fegnaðust um, at stríði í Gaza varð steðgað, eftir at Egyptalnad hósdagin fekk eina vápnahvíld í lag. Í altjóða viðmerkingum í dag varð dentur lagdur á, at tíðin nú er búgvin til at finna eina politiska loysn [...] Seinnapartin í dag eru gøtubardagar brostnir á millum ísrelska løgreglu og palestinsk mótmælisfólk í økinum við al-Aqsa moskuna í Jerusalem. Tað hendir hóast vápnahvíldaravtalu, sum kom í gildi fyri Gaza í gjár [...] stjórin hjá ES, Josep Borrell, í eini fráboðan. Í Moskva sigur talskvinna fyri uttanríkisráðið, Maria Zakharova, at vápnahvíldin hevur týdning, men at nógv meira má gerast. Eisni Kina vísir á, at altjóða
tað eru Jónfinn Thomsen og Poul Hansen, ið hava eina skrivstovu í Runavík. Aðrar advokatfyritøkur hava havt deildir aðrastaðni í Føroyum enn í Havn, men í løtuni eru bara hesar báðar deildirnar uttanfyri [...] eisini hýsir einastu oljuhavnini í Føroyum. ? Við at hava eina skrivstovu kunnu vit veita eina betri tænastu í hesum økinum og norðanfyri sum heild, sigur Ólavur Jákup Kristoffersen. Frammanundan er ein [...] flytir virksemi aðrastaðni enn í høvuðsstaðnum. Skrivstovan hevur røtur aftur til 1905 og er elsta advokatskrivstova í Føroyum. Advokatarnir, ið starvast á skrivstovuni, eiga hana í felag, og eingin er stjóri
ður í vinnumálum, sum eisini hevur evstu politisku ábyrgdina av tunlunum. Bygdaráðið í Leirvík hevur fyribils noktað at leingja fyribils loyvið til at lata bilar sleppa at koyra ígjøgnum Leirvík í sambandi [...] nýggjárinum og Leirvíkar Bygdarráð hevur noktað at leingja loyvið og vil ikki taka málið upp aftur, fyrrenn Løgtingið hevur samtykt eina endaliga loysn á vegaføringini í Leirvík í sambandi við tunnilin. Skilja [...] Hetta hevur loypt hvøkk á politisku skipanina. Ein fyrispurningur til fleiri politikarar í gjár avdúkar, at teir skilja væl, at leirvíkingar hava mist tolið, tí hóast tosað hevur verið um tað í sjey ár
Kreutsmann. Í øðrum lagi hava vit lagt hana undir at vera í so oyðsluta, tá sagt verður, at fyritøkan hevur nýtt umleið eina kvart milliard í marknaðarføring. Rætta talið skal sjálvandi vera umleið eina kvart [...] Í grein í týsdagsblaðnum um ferðaskrivstovuna My Faroe í Keypmannahavn, hevur balðmaðurin gjørt eigaranum órætt. Í fyrsta lagi verður eigarin og stjórin nevnd Therese Kreutzfeldt. Tað er ikki rætt. Hon
- Regin Jacobsen hevur ment eina blóðeffektiva "maskinu", sum hevur sent sjálvt SalMar í skuggan sum hin mest effektiva alifyritøkan av teimum, sum eru skrásettar í keypsskálanum í Oslo. Lagt verður aftrat [...] heimasíðuni - ilaks.no - er í dag grein, sum Aslak Berge hevur skrivað, og í hesi grein verður keypið hjá Bakkafrost av The Scottish Salmon Company umrøtt. Í greinini fær stjórin í Bakkafrost, Regin Jacobsen [...] og nátt. The Scottish Salmon Company hevur eina veika leiðslu, smáar alistøðir, høgar framleiðslukostnaðir og vánalig úrslit yvir eina longri tíð. - Sterki maðurin í felagnum er russarin Yuri Lopatinsky
