at tær geva sjálvari tilgongdini størri gætur enn menn meðan menn hugsa meiri um at røkka úrslitum. Sjálv seti eg mær mál, sum eg arbeiði frameftir, men eg havi alla tíðina sjálva tilgongdina frammalaga [...] veruligum, men mátin tað verður borið fram virkar ágangandi fyri menn. - Eg havi ongantíð lisið javnstøðulógina og veit tískil í grundini ikki, hvat hon ásetir. Mær dámar ikki, at kvinnur og menn verða sett [...] um nøkur so eru tær ikki nógvar, men Jóhanna Vang hevur ikki merkt, at tað hevur verið nøkur forðing, at hon er kvinna. - Als ikki. Spurningurin er ikki um kyn, men um kunnleika, ið er tengdur at arbeiðinum
helst saman við, at flest ferðafólk er her tá og nógvir útisetar eru eisini heima um tað mundi. ? Men áhugin fyri okkara túrum hevur verið nógv størri í ár, og tað sæst eisini aftur hinar mánaðarnar, sigur [...] Fuglurin hevur ikki verið tann sami undir Vestmannabjørgunum, sum hann var fyri einum mansaldri síðani. Men teir hjá Skúvadal halda, at hann kortini er í spakuligari menning. ? Tað er so heilt vist, at lund [...] sigur Bjarki Skúvadal. Hann sigur, at tey sum hava verið undir Trøllkonufingri hava latið væl at, men at fráfallið kortini altíð verður stórt, tí fleiri, serliga føroyingar, tíma ikki tann túrin, og bíða
?Vit hava altíð havt ringar sømdir. Men harafturat eru karmarnir alsamt blivnir trengri og trengri hesi seinastu árini. ? Men vit hava ongantíð fingið nakað afturfyri, sum vigar upp ímóti teimum rættindum [...] ein atfinning, tí, tí hann er av teirri áskoðan, at allir skipabólkar skulu hava rætt at vera til. ? Men tað skerst ikki burtur, at hetta er eisini eitt, sum ávirkar rakstur, tí lemmatrolararnir sleppa ikki [...] toskinum, sum hevur verið undir Føroyum seinastu árini. ? Vit hava eitt hjáveiðiprosent av toski og hýsu, men tað er so lágt, at tað er ongin møguleiki at leggja seg eftir at fáa eitt sindur av toski, tí tað blívur
Einastu trupulleikar vóru, hvussu føroyingar skuldu brúka peningin, sum kemur við oljuævintýrinum, men tað er bert spurningur um hugflog! Tað riggaði sera væl. Annar partur var um bardagan at fáa oljuu [...] sínum lovsangi um oyggjarnar og fólkið ið her býr. Dánjal á Neystabø dugdi ikki bert sera væl enskt, men endurgav røddina hjá Michael Reveal nágreiniliga. Bert spell at ikki okkurt føroyskt orð var í tekstinum [...] fáa alt við. Og so var tað leikbrotið við gamla løgmanni, sum varð bukaður og úrlatin bókstaviliga, men sum kortini megnaði at koma á føtur og siga, at hann ongantíð hevði fingið so dyggan stuðul... og so
Íslandi fáa íslandskvotu, uttan at noyðast at keypa frá teimum, ið hava fingið tillutað íslandskvotu, men ikki hava hug at fiska undir Íslandi? Í viðmerkingum til fyrispurningin sigur Henrik Old, at tað f [...] fiskidagar, so var eisini rættast, at íslandskvotan varð býtt eins millum bátarnar í hesum bólkum. Men framhaldandi eru tað línubátarnir, sum bert fáa hálva íslandskvotu. Tí verður hesin fyrispurningurin
fáa vit dagliga ávirkan, vit fáa ábyrgdina, og vit fáa umsitingina og størvini. ? Men vilja vit ikki leggja saman, men halda, at kommunur uppá 400 - 500 fólk eru tað rætta, mugu vit fara hinvegin og býta [...] verður tosað um, er at leggja umsiting út um landið. ? Men tað eru bara nakrar heilt fáa kommunur, sum eru førar fyri at átaka sær hesa umistingina. ? Men eg síggi fyri mær eina gongd, har nakrar fáa kommunur [...] til eginpeninging. ? Men vit mugu samstundis staðfesta, at nógv tann mesti útflutningurin dettur niður í Havnini. ? Tað merkir, at vit savna peningin inn, sum skapar útflutningin. Men teir pengar, sum vit
skeivt endurgivið. Elin Hjelm segði, at Svimjihøllin hevði keypt sær dýrastu sólirnar í landinum, men at tær tó ikki nýtast at vera tær bestu.
Jákup Mortensen úr NSÍ segði sunnukvøldið, at felagið enn ikki hevði viðgjørt spurningin, men at tað fór at verða tikið upp á nevndarfundi, sum skuldi vera í gjárkvøldið. Hann metir annars, at hetta er [...] Hansen eisini byrjaður at venja. NSÍ var í fjør sera nær við at spæla seg til europeiska luttøku í ár, men tapið í seinastu minuttunum av seinasta dystinum móti B68 gjørdi, at GÍ í staðin fór avstað við seinasta
19% menn. Í teimum hægstu lønarbólkunum (21.-40.) er júst øvugt, her eru 71% menn og 29% kvinnur. Og hesi tøl eru gjørd upp sum ársverk, sum vísa umleið eins langan arbeiðsdag fyri kvinnur og menn. Hagtøl [...] partur av útgoldnum lønum verður goldin til ávikavist kvinnur/menn. Lond áseta, hvussu stórur partur av útgoldnum lønum fer til kvinnur/menn. Eisini hoyrist frá fakfeløgum, sum vísa á, hvussu lønarbýtið [...] lønin er. Ein størri javnvág í lønarútgjaldingum til kvinnur og menn og javnari býti av hægri og lægri løntum størvum millum kvinnur og menn, er tekin um betri býti av samfelagságóðanum. Nágreinilig tøl
Menn eru farnir at óttast fyri, hvat vorðið er av sildini, sum tók seg upp fyri fáum árum síðani. Einki hevur verið at sæð, hon hevur staðið djúpt og bátarnir hava heldur einki fingið nú vit eru komin [...] Góð 50.000 tons Bæði føroyskir, skotskir, danskir og íslendskir bátar hava leitað eftir sildini, men enn hava teir ikki rakt við hana. Tí hava teir verið í svartkjaftinum enn sum so hevur gjørt, at Havsbrún