stovn. Hetta er ein spurningur, sum Oljumálastýrið heldur mælir myndugleikunum til at taka støðu til í framtíðini. Mett verður í hvussu er ikki, at tað er rætt at taka eitt alment oljufelag við í hesa fyrstu [...] komandi útbjóðingum, men um so er, tá liggur hetta longri frammi í tíðini, og tað veldst so eisini um, antin olja er funnin ella ikki og um ein lønandi framleiðsla er farin ella fer í gongd. Landsstýrismaðurin [...] taka eitt alment føroyskt oljufelag við í eina komandi útbjóðing. Landsstýrismaðurin upplýsti eisini, at í treytunum er vanligur partafelagsskattur, sum í dag er uppá 27%. Landsstýrið ætlar sær so at skjóta
flestu - sum í dag regulera okkara gerandisdag munnu hava sín uppruna í slíkum óformellum práti í óformellum bólkum. Tað er her tankar og hugskot síggja dagsins ljós fyri síðani at verða framd í teimum meira [...] virka sum ein eind ella ein felagsskapur. Ein viðkomandi spurningur er, um tað er ynskjandi at 1/3 av øllum føroyingum skal búgva í Havn ella eigur hetta at vera øðrvísi? Hetta hongur nógv saman við, hvussu [...] hetta? Jógvan Sundstein vísti í bløðunum herfyri á, at politikarnir hava nakrar skyldir yvir fyri sínum valdømi og tað eri eg ikki ósamdur við honum í. Men tá ið tað er sagt so má vera eftir at siga,
hon liggur í kortunum í løtuni, fer at raka Kirkjubøar kommunu meinast. Hetta er ein av minstu kommununum í landinum við einum íbúgvaratali á umleið 200. Síðani dagstovnur varð settur á stovn í sóknini fyri [...] pening til skúlabygging sum einasta kommuna í landinum nakrantíð. Aftur her eru vit fyri vanbýti. Hvar er munurin millum skúlabygging á Velbastað og Tórsvøll í Havn. Hví fær Tórsvøllur so dyggan stuðul, og [...] raðfest barnaansingarøkið. Tað er órættvíst ímóti okkum. Tað er ikki rætt sum løgmaður sigur, at tær kommunur sum fáa eina eyka byrða liggja í miðal hægri enn miðalkommunan í Føroyum viðvíkjandi dagstovnaplássum
vinnuna fáa frið at arbeiða. Í staðin fyri at blanda seg í, hvar oljuvinnan skal savnast, kundi flokkurin heldur flutt almenna sektorin til Suðuroyar. Hann vilja vit ikki hava í Havn hóast alt, sigur Poul Mohr [...] fyri at fáa hesa oljuvinnuhavn. Tískil er Poul Mohr í øðini inn á Tjóðveldisflokkin, nú hann hevur meldað út, at støða floksins er, at oljuvinnan skal savnast í Suðuroynni. Almenna sektorin til Suðuroyar [...] Mohr og leggur afturat, at tað er arbeiði, ið gevur vinning, ið brúk er fyri í Havnini. Stóri vinnulívsmaðurin heldur, at Tjóðveldisflokkurin og aðrir politikkarar skulu halda fingrarnar langt burtur frá
tveir frá myndugleikunum. Manningin á brúnni er føroysk og tað er hon lutvíst eisini í maskinuni, men annars er skipið mannað við grønlendingum, og teir er Linjohn framúr væl nøgdur við. - Grønlendingar [...] leggur afturat, at tað er slíkt, hann saknar heima í Føroyum. Hann vísir eisini á, at Royal Greenland longu nú hevur sett sær spurningin, hvar fyritøkan skal standa í 2010. - Fyritøkan er farin at brynja seg [...] seg til næstu øld, og m.a. er ætlanin at byggja nøkur nýggj skip. Eisini hetta sakni eg í Føroyum, tí tað er neyðugt við kjaki um hvør ætlanin er í framtíðini, sigur Linjohn.
