manglandi samskipan kunnu gera tað torførari hjá einstaka borgaranum at fáa ta hjálp, sum tørvur er á, skrivar hon. Tí er neyðugt áhaldandi at styrkja samstarvið millum almannaøkið, heilsuverkið og kommunurnar [...] hjálpartørv, men ikki sjálvur megnar at taka fyrsta stigið. Borgarin kann vanliga ikki tvingast Margit Stórá ger vart við, at tað er munur á einum borgara, sum ikki megnar at taka ímóti hjálp, og einum, sum [...] Fakfólk skulu tí ikki taka avgerðir borgarans vegna. Málið er at stuðla honum í at liva eitt so sjálvstøðugt lív sum gjørligt og samstundis fyribyrgja, at tørvurin á hjálp gerst størri og dýrari.
heimaftur í 1991, tá ið hon fór í starv á marknaðar- og organisatiónsdeildini í Føroya Banka, har hon var í fimm ár, til hon kom á Landsgrannskoðanina. Beinta Dam, sum er ættað úr Runavík, er gift við Hans Christian [...] røkt síðani. Tað er formansskapurin í Løgtinginum, ið tilnevnir landsgrannskoðaran, og virki hennara í tí starvinum er at standa fyri roknskapargrannskoðanini, umframt at vera skrivari hjá løgtingsgrannskoðarunum [...] hevur Beinta millum annað gjørt sítt til, at stovnurin hevur verið í støðugari fakligari menning og at starvsfólkini hava sterkar og viðkomandi førleikar. Sjálv tók hon prógv sum cand.merc.aud. frá Copenhagen
tíðindaskrivi. Hon sigur, at stór styrki er í felagsskapinum millum Føroyar, Grønland og Danmark. Styrkin liggur sambært henni í tí beinleiðis og álitisfulla sambandinum og í opinleikanum um tað, sum er torført [...] Grønland 6. og 7. september. Hon skal fyrst hitta Mette Frederiksen og Jens-Frederik Nielsen. ES-nevndin hevur skotið upp at meira enn tvífalda stuðulin til Grønlands. Uppskotið er, at stuðulin verður 530 milliónir [...] verður vertur, tá Beinir Johannesen og danska forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, koma til Nuuk. Talan er bæði um hálvárliga ríkisfundin og fund í uttanríkis-, trygdar- og verjupolitiska samstarvsráðnum. –
september. Hetta er fyrstu ferð, at Charles Spencer greiðir so nágreiniliga og opið frá lívinum hjá systur síni og teirri lagnutungu vikuni, tá hon doyði. Charles Spencer sigur, at nú 30 ára dagurin fyri [...] um systur sína. Tað fekk hann at seta sínar egnu tankar og minnir á blað eina ferð med alla. Hann sigur, at hann heldur tað vera betri sjálvur at greiða frá enn aftur at lesa metingar hjá øðrum, sum í [...] fanst hvassliga at miðlunum og lovaði, at familjan hjá Dianu skuldi verja synir hennara, William og Harry. Nú, nærum 30 ár seinni, sigur hann, at nýggja bókin í ávísan mun hevur sama endamál: at tala fyri Dianu
ævintýrkend og poetisk frásøgn um dirvi, sjálvsálit og um at finna sína egnu leið. Bókin gevur børnum styrki til at flyta seg á ókendar ferðir ... Hon dregur træðrir til grøndlendskar mýtur og sagnir, har havið [...] týdning. Samstundis talar hon til øll børn, ið ivast í egnum evnum." Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins verður handað á øðrumhvørjum ári. Endamálið við virðislønini er at styrkja barna- og u [...] eg aftur at spæla við babba" eftir Helenu Kannuberg og myndprýdd av Lenu Nicolajsen. Vinnari í ár varð grønlendska bókin "Pilu". Í grundgevingini sigur metingarnevndin millum annað: "Pilu er ein ævintýrkend
