hendir á hesum øki úti í stóru verð. Føroyar eru sjálvstøðugur limur í NKH og hevur verið tað síðani 1982. NKH Føroya deild hevur reikað fyri fundum í Føroyum í 1982, 1993 og nú aftur í 1998. Eisini skipaði [...] skiftast um at skipa fyri ársfundunum. Í fjør var fundurin í Íslandi. NKH, sum varð stovnað 1949, skipar á hvørjum ári fyri ársfundi í einum av limalondunum. Á hesum fundum verða átrokandi spurningar [...] verður eftir týðandi sjónarmiðum í teimum ymsu londunum. Frágreiðingar verða skrivaðar og ymist samstarv fæst í lag, skúlanna millum, fyrisitinganna millum osfr. Spurningar, sum í dag leika á eru: ?Hvussu verður
lítið vera at ivast í. Javnaðarflokkurin, sum var fyri álvarsligum bakkasti í sambandi við fíggjarkreppuna, hevur, væl skiljandi, lagt alla orku í til tess at koma sær politiskt fram í ljósið aftur. Sos [...] Hesi orðini runnu mær í hug, tá ið danski forsætismálaráðharrin Poul Nyrup Rasmussen herfyri aftur var á vitjan í Føroyum, ferðaðist um landið, klappaði okkara børnum um kjálkarnar, streyk politikarum [...] eftir hárinum, og listilærdur, sum slíkir harrar kunnu vera tað, í fjølmiðlunum vissaði um, at hann fór ikki at leggja seg út í okkara avgerðir um framtíðar politisku støðu Froya, samstundis sum hann
monnunum í einum veruligum dysti. Tú hevur sæð teir í sjónvarpinum, og nú hevur tú so eisini spælt á sama liði sum teir, sigur Jákup á Borg úr Liverpool. Jákup spældi høgrumegin á miðjuni. Í Føroyum er hann [...] teir í sjónvarpinum, sigur Jákup, men leggur kortini afturat, at Bjørnebye og McAteer ikki tyktust at vera í so góðum lag, tí teir eru fluttir niður á eykaliðið. Tá vit tosaðu við Jákup á Borg í gjár, [...] manager í Liverpool. Men hann hevði prátað við nýggja hjálparvenjaran Gerard Houllier, sum eisini læt væl at avrikinum hjá Jákupi í dystinum móti Blackburn. Jákup á Borg spældi allar 90 minuttirnar í høgru
Kvinnuráðstevnan hjá Útnorðurráðnum verður í Havn í juni 1999. Endamálið við ráðstevnuni er at fáa í lag eitt orðaskifti fyri kvinnur í útnorði, har tær kunnu hittast og tosa um felags trupulleikar, fáa [...] samarbeiði í útnorði. Roknað verður við, at umleið 100 kvinnur frá teimum trimum londunum í útnorði, Føroyum, Grønlandi og Íslandi, hittast á ráðstevnuni at tosa um støðu sína. Tann føroyska sendinevndin í Út [...] høvuðsábyrgdina av ráðstevnuni. Við tí í hyggju, at ráðstevnan verður á einum breiðum grundarlagi hevur ráðið sett ein arbeiðsbólk í Føroyum, sum saman við millumgongufólki í Grønlandi og Íslandi, ger uppskot
Í mai-juni í ár skipaði norðurlendska ráðharraráðið fyri eini kvinnuráðstevnu um javnstøðu í Føroyum. Í dag verður sett ein ráðstevna, sum eisini er um javnstøðu, um hvussu vit kunnu fáa javnstøðu inn [...] skipan við hana í grannalondunum, so eru nógv fleiri kvinnur at síggja bæði í tingum og í stjórnum. Í Noreg hevur verið siður, at eins nógvar kvinnur hava verið millum ráðharrarnar sum menn, og í Stórtinginum [...] um hevur verið rættuliga góð javnvág í. Sama er í Danmark og í Svøríki. Júst javnstøðulógin hevur tað kravið í sær, sum eitt arbeiðaraflokkurin í Noreg hevur brúkt fyri at fáa kvinnur framat - kynskvotering
