Inntil tá hevði tað gingið javnt á, og gongdin helt fram at vera tann sama. Tá ið ein hálvur tími var farin, økti heimaliðið um leiðsluna, og tað vísti seg at vera heilt avgerandi. Vongverjin í høgru [...] EB/Streymur hevur 13 stig, og tað eru fýra stig aftur til niðurflytingarstrikuna. B68 hevur 11 stig. Um tvær vikur fer EB/Streymur í Gundadal at hitta B36, og tá fær B68 vitjan av KÍ.
hann út við trombonini. Tá hann kom innaftur og setti seg niður, fekk hann eitt bræv í hondina. Hetta sama brævið las Monica Stauss upp. Har stóð, at ein nevnd hevði gjørt av, at hann skuldi fáa Volker Behrens [...] Andras sigur, at hann bleiv øgiliga bilsin av viðurkenningini men sjálvandi ovurfegin. Hann hevur hugsað um at fara til USA at nema sær størri kunnleika innan blásiteknikk á einum skúla í antin New York ella [...] ein heilt serligan blásiteknikk har yviri, sum ein simpulten má royna, greiðir Andras frá. Talan er um eitt uppihald í USA upp á umleið fýra vikur. Tað er kostnaðarmikið. Andras metir, at tað kosta einar
Húsini skulvu. Góða mamma, um so vindurin blásti í útnyrðing ella láganlandnyrðing, um tað var ódn ella long, um tað var flóð ella fjørða, vart tú tann sama, og altíð á sama stað. Tú vart har. Barlastin [...] tínum sterku og eymu hondum enn einaferð ballaði dýnuna væl rundan um meg og kysti meg. Eg kendi heita andadrátt tín og sovnaði so við tað sama. Men so kom ein dagur. Mamma góða, tú gjørdist sjúk - støðan var [...] áttati, má ásannast at tú hevur verið eitt arbeiðsgrev, tú hevur ikki spart teg. Mangan havi eg hugsa um tað stríð tú hevur havt av at uppala okkum 12 systkini. Men ongantíð merkti eg á tær at tú vart ónøgd
tekur við sum leiðari, er útbúgvin frá lærdum tónlistaháskúla í 1992 við floytu sum høvuðsljóðføri, og sama ár fekk hon starv í Tórshavnar Musikkskúla. Í fjør hevur hon eisini nomið sær diplomútbúgving í leiðslu [...] brennur fyri uppgávuni. – Vit vilja tryggja okkum, at vit fáa tann musikkskúlan, vit øll kunnu fegnast um, og sum kann vera tann veruligi útbúgvingarligi og mentanarligi depilin, sum vit øll ynskja. Og vit
Røktarheiminum í nøkur ár, áðrenn hann doyði 26. oktober í 1997. Tá var hann 81 ára gamal. Andrea mundi hava nóg mikið at takast við heima við hús. Hon og Hanni fingu tíggju børn: Elisabeth, Páll, Dina [...] Hanna á Regni. Andrea er ættað uttan av Bø í Svínoy, og hon plagdi ofta saman við sínum at vitja aftur um sumrarnar. Foreldrini hjá Andreu vóru Dina og Poul Sivert Hansen. Tey fingu átta børn: Hanus, Óli,
Christian og var føddur í 1874, sama ár sum navnin doyði. Sigast kann, at A. C. Lützen kom at hava stóran týdning fyri okkara samfelag, og tað sama kann eisini sigast um hansara nógvu eftirkomarar. -------- [...] komandi parti fara vit at hoyra um Petru f. Müller, og Jens Olsen, sum var ein av okkara fremstu vinnulívsmonnum um næstseinasta aldarskifti. Sum ískoyti til greinina um Johan W. Restorff skal verða nevnt [...] søgu, har hon eisini greiddi frá um pápan og mammuni. Henda frásøgnin var sera áhugaverd og varð prentað í FF-blaðnum í 2003. Vit taka tann partin burturúr, sum snýr seg um pápan, har hon fyrst greiðir frá
Suðurlandið, men fingu 213 skippund vártúrin. Um 20. juli komu teir heim við 300 skippundum, og um 10. september komu teir við 300 skippundum. Nakað tað sama gekk í 1953. Í 1954 fóru skipini ikki avstað [...] koyrt bil, til hann var 98 ára gamal. Vit hava so ikki enn hoyrt um nakran líka gamlan bilførara. Bert hetta sigur, at her er talan er um ein knassa. Tað er stuttligt at práta við Diin. Hann minnist ikki [...] og koma annars inn á onnur viðurskifti, sum Diurin kann greiða frá. Ikki minst um pápan, ættina, heimbygdina og annars um hansara virksemi í sínum langa lívi. Diurin er sera birgur. Eyguni eru nakað farin
tað vóru ring boð. Og so var. Andreas er deyður, segði hon. Aftur einaferð var tað, sum um alt steðgaði upp. Sjálvt um vit vistu, at hann var farin til Danmarkar álvarsliga sjúkur, so ljóðaði, at alt gekk [...] fleiri ferðir tosað um, at farið eina bussferð saman uttanlands. Sjálvandi var Andreas primus motor í hesum ætlanum. Hetta skuldi so verða av ongum. Aftur einaferð fingu vit eina áminning um, at vit ikki skulu [...] gøtu grunda kann: best sum sólin fagrast skínur, deyðin inn um dyrnar trínur. Við hesum fátæksligu orðum vilja vit lýsa frið yvir minnið um okkara góða vin, Andreas Poulsen. ------------ Vinfólk
spyr Sigvald, um nakar bátur á útróðri var saknaður, men tað vistu tey einki um. Bjargaðir Sum tímarnir gingu, vórðu teir báðir saknaðir, tá ið teir ikki, sum ætlað, komu aftur seinni um kvøldið. Í fyrsta [...] uppí Kellingini Norðís fekk eisini stampagoymslu, sum lætti um útróðurin. Við útróður er umráðandi altíð at hava fáa gott agn, og ongantíð betri um tað eisini er feskt. Í 1967 fingu kraftblokkaskipini undir [...] kalvaagn. Ein dagin frættist um sild í Fuglafirði, og Ditleif Eldevig, stjórin á Havsbrún, bað teir endiliga koma at fáa sær. Teir fara so avstað mánadagin 13. februar um trítíðina seinnapartin. Teir
Kyndil móti StÍF á Skála. Í fjør bleiv Kyndil føroyameistari í seinasta dystinum móti sama liði á sama stað, og um tað eydnast teimum grønu at vinna í morgin, endurtekur søgan seg. VB spældi tveir dystir [...] dystir í Havn og stóð seg væl í báðum, uttan at tað rakk til stig. Tað fegnast tær í GÍ/Tjaldrinum um, og alt bendir enn á, at dysturin millum GÍ/Tjaldrið og VB í høllini í Runavík komandi leygardag verður [...] eftir tepra sigurin hjá teimum móti StÍF leygardagin. Bronsan fer antin til Neistan ella StÍF, men um Stjørnan snávar í onkrum av dystunum, sum eru eftir, er silvurið aftur í eygsjón hjá liðunum, ið vunnu