frammanundan. Hjá okkum er samstundis týdningarmikið, at gáttin ikki er ov høg. Tað skal vera lætt at støkka inn á gólvið, sama hvør fyritøkan er í stødd og vavi. Ein kaffimunnur er heldur ikki langt burturi [...] Bæði handil og skrivstova eru savnað á somu hædd, so vinnukundar kunnu koma inn á gólvið, tá tørvur er á ráðgeving, útgerð ella aðrari loysn til fyritøkuna. Nýggju hølini geva okkum betri umstøður at taka [...] burturi. Vit ynskja samstundis at takka øllum, sum komu framvið, tá vit lótu dyrnar upp. Tað var ein góð byrjan upp á gerandisdagin á Biskupstorginum, og vit gleða okkum til at síggja bæði kend og nýggj andlit
U19-hópurin er savnaður. Vit hava úttikið 20 spælarar, og væntandi koma allar á vøllin. Tó hava vit ikki sent boð eftir útisetunum. Tað vera tískil tær heimligu, sum fáa møguleikan hesaferð. Tað sigur Sigtór [...] serliga í verjupartinum. – Tað er torført at finna nakað av tilfari um grønlendska liðið. Sum eg havi skilt, so hava tær ikki verið nógv saman seinasta árið, so fyri tær er hetta kanska eisini eitt sindur [...] Petersen, Skála Lív Pálsdóttir, Víkingur Nita á Lakjuni, Víkingur Venjingardysturin móti Grønlandi er liður í fyrireikingunum til EM-undankappingina, sum verður í Føroyum frá 24. til 30. novembur. Føroyar
ð og gera tað til tað, sum bygdin hevur tørv á við slíkum húsi og hentleikum, sigur Bergur Robert Dam Jensen í einum uppslag á Facebook. Hann vísir á, at miðstaðarøkið í Kollafirði longu er trongt, og [...] hugburð. Felagið hevur tó lagt dent á, at húsið framhaldandi skal varðveitast sum bygdarhús. – So tað er at fara beint til samráðingarborðið. Soleiðis kunnu vit fáa eitt veruligt bygdarhús, har vit samstundis [...] ni fyri Kollafjørð verður eitt nýtt borgarahús nevnt, men býráðslimurin heldur, at ein betri loysn er at varðveita og menna verandi Bygdarhús. – Tórshavnar kommuna eigur at sleppa ætlanini um eitt borgarahús
nýggjar bústaðir á Eiði, er góð menning í bygdini. Fleiri bústaðarmøguleikar eru ein týðandi fortreyt fyri, at fólk kunnu seta búgv, verða búgvandi og flyta aftur til kommununa. Tí er tað gleðiligt, at hesar [...] num 24. februar og 28. apríl 2026 varð byggiloyvi givið til byggingina. Eiðis kommuna skrivar, at tað eru lokalu fyritøkurnar Sp/f Búð og JUUL Grevstur, sum standa aftanfyri verkætlanirnar. Báðar ætlanirnar [...] Tørvurin á fleiri og fjølbroyttari bústaðarmøguleikum á Eiði hevur verið sjónligur í eina tíð. Áhugi er bæði frá fólki, sum ynskja at seta búgv í kommununi, og frá teimum, sum longu búgva her, men ynskja
tá leikurin Lear kongur eftir William Shakespeare bleiv pallsettur. Tað var mamma Búa, Birita Mohr sum spældi høvuðsleiklutin. Birita er álvarsliga sjúk av alzheimers Meðan Búð Dam leikstjórnar bæði leikin [...] etiskar tvístøður og hvussu hann skal rættvísgera verkætlanina. Men Birita hevur eina lívsgleði, og tað ávirkar øll sum eru við í verkætlanini.
tey trý á túrinum høvdu siglt á eitt ísstykkið, og øll endaðu í sjónum. - Maðurin er nú á sjúkrahúsi í Paamiut og hevur tað eftir umstøðunum gott. Lagt verður aftrat, at nú verður leitað eftir teimum báðum
vinnuligari hvalaveiði, sum er lóglig sambært íslendskari lóggávu. Manningin á Bandero er eisini ákærd fyri vandamikla atferð á sjónum. Watson vísir ákærunum aftur og sigur, at eingin enn er ákærdur ella dømdur [...] og fluttu flestu manningarlimirnar av landinum. – Endamálið við øllum, sum vit gera, er at fáa fólk at varnast tað, sum fer fram, sigur Watson. Bandero hevði trupult við at finna íslendsku hvalaveiðiskipini [...] fyri at møta hvalaveiðiskipunum. Hann sigur, at øll umborð vistu, at tað kundi enda við handtøkum og atgerð frá myndugleikunum. Tað varð sambært Watson nýtt til at gera málið til eina altjóða tíðindasøgu
legði seg á odda 6-0. Men okkara fótaðu sær eftir hetta og góvu Danmark skarpan gang tað sum eftir var av dystinum, men tað seinasta manglaði í fyri at fáa stig. Danmark hevði undan dystinum móti Føroyum longu [...] endastøðurnar millum nummar níggju og 16, og rættin at spæla í U19 HM-endaspælinum komandi summar. Og tað er sanniliga nógv at spæla fyri. Føroyar-Danmark 27-32 (13-16) Føroyar: Boas Ellefsen á Skipagøtu 12 [...] Føroyar fingu stig, so okkara kundu vinna seg í fjórðingsfinalurnar í U18 EM-endaspælinum í Serbia. Tað eydnaðist tíverri ikki. Danmark vann 32-27 aftaná eitt heiðurligt føroyskt avrik. Føroyska liðið fekk
kann avfallið fara upp um 200 millimetrar eftir 24 tímum. Tað svarar til meira enn ein triðing av miðal avfallinum um árið í Beijing, sum er 528 millimetrar. Í fjallalenda Mentougou-økinum vestan fyri [...] hægsta tilbúgvingarstig í gildi fyri vatnflóð. Fólk verða biðin um at halda seg innandura, um tað ikki er neyðugt at fara út, og halda seg burtur frá fjallaøkjum og áum. Ódnin Dolphin flutti seg týsdagin [...] land og inn í miðkinesiska landslutin Hubei. Ferðavinnuøki eru stongd, og byggiarbeiði er steðgað. Sambært Reuters er Dolphin harðasta ódnin, sum hevur rakt Kina í ár. Meira enn 1.000 neyðskýli eru latin
um í Suðuroynni er byrjað. Talan er aftur um fullsett skeið. 48 næmingar, allir føroyingar. Næmingarnir koma úr øllum landinum. Tað merkist í bygdamyndini í Vági, at Ítróttaháskúlin er byrjaður. Hvønn [...] súkklu, ella á Garðabrúgv, har eitt yndisírtív er at dyppa, ella kava, hoppa og sum heild spæla sær við ymsum brøgdnum, sum myndin omanfyri ber boð um. Myndin er tikin í góðveðrinum í gjár.