men tað var ikki fyrr enn í seinna hálvleiki, at gongd kom á, tí hálvleiksstøðan var »bara« 2-0. Tey bæði málini í fyrra hálvleiki skutu Lisa í Liða og Olga Kristina Hansen, men í seinna hálvleiki var tað [...] beinanvegin kom KÍ á odda. – Okkara ætlan var at forða teimum í at koma í gongd fyrstu 20 minuttirnar, og at vit so fingu eitt mál longu í øðrum minutti, gjørdi tað bara betri. Vit vóru nakað betri enn [...] – so er tíggjunda gullið á rað komið til høldar. Eingin hóttan Sunnudagin var Víkingur á vitjan í Klaksvík, og undan dystinum var spenningur um, um kvinnurnar úr Gøtu og Leirvík skuldu megna at taka stig
vórðu skorað ella 4,2 í miðal í hvørjuim dysti. Talan var um málríkastu uppgerð í hesum kappingarárinum, tá ið KÍ á heimavølli vann 6-3 á VB/Sumba. Frammanundan var uppgerðin á Argjum í 2. umfari, tá ið GÍ [...] saman við uppgerðini í Klaksvík henda sama leygardagin, tá ið NSÍ fer at vitja har norðuri, fara at hava lyklastøðu í FM stríðnum, um EB/Streymur ikki frammanundan fer at hava telvað seg í so mikið góða støðu [...] avgreiðslusøk í Gundadali ímóti VB/Sumba, meðan NSÍ skal spæla í Streymnesi, har tað verður púra opið, meðan fullmannað B36 eigur at vera favorittur, tá ið árstalsfelagið fer at vitja í Gøtu. Talvan boðar
Fyrst í hesum árinum kunngjørdi Faroe Ship í tíðindaskrivi, at felagið hevði fingið tvey nýggj bingjuskip inn fyri gomlu Lómur og Blikur, sum høvdu røkt farmaleiðina millum Føroyar og umheimin í mong harrans [...] verið skrásettir í FAS (føroyska altjóða skipaskráin), so gjørdist skjótt greitt, at tey nýggju vóru skrásett á Kypros. FAS umfatar bert norðurlendingar Vit hava spurt Jóhannu á Bergi, stjóra í Faroe Ship, [...] hví Eimskip, sum er móðurfelag hjá Faroe Ship, hevur valt at skráseta Blik og Lóm í eini aðrari skrá enn FAS – í hesum føri á Kypros. - Tað er soleiðis, at Blikur og Lómur eru langtíðarleigað (time-chartered)
miðvøllinum, og síðani sera hegnisliga spældi djúpt til Heðin á Lakjuni, sum rann seg í holið, sum Santos læt eftir seg í verjuni. Í fyrstu atløgu gav innleggið einki, men tá bólturin datt fyri føturnar á Rodrigo [...] sera sjáldan spælt seg í yvirtalsstøður. Súni Olsen royndi við nøkrum sendingum at taga KÍ-verjuna út í borðini, og partvíst eydnaðist hetta. Men við Ova Nysted og Milic Curcic í mótstøðuverjuni er kravið [...] spennindi verðið skapt við einum sigri í Klaksvík. Ikki minst tí B36 við tilgongdini av Súna Olsen og komandi tilgongdini av Sam Malson hevur givið til kennar, at teir vilja í oddin. Men hóast einstakar góðar
tá ið tey eru í loftmiðlunum, og góður málburður verður treytaleyst kravdur av teimum, sum starvast í almennum loftmiðlum. Flest teirra lúka krøvini í øllum góðum. Tey, sum eru gestir í útvarpi ella sjónvarpi [...] sjónvarpi í samrøðum e.a.tíl., eru ikki undir sama kravi. Men her eru politikarar í einari serligari støðu, so nógv pláss sum teir fáa í almennu miðlunum; harumframt hava teir sum vald umboð hjá okkum øllum [...] gleðiligt at síggja ítróttafrásøgufólk í sjónvarpinum herfyri lurta eftir gøtumanni, sum greiddi frá, at tað eitur víkingur og ikki víkkingur, sum hevur verið at hoyra víða hvar í eina tíð. Nú hoyrist tann rætti
