verður tó ikki miðað eftir at seta ein lækna av ávísum kyni. Landsstýriskvinnan sigur, at Heilsutrygd í setanartilgongdini fer at fylgja setanarpolitikki landsins og leggja dent á at seta tann umsøkjaran, sum [...] verður sett, og um arbeitt verður fyri, at kommunulæknaskipanin í Vágum eisini fer at fevna um ein kvinnuligan kommunulækna. Sambært landsstýriskvinnuni hevur samskifti verið millum Heilsutrygd og Vága kommunu [...] kommunulæknum og tvær við kvinnuligum kommunulæknum. Kvinnuligu kommunulæknarnir starvast á Norðskála og í Kollafirði. Borgarar í øllum heilsuøkinum kunnu velja millum kommunulæknarnar í økinum og hava sostatt
økinum vísa, at bæði yngri og eldri hava áhuga fyri íbúðum. Tá fólk, sum longu búgva í kommununi, flyta úr einum størri sethúsi í ein minni og nýggjari bústað, kann tað samstundis hava við sær, at fleiri sethús [...] búgv, verða búgvandi og flyta aftur til kommununa. - Tí er tað gleðiligt, at hesar verkætlanirnar nú eru komnar so langt. Vónin er, sigur Jógvan í Skorini, at nýggju bústaðirnir fara at nøkta ein part av [...] mánaðirnar viðgjørt báðar verkætlanirnar, og á bygdaráðsfundunum 24. februar og 28. apríl 2026 varð byggiloyvi givið til byggingina. Tað eru lokalu fyritøkurnar, Sp/f Búð og JUUL Grevstur, sum standa aftanfyri
har tær eru førar fyri at endursmitta laksin. Og so verða tær fleiri lús, og so byrjar hetta at verða meira og meira, og so fært tú ein eksponentiellan vøkstur. Tað vil siga, at vøksturin tekur dík á seg [...] fiskivinnukjak og at fara í tottarnar á hvørjum øðrum: politikarar, fiskimenn, reiðarar, serfrøðingar og onnur. Sum oftast koma vit til ta niðurstøðu, at tann eini parturin sigur, at tað má haldast aftur [...] um tú ikki klárar at halda lúsatalinum niðri á einum sovorðnum fjørði. Og ta støðuna hava vit verið í. Í 1990, 1991, 1992 var tað so nógv lús, at tað var reint út sagt forferdeligt. Og har firðir faktiskt
hjá KÍ at endurvinna FM heitið og í minsta lagi at tryggja KÍ pláss í Europa á sumri 2027. Í kvøld er fyrsta venjingin, har Fróði Benjaminsen er venjari. Tað var í gjár, at felagið boðaði frá, at Magnus [...] Magnus Powell er givin í felagnum, og at Fróði Benjaminsen, sum annars hevur skrivað undir venjarasáttmála fyri 2027 og 2028, er nýggjur venjari. Saman við høvuðsvenjaranum Fróða Benjaminsen eru tveir lokalir [...] Jacobsen og Atli Danielsen, sum umframt at hava roynt seg í bestu deildini, eisini í síni tíð vóru landsliðsspælarar. Fyrsti dysturin við nýggja venjaratoyminum við róðrið verður sunnudagin, tá ið KÍ fer at
sindur torskild. Men tað avgerandi er, hvussu nógv dronan vigar. Eitt mark er upp á 250 gram, og júst tí eru tað so nógvar dronur, sum viga 249 gram. Tá er ikki krav um sertifikat, men tað eru framvegis ymsar [...] Tað sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn. Í gjár fekk løgreglan boð um ferðafólk, sum flugu við dronu við Grønaból norðan fyri Klaksvík. Vaktleiðarin sigur, at lógin um at flúgva við dronu kann vera [...] ymsar reglur, sum skulu haldast. Eitt nú við at flúgva yvir vegi, flogvølli, tyrlupalli og annað. Útlendingarnir í hesum føri gjørdu einki ólógligt.
landið hava prógvað hetta ferð eftir ferð. Men, hóast tað er sunt at íðka ítrótt, so kemur tað stundum fyri, at tað stendur ov nógv á – og fólk fáa skaða í eitt nú beinini. Tá hevur HKcare í Saltangará eina [...] uppeftir – og hetta trýstið hjálpir blóðinum at renna gjøgnum beinini, sum ger, at beinini koma skjótari fyri seg. – Sum fysioterapeutur hevur tað stóran týdning fyri meg, at vit í Føroyum eru frísk og hava [...] loysn. Viðgerðarstovan innan fysioterapi og kosmetikk er nú farin at bjóða fram útgerð til ítróttafeløg og til einstaklingar. Hetta er útgerð, sum mýkir beinvøddar, og hevur útgerðin – nokk so hóskandi – fingið
Mentamálanevndini komandi mikudag, at skjóta upp, at Tórshavnar kommuna saman við fjallasúkklarum og sersambandinum fyri súkkling og triathlon fer at endurskoða ætlanina og kanna, hvørjir møguleikar eru. Hetta [...] fylgjandi býráð hava samtykt at arbeiða við at fáa eina súkklubreyt til fjallasúkkling við Vesturvarða, og hóast peningur er játtaður til verkætlanina, so er tað vorðið greitt, at meiriluti ikki longur er [...] náttúrugøtum, ið kommunan hevur gjørt í og kring býin. Nú undirtøka ikki longur er fyri verandi uppskoti, fer mentamálanevndin og býráðið at endurskoða ætlanina og kanna, hvørjir aðrir møguleikar eru. ##med3##
Infantino. Tað kemur kortini ikki óvart á, tí suðuramerikanska samgongan Conmebol boðaði hósdagin frá, at hon ikki fer at stuðla royndunum hjá UEFA at fáa Fifa-forsetan frá. Í skrivinum til Infantino og stjórnina [...] summar, velur nú at ganga ímóti egnu samgonguni. – FMF letur sín fulla stuðul til leiðsluna hjá forsetanum Infantino og arbeiðið at styrkja fótbóltsins stovnar og framhaldandi menna ítróttina, sigur mexikanska [...] Fifa skrivar AFA, at leiðslan tekur undir við arbeiðinum, sum er gjørt seinastu tíggju árini. Afinningarnar móti Gianni Infantino tóku dik á seg, eftir at hann legði fram eitt uppskot um at selja ein part
Vestmanna. Tað var beint eftir klokkan 21, at løgreglan steðgaði knallertini. Tá løgreglan kannaði hana, vísti tað seg, at hon kundi koyra 74 kilometrar um tíman. Tann, sum koyrdi, var bara 13 ára gamal og sostatt [...] sostatt ov ungur at koyra prutl. Eigarin av knallertini er skuldsettur fyri at hava latið ein persón koyra, sum ikki hevði loyvi til tað. Prutlið skal nú um Akstovuna, áðrenn tað kann skrásetast aftur. – [...] – Hvar eru foreldrini í slíkum føri, spyr vaktleiðarin, sum heldur tað vera ábyrgdarleyst at lata børn koyra á prutli, sum kann koyra 74 km um tíman.
skulu vit vera serliga varin. Um hetta mundið kunnu vera fleiri børn, ið eru smá og óroynd í ferðsluni. Tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit eru gáin. Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri [...] venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum. Tá barnið byrjar í skúla, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at bera seg [...] gd um at hanga skelti upp við skúlar við áheitan um at vísa ansni. Skelti eru tó ikki nóg mikið. Ráðið fyri Ferðslutrygd viðmælir foreldrum at fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey. Tað krevur