Krinvarpið granskar og viðgerð søguna um portrið á Galaxy, um hetta var opið ella ikki. Og alt gott um tað, tað er uppgáva teirra, at bera okkum tíðindi, ikki bert hissini, men álítandi! Tey fingu eina mynd [...] staðfest varð, nær myndin var tikin, hvar skipið var júst tá- osv. Og so fóru tey til verka, tey ringdu og skrivaðu til bæði ein og annan, gravaðu í søguni, brúktu tímar at kanna- fyrst og framst fyri at [...] at staðfesta sannleiksvirðið í henni. Enn vita vit ikki um tey halda á, men tað vit vita er, at alt byrjaði við einari mynd, og óivað einum teksti, sum onkur sendi teimum á Kvf, áðrenn hon varð borin víðari
Sambært Google Maps tekur tað 28 minuttir at koyra frá flogvøllinum í Kastrup til “Skånes Universitetssjukhus”, og tað tekur 26 minuttir at koyra til “Ríkissjúkrahúsið”. Neyvan er tað fyri at spara tveir minuttir [...] klingar í staðin fyri á Ríkissjúkrahúsið vórðu sendir til Skånes Universitetssjukhus? Í viðmerking til fyrispurningin vísir Erling Eidesgaard til innslag í Degi og Viku í síðstu viku, har vóru hagtøl á [...] verður við at bøta um støðuna. Tað, sum loypur í eyguni er, at næstaftast, beint framman fyri okkum, er tað danska sjúkrahúsverkið. Og hagar velja vit, av øllum, at senda so gott sum allar okkara sjúklingar
– Tað var ein stór uppliving, at vera við føroyska toyminum, sum var við til Euroskills í Herning. – Har var sera nógv fólk og vitjaði, og man fekk nógvar góðar samrøður, við bæði kend og ókend. Tað er [...] Livar Nysted ein stóran málning av einum báti. Tað vóru omanfyri 100.000 fólk og vitjaðu hallirnar hesar dagar, Euroskills var, og serliga stuttligt var tað, tá Fríðrikur kongur kom at heilsa uppá okkum [...] skrivar Livar. – Tá eg hoyrdi, at kongur skuldi vitja Euroskills, hugsadi eg, at skuldi tað hent at hann kom til tann føroyska básin, so mátti eg royna, at fáa hann at skriva »Kongen« á bátin, ið eg málaði
mánaðir í MEGD við nógvum og góðum arbeiði, má hon tó ásanna, at hetta krevur ov nógv, og at tað ikki ber til at vera forkvinna í báðum feløgum samstundis. Ruth greiðir frá, at hetta var eitt torført val [...] tekur næstformaðurin/-kvinnan við fram til fyrstkomandi aðalfund". Hetta merkir, at nýtt forfólk verður valt á komandi aðalfundi. Ása Olsen, sum varð vald til næstforkvinnu í MEGD, hevur nú játtað at [...] hondum. MEGD ynskir Ásu Olsen hjartaliga til lukku við forkvinnusessinum, og takkar henni fyri at hon tekur við í úrtíð. Samstundis fær Ruth eina hjartans tøkk fyri gott samstarv og blíð ynski víðari sum forkvinna
Tað er Jóhannis Joensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sum hevur sett Súsonnu Bertholdsen, landssstýriskvinnu, ein grein 52a fyrispurning um fleiri kommunulæknar og heilsutænastur nærri fólkinum [...] at m.a. sálarfrøðingar verða partur av heilsutænastunum á heilsudeplunum í framtíðini? Í viðmerking til fyrispurningin vísir Jóhannis Joensen á, at samgongan hevur sum mál at styrkja kommunlæknaskipanina [...] tungum sjúkragongdum á sjúkrahúsunum. Um hetta eydnast, verður spennandi at síggja, men málið er gott og greitt, sigur hann. – Ein liður í hesum arbeiði er at seta fleiri kommunulæknar í starv. Í fleiri
