Í september sleppa børn og vaksin at hitta næmingar og lærarar frá skúlanum og royna gamalt handverk, endurnýtslu og matgerð við minni matoyðsli. Í heyst verða fýra almenn tiltøk í Danmark, Finnlandi, [...] hitta nøkur av teimum, sum eru í uppskoti til Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2026. Felags fyri tey tilnevndu er, at tey geva børnum og ungum vitan, førleikar og møguleika at taka lut í arbeiðinum [...] Burðardygd sum partur av gerandisdegnum Rótin er húsarhaldsskúli í Klaksvík, sum arbeiðir við at gera burðardygd, felagsskap og virðing fyri náttúruni til ein natúrligan part av gerandisdegnum hjá næmingunum
skuldina hvønn gerandisdag í dátusavninum Debt to the Penny. Skuldin er sostatt meira enn tvífaldað síðan 2017, tá Donald Trump á fyrsta sinni tók við sum forseti. Umleið ein triðingur av vøkstrinum kom undir [...] fór týsdagin upp á hægsta stig síðan 2007. Orsøkirnar eru millum annað øktur prísvøkstur í kjalarvørrinum á krígnum í Miðeystri og vaksandi stúran fyri undirskotinum á amerikonsku fíggjarlógini. Amerikanska [...] árunum hjá Joe Biden vaks skuldin 8,4 billiónir dollarar – næstan 54 billiónir krónur. Skuldin veksur í einari tíð, tá tað er vorðið munandi dýrari hjá amerikanska statinum at læna pengar. Rentan á langtíðar
dagførda við teimum broytingum, sum eru gjørdar í donsku rættargangslógini frá 1. januar 2023 til 30. juni 2025, og sum verða mettar viðkomandi fyri Føroyar. Í hoyringarskrivinum verður upplýst, at uppskotið [...] uppskotið fevnir um fleiri ymiskar broytingar í rættarganginum. Talan er bæði um dagføringar og aðrar tillagingar av galdandi reglum. Ummælisfreistin er 19. august, og møgulig hoyringssvar skulu sendast á donskum [...] øki innan rættargang, har føroyska lóggávan verður samanhildin við tær broytingar, sum eru framdar í Danmark seinastu tvey og eitt hálvt árini. Lógaruppskotið er nú sent til hoyringar hjá myndugleikum
við vitjanini í Føroyum er at læra meira um almenna fíggjarstýring, fyrisiting, ábyrgd og eftirlit í einari lítlari sjálvstýrandi samfelagskipan. Serliga var grannskoðaranevndin áhuga í at vitja Tórshavnar [...] varð umrøtt. Eisini var greitt frá um stýring og eftirlit í kommunalari fyrisiting, innkeyp og sáttmálastýring umframt veiting av almennum tænastum í einum lítlum og landafrøðiliga spjaddum samfelagi. Grønlendska [...] eisini frá sínum royndum. At enda varð tosað um langtíðarætlanir, íløgur í undirstøðukervi og býarmenning. Tveir tímar vórðu settir av til vitjanina, og borgarstjórin, miðfyrisitingarstjórin og grønlensku
varpar í dag ljós á broyttu støðuna hjá Føroyum í verju- og trygdarmálum og á, hvussu nýggja geopolitíska støðan í Norðuratlantshavi hevur broytt føroyska hugburðin til hernaðarliga virksemið í Føroyum [...] tosað við Heina í Skorini, lektara í altjóða politikki á Fróðskaparsetri Føroya. Hann vísir á, at hendingarnar í ár – og serliga støðan við Grønlandi – hava broytt føroyska sjónarmiðið í verjumálum. Føroyar [...] Føroyar meira týðandi í trygdarpolitiskum høpi. RÚV vísir á, at gongdin í Grønlandi í ár hevur havt serligan týdning. Hon hevur gjørt tað sjónligt, hvussu stóran strategiskan týdning londini í Norðuratlantshavi
FAB LAB í Vági stendur á odda fyri. Hetta snýr seg ym at endurvinna úr plasti og burturkasti. FAB LAB hevur tøkni og tól av ymsum slag, men í samband við nýggju ætlanina krevst ávís tøkni, og í hesum sambandi [...] Hópfígging, har øll kunnu stuðla ætlanini. Hetta er royndarverkætlanin fyri eina størri visjón, sum partur av Fab Lab Vágur: at menna eitt fyribils endurnýtslu- og nýskapanarlab (reuse and innovation lab), grundað [...] fer at kanna og menna nýggjar mátar, at arbeiða við endurnýtslu, burturkasti og skapandi framleiðslu í einum smidligum, fyribils verkstaði. Verkætlanin fer at koyra samstundis við virkseminum hjá Fab Lab
Red Barnet í Ukraina sigur í tíðindaskrivi, at eitt russiskt loftálop í vikuni rakti skrivstovuna hjá felagsskapinum í ukrainska býnum, Sumy. Sumy liggur í landnyrðingspartinum av Ukraina, og sagt verður [...] varð ein barnagarður í Kharkiv-regiónini í Ukraina raktur í russiskum loftálopum, og hetta var í einum øki, har Red Barnet hevði virksemi. [...] eru rakt í loftálopum. - Øll starvsfólkini eru óskalað, og skaðarnir á skrivstovuna eru avmarkaðir, sigur barnahálparfelagsskapurin. Álopið, sum rakti skrivstovuna, hendi í nátt, men fyrst í vikuni rakti
útlendskari diplomatiskari sendistovu í Svøríki at savna upplýsingar um svenskar toppolitikarar. Svenska trygdarløgreglan Säpo sigur seg hava fylgt njósnarátakinum í smálutum og at enda steðgað tí. – Vit [...] ávirka polariserandi mál, undirgrava svenska avgerðartilgongd og seta Svøríki og ES í ringt ljós. Säpo hevur enntá myndir av agentinum saman við einum russiskum fregnartænastumanni á einum barr. Säpo vil ikki
Russar hava í dag lopið á eina keypsmiðstøð í ukrainska býnum, Kryvyi Rig, haðani forseti landsins, Volodymyr Zelensky, hevur sínar røtur. Býurin er fleiri ferðir álopin av russum síðan innrásina í 2022. Seks [...] hernaðarumsitingini í økinum, Oleksandr Hanzha. Sagt verður, at støðan hjá 21 av teimum særdu er álvarslig, og millum hesi er eitt barn. Úr Ukraina verður sagt, at eldur er í fleiri handlum í keypsmiðstøðini [...] at hetta er kyniskt og andstyggiligt. - Hetta er eitt álop á eina vanliga keypsmiðstøð í Kryvyi Rig. Dronurnar komu í tveimum bylgjum - við einum hálvum tíma ímillum. Seinna álopið var ætlað at raka bja
hevur Russland í nátt lopið á næst størsta býin í Ukraina, Kharkiv. Guvernørurin í Kharkiv-økinum sigur, at 10 fólk eru dripin í russiska rakettálopinum á býin. Soleiðis, sum sagt verður í aðrari grein her [...] In.fo í morgun, hava ukrainar rakt enn eina Wildberries-goymslu í russiska høvuðsstaðnum í nátt. Síðan miðskeiðis í juli hevur tað eydnast ukrainum at raka umleið 20 Wildberries-goymslur kring um í Russlandi [...] at tvey bretsk feløg hava latið Ukraina dronur, sum eru sendar eftir málum í Russlandi. - Stórabretland hevur verið ein av størstu stuðlunum hjá Ukraina, síðan Russland leyp á landið fyri hálvum fimta