verið neyðugt. Fyrsti dómurin í hesum sambandi fall í fjør, tá Magni Mohr og Bergur Midjord hjá B36 fingu dystarbann eftir eina hending í dystinum millum TB og B36 á Sevmýri í fjør. Ein hending, har tað annars [...] hava við sær. Nýggj dømi í væntu Eftir enn eitt umfar í Formula-deildini tykist spurningurin nú verða, hvussu harða linjan verður fylgd upp. Í londunum kring okkum hevur tað í fleiri ár verið siðvenja [...] ini. Og heldur eingin ivi man vera um, at vit í kvøld fara at síggja fleiri myndir av tí, sum fyrifórst á vøllinum eftir dystin millum KÍ og HB í Klaksvík. Sum skilst, so var talan her tó meira um HB-spælarar
Petersen vísir á, at nú talan er um at byggja skótahús í Runavík og við Leynavatn, ungdómshús í Árnafirði, virkishús í Klaksvík, ítróttarhøll í Sandoynni og í Skálafirði – bara fyri at nevna onkrar verkætlanir [...] stovnaður í 1994, hevur 140 mio krónur í eginpeningi. Tað eru Danmarks Idræts-Forbund, Danske Gymnastik-og Idrætsforeninger, Dansk Firmaidrætsforbund og Dansk Ungdoms Fællesråd, sum eiga eginpeningin í grunninum [...] mentan og frítíðarvirksemi – í breiðum høpi. Tað er mentamálaráðið hjá donsku stjórnini, sum umsitir LOA-grunnin. Stórir møguleikar Petur Elias Petersen, sum er stjóri í føroysku ítróttarveddingini, heldur
inum eisini fara fyri skeyti. Sjálvandi er liðið framvegis við í heiðursmerkjastríðnum í landskappingini, men har tykjast bronsumerkini í løtuni at vera tey mest sannlíku, og tað er neyvan nóg mikið hjá [...] hetta úrslit í, at tað skuldu ganga 13 minuttir, áðrenn VB fyri fyrstu ferð hevði funnið vegin fram til meskarnar. Hevði effektiviteturin framman fyri VB-málið verið eins stórur, og hann var tað í verjuni, [...] góða verju, og partvíst tí VÍF misnýtti ov nógv. Og so tók VB seg aftur í dystin. Nú vóru tað tær, sum av álvara fingu sett propp í hjá VÍF, sum bert fekk tvey mál seinasta korterið fyri steðgin. Gullregnið
Klaksvík: Massasjan, sum tær fýra nú eru farnar í holt við, kallast stólamassasja. Hetta er ein øðrvísi massasja enn tað, sum ein vanliga kennir. Tí her er talan um eina massasju, har ein situr í einum [...] hetta byrjaði. Tær hoyrdu um hesa massasjuna og teknaðu seg so til eitt skeið, sum var her í Føroyum í desember í fjør. Síðani tað hava tær vant nógv. Treytin fyri at fáa prógvið sum stólamassøsur eru 100 [...] hinar nikka samtykkjandi. Mitt í øllum sigur Eghild, at nú er stólurin komin. Hon hevur ringt eftir honum, og áðrenn ein veit av, so hava tær sett stólin upp í gongini í Hereford, og har verður blaðkvinnan
BRIDGE Spæld vórðu fýra umfør í FM kappingin fyri lið í Bridgehúsinum í Havn seinasta vikuskifti. Í fyrstu deild er kappingin komin gott og væl í helvt, og tvey lið hava lagt seg heldur væl fram um hini [...] enn øll hini í deildini. Fremst í aðru deild liggja liðini hjá Halluri Ellingsgaard (Eysturoy) og Petur Winther (Vágur). Væl við í kappingini er eisini liðið hjá Maritu Krossteig (Klaksvík). Úrslit 1. deild [...] framtíð í bridge. Onkur vil vera við, at teir longu nú banka uppá dyrnar til A-landsliðið! Hini fýra liðini í fyrstu deild liggja sera jøvn, og enn er vónleyst at spáa um, hvørji av teimum sleppa við í endaumfarið