og tá ið tað ikki eydnaðist, so taka vit tað eina stigið við okkum og fegnast um, at fjarstøðan til B36 er varðveitt. Og vit fingu staðfest, at vit megna at spæla upp ímóti KÍ, og tað er gott at vita undan [...] og tað gekk aftur og fram og uttan so nógvar upplagdar málmøguleikar. Teir høvdu bóltin meiri, men vit høvdu eisini okkara løtur, og tað eydnaðist væl at tað var tætt millum keturnar. Vit fóru til Klaksvíkar [...] gestirnir, so var tað ikki meistarasnitt yvir KÍ spælinum. Tað var ikki nóg neyvt, og tað kennist sum um, at spælararnir ikki eru heilt so væl fyri nú, sum teir vóru fyrr í summar. Tá ið tað restaði eitt korter
endurtaka neyvt tað, sum sjúklingurin, familjan og onnur avvarðandi hava hoyrt undir viðtalunum. Sum vitiligt er, minnast nógv fólk ikki øll tey klóku orðini hjá læknunum, so tað er gott at síggja tey á [...] verður broytt til hesa orðing : § 3 Patientjournalen fungerer som et arbejdsredskab for de involverede sundhedspersoner, patienten og dennes eventuelle autoriserede pårørende og har til formål at sikre [...] á prenti eftir samtaluna. Borgarar hava vanliga avmarkað fokus á Sjúkuskránna, tað eru annars fleiri góðar grundir fyri, at hvør einstakur borgari gevur sjúkuskránni størri ans. Sjúkuskráirnar hava eisini
Hansen snittaði víðari til handara stólpa, skoraði. Hetta var fyrsta ferðin yvirhøvur, at niðurlendski vongverjin var málskjútti hjá HB. Tað var ferðmikið, og tað var undirhaldandi, tí tað vóru nógvar spentar [...] brotsteigunum. Samanspælið var ikki altíð so gott, og sum seinni hálvleikur leið hevði tað komið væl við, um tað var onkur, sum steðgaði bóltin, áðrenn tað varð koyrt á aftur. Undan dystarbyrjan varð norski [...] Tað endaði javnt, tá ið tað í sera góðum fótbóltslíkindum í Gundadali endaði 2-2 millum HB og B36. Soleiðis var tað eisini fyrr í summar. Ta ferðina var B36 frammanfyri 2-0. Í kvøld var HB frammanfyri
donsku meistararnir, Aalborg á vitjan. HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Gummersbach-Füchse Berlin. Við 1:41 minuttir sæst Hákun skjóta eitt gott mál aftaná eina góða fríspæling hjá Mathias [...] Tað gongur av skriðuni hjá nýggja høvuðsvenjaranum hjá Füchse Berlin, Nikolaj Krickau. Annan dystin á rað var Füchse Berlin fyri tapi í bundesliguni við Nikolaj Krickau við róðrið. Í dag tapti Füchse Berlin [...] setti teir allar í netið. Füchse Berlin hevur fýra stig fyri fýra dystir. Teir hava fýra stig upp til oddaliðið, Magdeburg sum vinnur hvønn dyst við greiðum málmuni. Hósdagin klokkan 17.45 hevur Füchse
Útbúgvingarmálaráðharrar úr øllum Evropa komu saman til fundar í sambandi við at Danmark hevur ES-formanskapin í løtuni. Evnið til umrøðu var, hvat kann gerast fyri at økja um áhugan fyri yrkisútbúgvingum [...] flestu ES-londunum. Ein ov lítil partur av ungdómsárgangunum velja tær handaligu útbúgvingarnar, og tað er ein trupulleiki í londunum. Danir vístu fram Legofyritøkuna, sum er kend um allan heimin, og rá [...] ##med3## John Høgnesen, bátasmiður, smíðaði sín føroyskan bát, meðan stevnan var. Hetta var ein eitt gott høvi hjá føroyskum handverki at gera vart við seg, men enn betri hevði verið, um vit kundu verið við