Í hesu vikuni sendir Tórshavnar kommuna út brøv til øll tey, sum fyri eini tíð síðani hava ognað sær eitt kommunalt grundstykki í Havn, men sum ikki hava bygt á tað enn. Endamálið er at fáa hendur á g [...] við aðrar møguleikar. Nú er í umbúna at byggja 200 íbúðir á Berjabrekku, og tað fer at bøta munandi um støðuna, sigur Heðin Mortensen. - Nær tað er hugsandi, at farið verður í holt við at útstykkja, veldst [...] m, tey hava keypt. Um tey ikki ætla at byggja, er býráðið sinnað at taka tey innaftur, sigur Heðin Mortensen, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar býráð. Heðin Mortensen roknar við, at
Argjaboða á, at tað er ongin loysn at seta ein veðurfrøðing í Føroyum, sum skal forsagnirnar ístaðin fyri DMI. ? Tað er ikki avgerandi, hvar veðurfrøðingarnir eru staddir. Tað, sum er avgerandi, er teir upplýsingar [...] ? Tað er ongin loysn at seta ein veðurfrøðing í Føroyum. Jógvan á Argjaboða á veðurstøðini í Havn heldur ikki, at tað fer at gera veðurtænastuna betri, um ein veðurfrøðingur verður settur í Føroyum. Og [...] segði í Sosialinum týsdagin, at tað var so lítið skil á veðurforsagnunum hjá DMI, at hann er púra vísur í, at tað einaferð fer at kosta mannalív. Og í greinini niðanfyri vísir eisini formaðurin í Meginfelag
at føroyskur sjógvur er tann mest vandamikli í verðini, her er tjúkt basalt, her er djúpt og dýrt at leita. Ger tú tað uppaftur truplari við at at áseta høgar serskattir ol. so er bara at gloyma tað. Ella [...] Runavík sum ta komandi føroysku oljuútgerðarhavnina. -Runavík er einasta havn eg hevði viljað torað at brúkt í Føroyum til oljuútgerðarhavn, og tað er tí heldur ikki av tilvild, at Føroya Kolvetni hevur gjørt [...] Tað kunnu føroyingar hugsa um í framtíðini. Umráðandi var ikki at ræða oljufeløgini, og man kann altíð broyta lógir aftaná, um tað er neyðugt, men finnið oljuna fyrst. Í dag, nú treytirnar eru meira ella
til, at tað er so trupult at meta um veðrið í Føroyum, er ikki, at økið er so lítið. ? Orsøkin er hinvegin, at Føroyar liggja beint við tað, sum vit vanliga nevna lágtrýst-høvuðsveg 1. ?Hetta er ein av teimum [...] r, sum boða frá, hvussu veðrið er niðri við sjógvin, men aðrir boða frá, hvussu tað er í hæddini. ? Men yvirhøvur má sigast, at tað er meiri vindur á sjónum, enn tað er á landi. ?Sostatt eiga fiskimenn [...] var í Føroyum, heldur enn í Danmark. ?Fyri at kunna gera veðurforsagnir, er tað neyðugt við ymsum upplýsingum. ?Og á DMI hava vit tað bestu tøknina, sum yvirhøvur finst á hesum øki. ? So tað er slett
blanda seg uppí, hvar í Føroyum, olju- og útgerðarhavnir skulu vera. Olaf Olsen, vinnulívsmaður er ikki í iva. Sjálvur er stjóri í Koluni, sum var fyrsta oljufelag, sum varð stovnað í Føroyum, umframt [...] har hon leggur seg, hvar tað so verður. Nú hevur Olaf Olsen havt fingurin á pulsinum í oljuvinnuni í nøkur ár. Hvar heldur hann, at ein oljuhavn í Føroyum liggur best fyri? ? Tað er ringt at siga, tí tað [...] politikarar eiga at hava í hesum sambandinum. Hann er púra sannførdur um, at hetta er ein spurningur, sum politikarar ikki eiga at leggja seg út í. Olaf Olsen sigur, at hetta er ein spurningur, sum vinnan