eyka umsiting, og um hetta heldur fram, mugu bløðini seta í starv ráðgevarar, ið kunnu søkja um miðlastuðul. Av tí at landsstýriskvinnan í mentamálum, einki hevur gjørt fyri at betra um støðuna hjá teimum [...] Føroya Blaðútgevarafelag biðið um fund við løgmann, og heitt á hann um at loysa málið um verandi miðlastuðulsútgjald beinanvegin, og tryggja umstøðurnar hjá blaðmiðlunum so vit framhaldandi kunnu hava føroysk [...] Samgongan lovaði, at betra um umstøðurnar hjá teimum privatu miðlunum, men seinasta árið er støðan bara versna, tí kappinging um lýsingarpengarnar, frá KVF og Televarpinum er bara harðnað. Vit hava fleiri
siður – um onkur ber sína hugsan fram, og valdið ikki vil vita av hesi hugsan – við svikum at eitra viðkomandi ella at blaka viðkomandi út úr einum flogfari ella av takinum á einum háhúsum. Um vit hugsa [...] eystanfyri sum heild vóru og halda fram at vera “barbarar”. Heimastýrislógin var – so útspilt sum hon er – í samsvari við hugsanina hjá einum demokratiskum meiriluta av føringum. Um fólk brúka sítt hugflog og [...] aftur hetjur í Russlandi, øll tann russiska søgan verður nú skrivað um og “putiniserað”, og fólk, sum vága sær at siga sína hugsan um hesar brotsmenn, kunnu í dag rokna við at verða fongslað, eitrað ella
tað eg minnist, so greitt og so ógvusliga brotið eitt púra greitt vallyfti. Eitt vallyfti, sum var heilt grundleggjandi. Sum snúði seg um politisk virði. Um stovnsrøkt. Um búskap. Um strategisku plasering [...] avtalaðu bara, at skipanin skal halda fram – eftir ynski úr Føroyum. (Eg gjørdi eisini – eftir ynski úr Føroyum – eina avtalu um tilsøgn um stuðul til ætlanina um at byggja eitt akvarium í Føroyum. Peningurin [...] kunnu søkja pengar úr, tá teir fara til Føroya. Hetta heldur Erling Eidesgaard vera so fúlt, so sjúkt, so skammiligt og so perverst, at eg kann samanberast við ein pedofilan, ið ger seg inn á børn. (Ella
Føroyabanka, eitt á Íslandsrygginum, og so eru sjey á landgrunninum. - Línuskipini fáa mest av toski, longu, brosmu og so nakað av hýsu, blálongu og svartkalva. Um útlitini til útróður varð sagt, at streymurin [...] er hampiligur hesa vikuna, men veðrið er skiftandi. Tí verður ikki roknað við nógvum útróðri aftrat fram til jólar. - Fiskiskapurin hjá útróðrarbátunum hevur verið hampiligur, og bátarnir hava fingið mest
seinni liður í arbeiðinum at savna altjóða sambærlig hagtøl um nýskapan, gransking og menning í Føroyum fyri 2022. Talan er um tvey ymisk spurnabløð um gransking og menning, eitt til fyritøkur og eitt til stovnar [...] teir eru so skilligir og greiðir sum møguligt. Allar fyritøkur, ið eru mettar at fremja gransking og menning, eru spurdar. Gransking og menning í tí almenna Gransking og menning fer eisini fram í tí almenna [...] royndir saman við føroyskum stovnum, soleiðis at teir eru so greiðir sum til ber. Allir stovnar, ið eru partur av kanningini, verða bidnir um at svara spurnablaðnum. Gransking og menning í Norðurlondum
