sleppa næstan allar ættir framat onkrastaðni á oynni. Tað kemur fram í nýggjari lýsing av staðveðrinum í Koltri, sum Veðurstova Føroya hevur gjørt saman við Sjúrði í Koltri og Sørini Djurhuus. Serliga lágur [...] og óløgini kunnu ganga langt niðan í grasið. Savna staðbundna vitan Lýsingin av veðrinum í Koltri er tann 45. samrøðan, sum Veðurstova Føroya hevur gjørt í arbeiðinum at savna vitan um staðveður kring [...] ælini ofta føst í høgu fjøllunum í Streymoynni og koma ikki um fjørðin til Kolturs. Lítið er vanliga av kava í oynni. Verður hvítt, tá kavin kemur høgur og tað er kalt, fýkur hann skjótt burtur aftur. Skalvar
íbirtari, slóðari og at enda vinnulívsmaður sum Olaf. -- Sjólívið og fiskivinnan vóru ein týðandi partur av lívinum hjá Olafi. Sum ungur fór hann fyrst sum kokkur og 5. maður við sandbáti hjá Dánjal Jákupi [...] sigldi Olaf sum yvirmaður hjá DFDS. So fór hann til Marstal og tók prógv sum skipsførari í 1965. Í 1967 fór Olaf á Danmarks Tekniske Institut til víðari útbúgving, sum gav honum kjans sum lærari á Sjó [...] Olaf bæði so og so. Longu sum blaðungur var hann raskur at arbeiða. Hann gjørdi nyttu sum slóttumaður, flórsópari, køstskumpari, fjallmaður, torvberi o.t. hjá trimum skyldmonnum, sum vóru bøndur, og fekk nakrar
Føroyar við virðisløn fyri at hava gjørt lærubók, sum telist millum tær bestu í Europa. “Í Námi fegnast vit um heiðurin at vera kosin av eini óheftari dómsnevnd av serfrøðingum at koma á úrvalslistan til BELMA [...] úrvalslistan til virðislønina. Nám, sum ger undirvísingartilfar til føroyska skúlaverkið, hevur vunnið BELMA virðislønina fimm ferðir. Fyrstu ferð var í 2020. Vinnarar av BELMA 2026 verða kosnir á bókamessuni [...] viðurkenning til rithøvundar, ritstjóra, myndprýðarar, grafikara, fylgibólk, rættlesara og onnur, sum hava verið við í arbeiðinum”, sigur Eyðun Gaard, stjóri í Námi. Dropar 9 er triðja og seinasta bókin
skulu serliga brúkast til kvinnur, sum eru í størri vanda fyri at fáa bróstkrabba. Sjúkrahúsverkið er komið so mikið væl áleiðis við fyrireikingunum, at MR-skanningar av bróstum væntandi kunnu byrja á Klaksvíkar [...] mammografi MR-skanning av bróstum verður ikki eitt vanligt tilboð til allar kvinnur og kemur ikki í staðin fyri mammografikanningar. Skanningarnar verða serliga nýttar til kvinnur, sum eru í størri vanda fyri [...] áðrenn skurðviðgerð. Harumframt mæla evropeiskar leiðreglur til, at MR verður brúkt sum tillagað screening hjá kvinnum, sum ikki eru sjúkar, men hava tættan bróstvevnað. Hetta verður tó ikki eitt vanligt
ólóglig í sjálvum sær. Tað kann nýtslan av teimum hinvegin vera. Sambært løgmanni er tað tí av stórum týdningi, at fólk sjálv eru varug við, hvussu tey nýta tól, sum kunnu taka myndir og filma. Tey eiga eisini [...] ávísum støðum. Løgmaður vísir á, at snildbrillur eins og onnur tól, sum taka myndir, filma og taka upp ljóð, kunnu verða nýttar á ein hátt, sum er í stríð við bæði verndarlóggávu og revsilóggávu. – Vandi kann [...] at fylgja tøkniligu menningini og meta um, hvørt lóggávan verjir privatlívið nóg væl. Snildbrillur, sum kunnu taka myndir, filma og taka upp ljóð, kunnu hava við sær álvarsligar avbjóðingar fyri privatlívið