komandi borgarstjórin í Vági, dylir ikki fyri, at nýggja býráðið fer at raðfesta tað allarfremst at fáa gongd á aftur vinnulívið í Vági, sum er í djúpari kreppu. Í hesum samabndi hevur stóra flakavirkið hjá [...] samstarva um eina felags barnavernd. Bólturin hjá landsstýrinum Eitt stórt mál í Vági seinastu tíðina hevur verið ætlanin hjá landsstýrinum at flyta ætlaða miðnámsskúlan í Vági til Hovs og at byggja hann í ein [...] r Annars hevur nýggja býráðssamgongan í Vági sett sær fyri. ? at taka upp samráðingar við hagarnar í Vági um at vetrarfriða býin fyri seyð. ? at tálma ferðsluni í býnum, tí hon er at kalla í ruðuleika
á, at í 2011 varð ein manning á Tjaldrinum søgd úr starvi, og síðan tá hevur skipið bara havt eina manning. Og sostatt hevur Tjaldrið bara siglt 24 vikur um árið. Men skal manningin setast aftur í starv [...] til endamálið næsta ár. Tað eru 2,6 milliónir meiri enn í ár. Orsøkin til tað er, at nýggja fiskvinnunýskipanin skal setast í verk næsta ár, og í tí sambandi skal eftirlitið herðast, bæði á sjógvi og landi [...] styrkjast, og tað skal vera betri gjøgnumskygni um, hvør hevur rættindi at veiða og hvussu hesi rættindi verða flutt ímillum skip, eitt nú í sambandi við eina miðsavning av flotanum.
dyst. ? Har er eitt hol í reglunum, og tað hevði verið betri at havt eina lóg heldur enn eina stevnu á hesum økinum, segði Arsenal-venjarin. David Davies, sum er virkandi aðalstjóri í enska fótbóltssambandinum [...] høvið at umrøða eina slíka broyting í reglunum kemur næstan beinanvegin, tí longu leygardagin kemur altjóða nevndin, sum tekur sær av lógarbroytingum o.tíl. í fótbólti, saman til fundar í walisiska høvuðsstaðnum [...] umrøða hetta á fundinum leygardagin, tí hóast vit hava eina stevnu fyri Fair Play í hesum landinum, so vísti tilburðurin á Highbury, at eitt hol er í lógini, segði David Davies. ? Tað skuldi upprunaliga
skulu ásetast og so hvat hann hevur gjørt. Tað hevur gingið striltið at fingið svar frá nevndini, men nú røkist endiliga fyri, at nevndin ger eina niðurstøðu. Í dag var fundur í nevndini, har millum annað [...] til staðar í samband við klaguna hjá Meginfelag Útróðrarmanna, og sambært nývalda formanninum í Landsstýrismálanevndini, Magnus Rasmussen, so er nú klárt at svara klaguni. - Vit fara at gera eina niðurstøðu [...] niðurstøðu innan eina viku. Tað er vist, at tað verður liðugt í hesi vikuni, men hvørt fall fyrst í vikuni er ein niðurstøða klár, sigur Magnus Rasmussen.
Nordik hevur valt ikki at selja vinnukundavirksemið í Danmark, men í staðin at fremja eina stýrda avtøku. Hetta gevur bankanum møguleikan at gjalda eitt serligt vinningsbýti à 200 milliónir krónur í 2016 [...] tí bankin hevur í staðin valt at fremja eina stýrda avtøku av danska vinnukundavirkseminum. Bankin væntar at meginparturin av danska vinnukundavirkseminum verður avtikið í ár og fyrru helvt í 2016. Bankin [...] gjalda eitt vinningsbýti à í minsta lagi 100 milliónir eftir treytaðu søluna av tryggingarfelagnum Vørði. 23. septembur boðaði Bank Nordik frá, at bankin var farin undir eina sølutilgongd viðvíkjandi danska