í Føroyum. Bjørn Bjarnason tók av og var skjótur, tí longu nú leygardagin koma Bjørn Bjarnason og kona hansara á vitjan í Føroyum. Vitjað verður ymisa staðni, m.a. í Kirkjubø, Listaskálanum og á skúlum [...] eisini í hesum sambandi, at ráðharrarnir skulu undirskriva eina yvirlýsing um samstarv millum báðar ráðharrastovurnar - Menntamálaráðuneytið í Íslandi og Undirvísingar- og Mentamálastýrið í Føroyum. Samstarvið [...] kanska serliga hevur áhuga í sambandi við hesari vitjan er, at Bjørn Bjarnason fer at halda ein fyrilestur í Norðurlandahúsinum, sunnudagin tann 20. september 1998, kl. 15.00. Í hesum fyrilestri fer Bjørn
hvussu oljuvinnan er bygd út í Alaska og hvønn kollveltandi týdning hon hevur fingið fyri fólkið ið her býr. Vit hava eisini hoyrt tey innføddu her, eitt nú í Barrow og í Anchorage við, siga frá sínum [...] hevur givið okkum nógv at hugsa um, sigur Eyðun Elttør, landsstýrismaður í oljumálum eftir spennandi og áhugaverdu vitjanina í amerikanska statinum Alaska herfyri. Landsstýrismaðurin viðgongur at hann [...] ein oljuvinna kann ganga hond í hond við aðrar vinnur, her ikki minst fiskivinnuna, hvussu hesar vinnur megna at liva upp til eitt reint umhvørvið. Svarið eg havi fingið her í Alaska vísir, at tað ber til
sleppa børnini at vaða í grindablóði, samstundis sum tey sleppa at skera navn sítt í hvalakúlurnar. Hesir vinarligu hvalir verða slaktaðir, bert 200 fjórðingar úr skotsku stondini í Føroyum...« Danny Penman [...] teir ikki við góðum, so skulu teir tvingast til tað við illum. Í eini kenslubornari grein í The Express, skrivar Danny Penman um tað ræðuliga í at føroyingar drepa grind á ein slíkan barbariskan hátt. Hesi [...] Penman letur tað í greinini síggja soleiðis út, at grindadráp í Føroyum er ein loynidómur. Hann skrivar m. a. at The Express hevur fingið fatur á loyniligum myndum og videoupptøkum, sum vísa alt tað ræðuliga
samanlegging av feløgum, sum er farin fram í Føroyum - størri enn tá bankarnir løgdu saman, segði forstjórin í Tryggingarfelagnum Føroyar á tíðindafundi í gjár í sambandi við samanleggingina av teimum seks [...] væntar sær í rakstraravlopi í ár. Umframt hetta hevur Tryggingarfelagið Føroyar eisini eitt byrjunartilboð til akfarstryggingar. Higartil hevur Tryggingarsambandið Føroya býtt Føroyar upp í ymisk øki, [...] hvar í landinum ymsu skaðarnir henda, og hvussu stórir teir eru. Politikkurin higartil hevur verið, at tey, ið brúka tryggingina mest, skulu gjalda mest. Seinastu árini hevur landið verið býtt upp í tvey
, men hann ivast í, um nøkur hjálp er í tí. ? Eitt nú segði eg við mannin, at tað er talan um umhvørvisliga imperialismu, og tað hevur hann vent til at verða grøna imperialismu, sum í mínum hugaheimi merkir [...] er m. a. tí eg loyvi mær at ivast í, um tað hjálpir at skriva afturímóti í hesum føri. Men tað merkir avgjørt ikki, at Grindamannafelagið ætlar sær at geva skarvin í bardaganum fyri rætti føroyinga at [...] Hermansen. Og orsøkin er óivað tann, at Penman hevur ikki ynskt at innihaldið í grein hansara skuldi verða alment kunnugt í Føroyum áðrenn blaðið var prentað. Tí so kundi hent at onkur fór at verja seg - og