bara gagnar føroyskum máli, men sum eisini kann vera til gagns fyri onnur mál við lítlum málsligum tilfeingi. Ein týðandi partur av verkætlanini er, at alt verður opið. Týðingarmyndlar, tvímálslig dátusett [...] arbeitt við at gera ein so góðan teldutýðingarmyndil, sum til ber. Hetta verður m.a. gjørt við: At víðka um tvímálslig dátusett við at gagnnýta førleikarnar hjá stórmálmyndlum At neyvstilla ein fleirmálamyndil [...] útlendskar tøknipallar, sum týða til føroyskt og úr føroyskum, so sum Google Translate, ChatGPT og Claude. Hetta er at gleðast um, og mong brúka hesar tænastur. Men umráðandi er, at vit, sum tosa føroyskt, eisini
sáttmálar, sum eru gjørdir eftir kollektivar samráðingar millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Hetta er tískil peningur, sum reiðarí ikki hava til taks at rinda í landskassan, tí at hann er rindaður sum hýrur [...] upphædd endar í landskassanum sum lønarskattur. Í greinini verður mett, at umleið helmingurin av sonevndu tilfeingisrentuni, sum ikki er drigin inn, er hýra hjá manningum. Hetta er ein politisk hugsan hjá summum [...] hevur tað vanliga hægri avkast, enn tá tað fiskar lítið. Um ein manning er dugnalig og væl skipað, er úrslitið vanliga betri. Eitt skip kann fiska fyri 200 mió. kr., meðan eitt annað fiskar fyri 50 mió
tung boð, sum okur fingu í morgun. Vágbingurin Hans Jacob Hjelm var farin. Hans Jacob hevur fylt nógv í bygdarlívinum í Vági bæði sum privatpersónur og sum starvsfólk hjá Vágs Kommunu. Ein, sum altíð var [...] visti tá, at hetta skuldi vera seinastu ferð, jeg sá hann og fekk eitt prát við hann. Soleiðis kann lívið vera ófyrisigandi og hart. Sum starvsfólk hjá Vágs Kommunu var Hans Jacob ein sera virkin og dugnaligur [...] Hans Jacob var ikki bara ein arbeiðsfelagi, hann var ein partur av lívinum í bygdini. Hvørt tað var ítróttur, mentan ella onnur tiltøk, so var hann altíð til staðar. Hans Jacob var ein av teimum, ið gjørdu
vit fýra. Um vit einki gera, so vera tvey fólk á arbeiðsmarknaðinum fyri hvønn pensjónist um 30 ár. Hetta er ein avbjóðing tí tað eru tey sum eru á arbeiðsmarknaðinum sum fíggja vælferðarsamfelagið. Vit [...] Ein genta sum er fødd í ár kann rokna við at gerast 100 ár. Hóast vit javnan hoyra, at fólk gerast 100, so duga vit illa at ímynda okkum, at tað verður reglan heldur enn undantaki at gerast 100 ár. Hugsi [...] 70 ár. Tey fyrstu, sum vera ávirkaði av broytingini, eru tey, ið eru fødd í 1967. Hjá teimum hækkar pensjónsaldurin við trimum mánaðum. Tey, sum eru fødd eftir 1972, fáa pensjón sum 70 ára gomul. Men hetta
fiskiflota á so mangan hátt, m.a. um at fáa endurnýggjað vinnutólini. Teir fáu bátarnir í 4 T, sum eftir eru, fiska ongan stovn upp – tað er púra vist. Gev teimum møguleika at fiska, so teir hava ein kjans at [...] øðrum sjónarhorni enn undanfarni – vónandi tað. SERA STÓRAR SKERJINGAR “Tað er bara góði prísurin, sum bjargar okkum nú,” segði ein drivin og vitugur sjómaður við meg herfyri. Hann hevur við teir fáu trolbátarnar [...] okkara, sum er ómetaliga nógv minkaður seinnu árini vegna skerjingar og friðingar. Vit skulu ikki serliga langt aftur, tá tað mundu vera í minsta lagi 30 trolbátar í hesum bólki – nú eru teir 6, sum eru í
