arbeiðsgevaran ber í sær, at eg kann veita kunningarráðgeving uttan fyri húsið. Eg vil avsanna, at eg arbeiði sum spin-doktari hjá nøkrum, og eg eri sera ósamdur við sjónarmiðið um, at eg blandi mítt privata [...] løgmanni, sum koma fram í tíðindaskrivinum, sum Løgmansskrivstovan sendi út í farnu viku. Eg kann vátta, at eg arbeiði sum kunningarráðgevi. Av góðum grundum fái eg onki sagt um, hvør fær ráðgeving frá mær,
Ósemja hevur tikið seg upp í Norges Fiskarlag, og vandi er fyri, at ein partur av reiðarunum fara at taka seg úr felagnum. Orsøkin er ósemja um tað árliga kvotubýtið. Í øðrum partinum eru reiðararnir á [...] reiðararnir hava kortini greiðan meiriluta í høvuðsfelagnum. Ósemjan kann sambært Bergens Tidende enda við, at reiðararnir á teimum stóru skipunum fara burtur úr Norges Fiskarlag og upp í Næringslivets Hovedor [...] Hovedorganisasjon ístaðin fyri. Nevndin í felagnum umrøddi viðurskiftini í gjár,og roknað verður við, at endalig støða verður tikin á landsfundinum, sum verður í januar.
Tøl hjá norsku hagstovuni vísa, at norðmenn trívast best í býarsamfeløgum. Í hvussu er búgva 80 prosent av norska fólkinum nú í býunum. Hagtølini vísa, at næstan triðingurin av norska fólkinum býr í ella [...] býirnar, og tað svarar til næstan helmingin av vøkstrinum í norska fólkatalinum hetta árið. Tølini vísa, at tann 1. januar í ár búðu 1.320.000 fólk í Oslo, Bergen Stavanger og Tróndheimi, og hetta eru eisini [...] Í Finnmørkini gongur tað tann øvugta vegin, vísa hagtølini, tí har minka býirnir. Samstundis sæst, at tað eru tær minstu bygdirnar, sum veksa mest. Í bygdum, sum hava millum 200 og 500 fólk, er fólkatalið
Við tað at eingin framhaldsdeild var á Strondum var farið yvirum fjørðin at taka realprógv. Pápin var skipari, og var Anker til skips við honum, til hann sum 26 ára gamal fór á sjómansskúla at lesa til [...] Fekk prógvið í 1986 og hevur síðan starvast sum lærari við Stranda Skúla. Í 1989 var hann við til at stovna eitt ungmannafelag, sum fekk navnið Strálan. Hann hevur frá fyrsta degi verið formaður í felagnum
vísti á, at tilbúgvingin í Norðurnoregi hevði fingið eitt hjálparskip afturat, so nú vóru viðurskiftini í lagi. Men sambært deildarleiðaranum, Johan Marius Ly, er tann nýggja útgerðin bara egnað til at pumpa [...] Kemur eitt oljutangaskip í havsneyð í Barentshavinum, og neyðugt verður at pumpa oljuna úr tí, eru norsku tilbúgvingarmyndugleikarnir illa fyrireikaðir. Tað heldur deildarleiðarin fyri tilbúgvingini í [...] norska útvarpið. Kemur eitt tangaskip við ráolju í havsneyð, og oljan skal pumpast úr tí, er neyðugt at fáa egnaða útgerð úr Bodø, og tað tekur alt ov langa tíð, sigur hann.
Norðurrumenia. Har var so fátæksligt at kommunan ikki hevði ráð til at hava gøtuljósini tendraði, men tá við komu inn í bygdina, tendraðu ljósini. Tey hava ivaleyst sæð fram til, at vit komu. Fólk vóru ógvuliga [...] Betty á Høgabóli úr Miðvági og Ansgar Hansen úr Klaksvík. Absalon sigur við Kirkjuligt Missiónsblað, at hjálpin hesaferð var veitt einum øki norðast í Rumenia á arkinum til Ukraina, og er hetta ein tann
gjørdi nakrar kanningar á Køreteknisk Institut í Roskilde. Teir komu til, at summardekkini bremsa nógv betur og eru nógv stúttari at koyra við tá ongin kavi ella ísur er á vegnum. Teir gjørdu royndir við [...] dekkmerkjunum Michelin og Goodyear. Allar royndirnar vóru gjørdar við at bremsa bilinum frá 100 km/t til hann stóð stillur. Tað vísti seg at tá ongin kavi ella ísur var, høvdu summadekkini upp til 10 metrar
Nyholm Debess at framføra í Stóra Pakkhúsi í Vági. Hetta er nýggj samanseting í føroyskum tónleikalívi og spennandi er at vita, hvussu hepnast. Tað er jazzur, sum er á skránni, tá teir fara at framføra á [...] húsast. Húsið verður nýtt til ymisk endamál og fleiri tiltøk eru í húsinum regluliga. Farið er undir at hava tónleikaframførslur og eisini jazzkvøldini verða ætlandi regliligur partur av skránni. Áður hava
tollvaldinum lat tollararnar vita, at okkurt illgrunavert var í bilinum. Tí var hann tikin til nærri kanningar, og har varð hassj funnið. Talan er um tveir danir, ið royndu at smugla. Ein kvinna, ið var 19 [...] var síðst í 20-unum. Tey eru ókend í Føroyum og skuldu eftir øllum at døma bara lata onkrum føroyingi hassjið. Tey bæði høvdu boðað frá, at tey skuldu vera í Føroyum í heilt stutta tíð. Tey eru handtikin
Ítróttarfelag, B71 fyri fiskikapping. Bátar úr allari oynni fara at luttaka. Byrjað verður leygarmorgunum kl. 06.00 og seinasta freist at landa er kl.18.00. Sandingar avreiða á Sandi. Skopuningar í Skopun [...] Fullfermdu útróðrarbátarnir, vónandi, verða móttiknir við pannukøkum og heitum drekkamunni komnir aftur at landi. Kl 21.00 bjóða fyrireikararnir øllum luttakarunum til ein bita í Virkinum á Sandi, har vinningarnir [...] vinning. Harumframt fær báturin, ið avreitt hevur størstu mongdina av fiski, ferðasteyp. Ætlanin er at kappast um hetta steyp í 5 ár. Nógvu og góðu vinningarnir eru fingnir til vega frá góðum stuðlum í