hvussu týdningarmikið tað er at kunna geva fólki, sum hava gingið á odda og gjørt nakað gott fyri eina ávísa søk, eitt herðaklapp og meira enn tað, nevniliga heiðurin at vera kosin ársins kvinna og maður [...] handaninar takkaðu tey bæði fyri heiðurin. Leila Solmunde segði, at hesin heiður var ikki bara til sín men til øll tey, sum arbeiða fyri at betra um korini hjá teimum brekaðu í Føroyum. Sofus Olsen takkaði
viðaftur, men tað eydnaðist ikki Tromsø at gera nakað við sterka oddaliðið, sum vann dystin 3-0. Settúrslitini vóru: 25-20, 25-18 og 25-19. Heimasíðan hjá BK Tromsø skrivar, at liðið hevði ikki ein av sínum bestu [...] Dragvoll. Hendan dystin manglaði BK Tromsø Rúna Weihe og tveir aðrar lyklaspælarar, men teir megnaðu tó at hála ein tepran 3-2 sigur í land. Settúrslitini vóru: 18-25, 25-23, 25-22, 21-25 og 7-15. Taptu toppdyst [...] bestu døgum hendan. Spælararnir gjørdu nógvar servufeilir og kláraðu ikki at leggja trýst á liðið úr Kristianssund. Næsti dystur hjá BK Tromsø verður um vikuskiftið ímóti Oslo Volley.
matvørustýrið krevur nú, at fleiri kosttilskot verða kallað inn aftur, tí tey innihalda ólógligu plantuna savpalme, (Serenoa repens (Bartr.) Small), sum er undir illgruna fyri, at hava ringa ávirkan á h [...] hormonskipanina. Brúkarar verða bidnir um at lata vørurnar inn til handilin har tær eru keyptar, ella at koyra tær burtur. Talan er um hesar vørur: Saw Palmetto, Natures Sunshine selt av LSL Danmark Aps
svartkjafti. Á Havsbrún siga tey, at okkurt er í ólagi á virkinum í Kilybegs í Írlandi, og tað er orsøkin til, at írskir og skotskir bátar hava stevnt til Føroya og Íslands at landa um dagarnar. Virkið í Kilybegs [...] Havsbrún táttar í 2.000 tons um døgnið. Christian í Grótinum er í løtuni á veg til Vestmannaoyggjarnar at landa. Saksaberg og Høgaberg eru framvegis á lodnuveiði undir Íslandi. Teir byrjaðu seinni har yviri
luttakarar møtt til kappigina. Serliga hevði vindurin hug at arga rennararnar, sum allan teinin høvdu ættina mest sum beint ímóti. Tí er einki at siga til, at tíðirnar hjá rennarunum ikki vóru so góðar, sum tær [...] tá tey eftir kappingina vórðu boðin til Svangaskrað, har ein góður drekkamuður og pannukøkur vóru at fáa. Hjá monnum var Sigurð Justinussen úr Bragdinum fyrstur á mál. Hann hevði tíðina 1.27.04. Hjá kvinnunum
bilasølur og Tryggingarfelagið Føroyar fara at sýna fram. Bilasølurnar eru Berg Motors, Reyni Service, VR-Bilar, Norðbil og Norðcar, og koma bilar frá um 20 framleiðarum at verða sýnd fram. Framsýningin byrjar [...] byrjar báðar dagarnar kl 14 og endar kl 19. Umframt at tey vitjandi fáa høvi at tosa um bilakeyp, trygging og fígging við framsýnararnar, verður skipað fyri ymiskum undirhaldi. Leygardagin undirhalda Popcorn
Lena er heilt innanfyri, men eingin ivi er um, at hetta er eitt herðaklapp. Til ber at hoyra sendingina og atkvøða á heimasíðuni hjá listanum, til ber at atkvøða til týsdag, so í dag er síðsta freist: [...] á danska marknaðinum. Men eisini á stóru almennu rásunum P3 og P4 hevur Step on the gas verið nógv at hoyrt. Tjecklisten er júst á P3. Hetta er ein sera vælumtókt hitlista sending, har lurtarin atkvøður
Havn og P/F Esmar Simonsen á Kambsdali um at VR-Bilar nú umboða koreansku Chevrolet bilarnar í Føroyum. Hesir Chevrolet eru fyrrverandi Daewoo. Avtalan ber í sær, at VR Bilar nú kunnu selja øll trý bilmerkini: [...] teir eisini selja. Marni Olsen, stjóri hjá VR Bilum, sigur, at hetta er ein góð avtala, teir hava gjørt við P/F Esmar Simonsen havandi í huga, at undirsjóvartunnilin til Klaksvíkar skjótt verður liðugur.
- Sum ein liður í okkara støðugu stremban eftir at veita kappingarførar tænastur á øllum teimum økjum, el&tele veitir tænastur á. (el-tele og internet), eru vit nú komnir við nýggjum breiðbandstilboðum [...] til privatkundarnar, sigur Rasmus Magnussen, stjóri í el&tele í tíðindaskrivi. - Vit hava lagt dent á at hava teir bestu prísinar til tey, sum hava eina skynsama internetnýtslu, sigur hann. Í internetpakkunum [...] frá el&tele eru stórar mongdir av fríari ferðslu, og so verður tað ókeypis hjá teimum størru pakkunum at verða á netinum frá leygardegi kl 14 til mánamorgun kl 06. Tann minsti pakkin kostar 195 kr um mánaðin
Pálsdóttir fer í oktober mánaði aftur at hava fleiri konsertir við Danmarks Radio Big Band. Konsertirnar byrja og enda í Danmark, men føroyingar sleppa eisini at uppliva Eivør saman við tí heimskenda danska [...] danska orkestrinum. Hóskvøldið og fríggjakvøldið 13. og 14. oktober fara Eivør og DR Big Band at spæla í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Fyrsta konsertin verður tann 5. oktober, tá ið tey spæla í Føllenslev [...] góvu Eivør og Danmarks Radio Big Band út eina fløgu, og tað verður við grundarlagi í hesari fløgu, at tær sjey konsertirnar í oktober mánaði verða hildnar.