um fólkapensjón. Og tá pensónsaldurin hækkar, so broytir tað samstundis ymsar aðra skipanir, so sum útgjald úr Samhaldsfasta, útgjald av egnari pensjóns, eins at fólk skulu gjalda trý ár longri inn til [...] arbeiðsmarknaðinum enn aðrir starvsbólkar, og tí kann man ikki soleiðis skera øll yvir ein kamb, heldur hon. Men tá nú hetta er eitt uppskot frá landsstýrisflokkinum, so merkir tað uttan iva, at tað verður samtykt [...] sigur hon. – Eg skilji bara ikki, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava vent verkafólkinum so nógv bakið hesi síðstu árini. Eg skilji tað ikki, tað eru veruliga nøkur viðurskifti, sum treingja til at verða
sagt, at persónbilurin í dag er at meta sum ein vanligur brúkslutur. – Tað kann væl vera, men hendan lógarbroyting er samstundis eitt álvarsligt afturstig fyri tey, sum hava tørv á avlamisbili. Hjá teimum [...] tilverugrundarlagið hjá rørslutarnaðum, sum hava brúk fyri avlamisbili, so lítið virði, at tað við einum “pennastrokið” bara kann “ignorerast” og strikast? Kann landsstýrismaðurin í almannamálum greina [...] lógarbroytingini, so fær ein tað fatan, um eg skilji boð-skapin rætt, at Almannaverkið ikki longur vil brúka orku uppá fólk við skerdum førleika, sum bert hava brúk fyri einum avlamisbili. Tey, sum eru “kvalifiserað”
við stórum hondum, sum bæði lýsa tær arbeiðandi hendurnar og tær biðjandi hendurnar. Hon gevur sjálv henda málning heiti “føroysk hetja.” Hetta er so rætt, sum tað kann vera. Tað er ikki altíð [...] Heini. Sum hjá einum rættum listarfólki, so var teirra søga á hesum øki serlig. Eisini tá ið tað rann saman millum hana og Tord Niclassen, sum annars bleiv kendur á heilt øðrum økjum sum politikki [...] heilsan til tey, sum kundu hava brúk fyri tí. Hon kom spakuliga inn, setti seg niður uttast í køkinum og legði ein pakka eftir seg, sum hon helt at tørvur var á tí. Tað er eisini ein sera kendur málningur
gjarna hava næmingar úr øllum landinum. So um tú vilt vera ein av teimum fyrstu, sum royna Húsarhaldsskúlan í hesum nýggja stásiliga bygninginum, ja so er bara at søkja. – Vit gleða okkum at taka ímóti [...] alt verður gjørt frá grundini. Matoyðsl er ein týðandi partur, og vit læra næmingarnar at gagnnýta restir, so minst møguligt fer burtur. Tað kann vónandi vera við til at birta undir eina hugburðsbroyting [...] eingin ivi um, at Húsarhaldsskúli Føroya er ein sera populerur skúli. – Vit hava longu nú fingið fleiri enn 70 tilmeldingar. So har er ein stórur áhugi, og tað er bara stuttligt, sigur Jóhanna á Tjaldrafløtti
bleiv ein 5 mannanevnd vald. Hetta eru yngri fólk, og í vár er ætlanin, at savnið skal skipast sum bygdasavn undir Tjóðsavninum. – Eg skal vera øðiliga glaður, tá tey ungu yvirtaka. Eg kann vera til hjálpar [...] stóðu framvegis uppi, men blivu brúkt sum hoyggjhús; tá Grækaris A. Joensen fór í holt við at umvæla. Hann hevur lagt seg eftir at varðveita so nógv av tí gamla sum gjørligt, gólvið og fleiri sperrur eru [...] eri eg komin so langt til árs, so tað verður gott at onkur annar tekur við. Tað hevur verið stuttligt at síggja broytingina, og eg eri nøgdur við úrslitið. Fyrsta tiltakið á savninum verður ein kvøldseta