og aðrar fyrireikingar, so tunnilstoymið kann fara undir at gera Tjørnuvíkartunnilin longu í 2024. Herfyri varð tunnilin til Dals skotin í gjøgnum og tunnilstoymið byrjar so smátt at rigga av á Sandoynni [...] eru omanlop. Harafturat er vegurin sera ótíðarhóskandi um summarið, tí Tjørnuvík er eitt av fremstu ferðamálum í Føroyum. Tað hevur verið tosað um tunnil til Tjørnuvíkar í áratíggju og í er tað í tøkum [...] Sandoynni. Fyri okkum í samgonguni er tað avgerandi, at arbeiðsfólkið í toyminum kann halda fram at arbeiða og útgerðin framhaldandi verða gagnnýtt. - Verandi vegur til Tjørnuvíkar er, sum flest øllum kunnugt
Kommunala Eftirlitið er ikki sannført um, at nøkur heimild finst og enn koyrir hesin glantrileikur, ið fullkomiliga óneyðugt ovbyrjarkommunalu eins væl og landsumsitingina. Sum um báðar ikki hava ovmikið av øðrum [...] uppgávum at takast við. Borgarstjórin átti at viðurkent, at hann leyp fram av og sjálvur bjóðað sær at rinda hesar góðu p-bøtur, so hetta pínliga mál kann steðga. Borgarar í TK fáa ógvusliga økt brúkaragjøld [...] avvarðandi mugu bíleggja privata fysioterapi til búfólk, so tey fáa eitt sindur av viðlíkahaldsvenjing. Tá man skal rinda fleiri túsund krónur meir um mánaðin átti tað at sæst aftur í einari betri tænastu
hetta skal fara fram í samsvari við altjóða lóg, herundir humanitera lóg. Ein ræðuleiki rættvísger ikki ein annan. Líka so skakað, sum vit vóru av hendingunum tann 7. oktober, líka so óunniligt er tað [...] tað at síggja og hoyra um oyðileggingar og stóra talið av sakleysum deyðum í Gasa – harímillum børn og kvinnur. Vápnahvíld má tí fáast í lag beinanvegin og allir gíslar eiga at verða treytaleyst latnir leysir [...] leysir. Altjóða lóg er einasti vegur at skapa frið og framtíð hjá fólki, heruppií altjóða reglur um krígsførslu og verju av rættindum hjá sivilum fólki í krígsstøðu. Sum partar í vápnaðum stríði mugu Ísrael
samgongumeirilutin í løgtinginum letur standa til við útsagnum um: “vit fara at hyggja eftir tí einaferð, um tað veruliga er so”. TAÐ ER SO, OG ØLL, SUM FÁAST VIÐ SOSIALT ARBEIÐI SÍGGJA TAÐ OG SIGA FRÁ [...] Støðan hjá hesum børnum átti at verið eitt uppróp til okkum øll um, at soleiðis eigur ongin at liva í einum so ríkum samfelag sum okkara. Øll tey, sum hjálpa hesum familjum, siga tað sama. Ongantíð fyrr [...] fyritíðarpensjónistar og støk, sum hevði eitt inntøkuloft á eina ella tvær arbeiðaralønir alt eftir um talan var um støk ella pør í húsarhaldinum, og havt eina lagaliga mótrokning í inntøku omanfyri hetta. Løgtingið
burðardygd og seta sær mál á burðardyggu kósini. Á arbeiðsfundunum er komið fram, at fyritøkurnar ynskja sær betri umstøður frá tí almenna, so tað er gjørligt at framleiða meira burðardygt. Tað er ikki viljin hjá [...] eitt nú neyðugt við góðskutryggjaðum hagtølum, so tað ber til at máta framstig á hesum øki. Meiri ferð á grøna orkuskiftið Fleiri fyritøkur hava sett sær mál um at skerja útlátið av vakstrarhúsgassum og gera [...] fyritøkunum, ið luttóku hava 22 fyritøkur ætlanir um at gera eina almenna frágreiðing og/ella lyklatøl fyri 2023, meðan hinar 7 fyritøkurnar arbeiða fram ímóti at gera hetta frá 2024. Hetta er eitt stórt