viðurskifti í sínu heild. Við í ferðalagnum eru millum annað eisini stjórin í SmartCatalonia, aðalstjórin í stjórnarráðnum fyri talgilding og almenna fyrisiting, og stjórin í ICT (teirra KT landsins) í Katalonia [...] til Føroyar á vitjan. Hann skal hitta Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, sum hevur ábyrgd av talgilding í Føroyum. Jordi Puigneró kemur at kunna seg um Talgildu Føroyar og at undirskriva
Ein 60 ára gamal maður varð í farnu viku funnin sekur í at hava smuglað tvey kilo av hassj til Føroya. Dómurin varð fongsul í seks mánaðir. Páskaaftan varð maðurin steðgaður á flogvøllinum, á veg heim [...] hassj í viðførinum, og maðurin varð tí handtikin. Hann varð varðhaldsfongslaður í fýra vikur, meðan nærri kanningar fóru fram og tá varðhaldsfongslingin var úti 20. apríl, møtti maðurin aftur í Føroya [...] Har var hann funnin sekur og dømdur fongsulrevsing í seks mánaðir. Sambært løgregluni hava tvey kilo av hassj eitt virði á 500.000 krónur í Føroyum.
Fyrr í dag boðaði Tvøroyrar kommuna frá, at íbúgvarnir í kommununi mugu kóka vatnið, tí dálking varð staðfest í vatninum frá reinsiverkinum í Trongisvági. Í kvøld boðaði Vestmanna kommuna frá, at eisini [...] dálking frá koliformum bakterium. Trupulleikin er vanligur í Føroyum hvørt heyst, og er orsøkin, at regn skolar mykju frá seyði út í áirnar og síðani í vatnbrunnarnar. Vanliga tekur tað nakrar dagar at loysa
liðfeløgunum í Dinamo Bukarest hevur Kaj Leo í Bartalsstovu verið til myndatøku, har felagið eisini hevur avdúkað hvørjum ryggnumrum leikararnir skulu spæla við framyvir. Tá ið Kaj Leo og liðfelagarnir í Dinamo [...] Dinamo Bukarest í morgin kl.17.00 føroyska tíð fáa vitjan av FC Botosani, fer Kaj Leo í Bartalsstovu at lata seg í eina spælitroyggju, sum hevur nummar 21 á bakinum. 21 er sama ryggnummar, sum hann hevði tá [...] hann fekk sítt gjøgnumbrot á besta liðnum hjá Víkingi. Seinasta kappingarárið í Føroyum skifti hann til nummar 10, meðan hann í Levanger FK hevði nummar 13.
samdøgur byrjar EM-undankappingin fyri U17-kvinnulandslið í hondbólti, sum verður í Havn í morgin, leygardagin og sunnudagin. Føroysku U17-kvinnurnar eru í bólki saman við Russlandi, Tjekkia og Íslandi, og verða [...] teir verða allir spældir í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Dystirnir hjá Føroyum eru allir kvølddystir, so tá ber til at síggja yngsta hondbóltslandsliðið hjá okkum royna seg í altjóða dystum. Trýst á pílin [...] pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Kristian Johansen, formann í Hondbóltssambandi Føroya, sum gleðir seg til kappingina.
Skonnartin Belle Poule hjá fronsku verjuni er í hesum døgum á vitjan í Havnini. Belle Poule er systurskip til Etoile, ið fyri nøkrum vikum síðani eisini var á Havnini. Í samband við vitjanina vóru umboð fyri [...] borgarstjóranum í Havn, Heðin Mortensen. Við á vitjanini vóru Dominic Lagadou, skipari á skonnartini, Andreas Holm, næstleiðari fyri Arctic Command, Hanna Jensen, franskur konsul í Føroyum, og oberst Johanic [...] Galode frá fronsku sendistovuni í Keypmannahavn. Skonnartin er á veg á til Íslands, har tað skal vera við í "Fronsku dagarnar". Høvi verður at vitja umborð á Belle Poule í morgin, týsdagin 21.juli.
Tórsvølli í dag klokkan 15. Sum vant, er stórsteypadysturin skipaður í samstarvið millum Fótbóltssambandið og Lions Club í Føroyum, og allur ágóðin frá dystinum fer til vælgerðandi endamál. Í ár fara pengarnir [...] Av tí at ov nógvur ísur er á Ovara vølli í Gundadali, er avgerð tikin um at flyta stórsteypadystin í fótbólti millum B36 og Víking á Tórsvøll í staðin. Dysturin millum føroyameistararnar og steypavinnararnar [...] sum hevur til endamáls at geva fólki við sálarligum avbjóðingum eina meiningsfulla tilveru, innihald í gerandisdagin og nakað at koma upp til.
sætta degi. Í gjár vórðu 711 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 172.325 kanningar gjørdar. Tilsamans hava nú 514 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru [...] persónar staðfestir frískir aftur, og sostatt eru 12 persónar smittaðir í løtuni. Eingin er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittuna. [...] Fýra nýggir smittutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Tað vísa nýggjastu tølini hjá Landslæknanum. Tríggir persónar eru partur av smittuketu, sum Landslæknin fylgir. Ein persónur er komin til Føroya úr
hevur verið í Danmark í útbúgvingarørindum, men kemur nú heimaftur til Vágs í summar. - Reidar hevur í Danmark spælt við ÍF Føroyum, men hevur eisini hvørt summar spælt í Suðuroynni, og spældi í fjør eisini [...] Teir báðir, Ari Krosslá Poulsen og Reidar Dahl Joensen skulu í FC Suðuroy blusurnar nú. Ari Krosslá Poulsen, spældi fyrru helvt av kappingarárinum hevur við 1. deild hjá HB, og hann fer nú aftur til Vágs [...] eisini við Betraliðnum hjá Suðringum. Reidar hevur spælt bæði sum verjuleikari og í álopinum, skrivar heimasíðan hjá FC Suðuroy.
Nixon og Barack Obama. Sjálvur gavst hann at ferðast runt og prædika í 2005, men sonurin Franklin Graham, sum eisini vitjaði í Føroyum í 2015, hevur hildið á við virkseminum. [...] hin størsti prædikumaðurin í nýggjari tíð. Hann byrjaði sítt virki í 1947. Mett verður, at hann hevur boðað gleðiboðskapinum um Jesus fyri meiri enn 215 milliónum menniskjum í 185 ymiskum londum. Harumframt [...] Harumframt hava hundraðtals aðrar milliónir hoyrt hann tala í útvarpi og sjónvarpi. Í síni livitíð var hann eisini andaligur ráðgevi hjá fleiri amerikanskum forsetum, so sum Dwight Eisenhower, Richard Nixon