomlum sum ungum, aktivum sum passivum, hjálparfólkum, makum og øllum sum á onkran hátt kenna seg knýtt at felagnum. Ársveitslan [...] september og farið verður til borðs í hølunum hjá Havnar Róðrarfelag – í bátahøllini. Jákup Weyhe fer at undihalda, meðan Chill spælir til dans aftaná.
og trý tey næstu vóru Týskland, Turkaland og Grikkaland. Orsøkin, til at fólk velja Ísland, er sambært teimum báðum bløðunum, at fólk hava sæð nógvar hugtakandi myndir og frásagnir frá gosinum í Eyja [...] Eyjafjallajøkli. Annað, sum sambært bretsku blaðlesarunum er til fyrimunar fyri Ísland, er, at íslendingar eru blíðir við fremmandafólk, og harafturat er lítil kriminalitetur har.
Hendan verkætlanin hjá mær snýr seg um at geva út alla mína nýggju fløgu sum videoløg, sigur Heiðrinur á Heygum. Hann sigur eisini, at í komandi mánaði fer hann undir at gera videolag fyri Eivør Pálsdóttir
Mannarættindafelagsskapir siga nú, at meiri enn 29.000 sivilfólk hava latið lív í ófriðinum í Sýrialandi, síðani uppreisturin ímóti stýrinum hjá Bashar al-Assad, forseta byrjaði fyri hálvumøðrum ári síðani [...] síðani. Herumframt eru fleiri túsund fólk tikin og sett í varðhald, og fleiri stúra fyri, at mong teirra eru deyð. Fleiri hópgravir eru funnar ymsastaðni í landinum, men tað er ikki heilt greitt, um hetta [...] sivilfólk, uppreistrarmenn ella stjórnarhermenn. Bardagarnir í Sýrialandi halda fram, og tað ljóðar, at meiri enn 40 fólk hava latið lív í dag.