landsapotekari dagin eftir, at aðalráðið hevði gjørt av at senda honum ætlanarskriv um burturvísing. Nú er hann skuldsettur í einum revsimáli, sum løgreglan er um at vera liðug at viðgera. Nýtt alment innlit [...] umførum hevði givið aðalráðnum boð um at viðgera innlitsumbønina av nýggjum. Bjørgfríð Ludvig vil ikki siga, hví hon í februar metti, at málið var so álvarsamt, at talan kundi gerast um burturvísing. Aðalráðið [...] Kringvarpinum, at styrelsen metti málið vera so álvarsamt, at tað varð meldað til løgregluna. Hjalti Gunnarstein er nú skuldsettur. Tað váttar Michael Boolsen, fúti, sum ikki vil upplýsa, hvat hann er skuldsettur
500 arbeiðspláss, tá byggingin er í hæddini. Tá framleiðslan er komin í gongd, væntar felagið, at Rosebank fer at tryggja 880 arbeiðspláss og 125 lærlingapláss. Ætlanin er at framleiða umleið 69.000 tunnur [...] arbeiddi hjá Equinor, sigur, at málið ikki verður avgjørt av skotsku stjórnini. Hon heldur, at bæði arbeiðspláss, innkeyp í heimliga vinnulívinum, útlát og onnur viðurskifti eiga at verða tikin við í metingina [...] Avgerðin um, hvørt farið verður undir at útbyggja stóra Rosebank-oljufeltið í ein útnyrðing úr Hetlandi, er komin eitt stig nærri. Almenna hoyringin um verkætlanina er endað. Eftir viðgerð hjá bretska ef
fremstu autismugranskarar í heiminum, heldur, at tíð er komin at endurskoða, hvussu autisma verður skilmarkað. Í samrøðu við Kristeligt Dagblad sigur hon, at autismuspektrið í dag fevnir um fólk við sera [...] diagnosan at enda meiningsleys. Samstundis er vandi fyri, at tey, sum hava størstan tørv á hjálp og stuðli, verða gloymd, sigur hon. Formaðurin í danska Autismufelagnum, Karina Bundgaard, er ósamd í metingini [...] hjálp alt samdøgrið, meðan onnur taka hægri útbúgvingar og halda, at autisma bert er eitt náttúrligt brigdi í menniskjum, sigur hon. Frith er professor emerita við University College London og hevur granskað
nilin, men at tað tvær ferðir síðstu lítlu løtuna eydnaðist at minka um munin kann fara at vísa seg at vera gott fyri moralin. Skráin sigur, at skálamenn um eina viku fara til Runavíkar at spæla kommunuuppgerð [...] Úrslitið ber við sær, at AB er á sætta plássi við 23 stigum fyri 18 dystir, og at Skála hevur 14 stig fyri 17 dystir og er á áttanda plássi, áðrenn dysturin millum B68 og 07 Vestur er liðugur. Tá ið 90 minuttir [...] minuttir vóru farnir, var tað als einki, sum bendi á, at talan fór at verða um spenning, tí tá var AB frammanfyri 3-0. Dómarin legði fimm minuttir aftrat vanligu leiktíðini, og tá skoraði Skála tvey mál
á, at nýggja telefonin ikki skal kennast sum tvær vanligar telefonir, ið eru settar saman. Hon skal í staðin vera líka natúrlig og einføld at brúka sum ein iPad. Tá iPhone Duo er samanløgd, er hon á stødd [...] Uttaná er ein skíggi, sum kann brúkast sum á einari vanligari telefon. Tá hon verður latin upp, kemur ein størri innari skíggi til sjóndar. Innari skíggin er 7,6 tummar, meðan skíggin uttaná er 5,4 tummar [...] tummar. Telefonin hevur eisini fleiri myndatól og kann brúkast saman við Apple Pencil. Tá hon er latin upp, er hon tann tynsta telefonin, sum Apple hevur framleitt. Sambært donsku heimasíðuni hjá Apple kemur