. Víst verður á, at sum oftast eru tað flest menn, sum hava sitið við grýturnar og skoldað, men í ár hava fleiri kvinnur eisini verið við. - Og ikki at gloyma okkara unglingar, sum hava verið uppi í frá [...] hjá teimum, sum ikki sjálvi hava møguleika at fara eftir havhesti. - Soleiðis keypir onkur sær eitt kók ella tvey. Nakrar myndir liggja úti á heimasíðuni hjá kommununi, ið vísa rokanina, sum hevur verið [...] frá byrjan, verður lagt aftrat. Sagt verður, at tað er eitt stórt arbeiði, sum liggur aftan fyri at fáa havhestin kláran til matna. - Tá mennirnir koma aftur at landi við fuglinum, verður farið at skolda
vegin og eina skattarokning av søluni hinvegin? Landsstýrismaðurin svaraði, at Taks hevur mett, at henda sølan eigur ikki at vera roknað sum vinnulig, og tí kann íløgan og keyp av øðrum streymi frá SEV ikki [...] grøna orkuskiftinum. Sambært orkupolitikkinum sum Løgtingið samtykti í 2022 verður miðað eftir, at samlaði mátturin av sólorku skal vera 60 megawatt um árið. Av teimum skal umleið ein triðingur koma frá privatum [...] landsstýrismannin, hví tey sum hava sólpanel á tekjuni skulu rinda skatt, tá tey selja avlopsorku til SEV, men kunnu ikki trekkja keypið frá í skatti, tá tey keypa somu nøgd av streymi aftur frá SEV? Eg
Orsøkin er drúgvur turkur og fleiri hitabylgjur, sum hava rakt stórar partar av Mið- og Eysturevropa í summar. Sambært Copernicus hevur vatnstøðan í stórum pørtum av Donau verið metlág ella nær metlág. Í juli [...] sæst á einari nýggjari fylgisveinamynd, sum Copernicus, jarðeygleiðingarskipanin hjá ES, hevur almannakunngjørt. Áin er nógv smalri enn vanligt, og stór øki, sum vanliga eru undir vatni, liggja nú turr [...] juli var vatnføringin í næstan tveimum triðingum av ánni tann lægsta, sum er máld henda mánaðin í 34 ár. Skipaferðslan darvað Lága vatnstøðan hevur stórar avleiðingar fyri skipaferðsluna. Farmaskip kunnu
- Eigur tú eldri myndir av eldsløkking? Soleiðis spyrja tey í Skálafjarðar Kommunala Sløkkiiði (SKS) í morgun. - Okkum tørvar nakrar eldri myndir, sum vísa eldar og eldsløkking. Í SKS siga tey, at í løtuni [...] verður 50 ára minnisrit skrivað um felagsskapin, sum fevnir um Nes kommunu, Sjóvar kommunu og Runavíkar kommunu. - Hevur tú eina ella fleiri myndir liggjandi, sum eru søguligar, so vinarliga set teg í samband
goymslur av fiskamjøli og lýsi, sum væntandi røkka fram til annan ársfjórðing í 2027. Høgt virksemi í Føroyum Sambært stjóranum er gongdin í Føroyum framvegis góð. Bakkafrost tók 26.749 tons av laksi í [...] rakstrarúrslit upp á 273 milliónir krónur í øðrum ársfjórðingi í ár. Tað er meira enn fýrafalt so nógv sum sama tíðarskeið í fjør, tá rakstrarúrslitið var 65 milliónir krónur. Framgongdin kemur, hóast laksaprísurin [...] var 5,5 kilo, og framleiðslukostnaðurin var fýra prosent lægri enn í fjør. – Fiskurin í sjónum er sum heild væl fyri, sigur Regin Jacobsen. Felagið setti eisini 5,6 milliónir stór smolt á sjógv, og fyrstu