til móðurina. Hetta er ein ógvuliga persónligur filmur, og sjálvur haldi eg, at hetta er ein týdningarmikil søga, at siga. Hóast filmurin snýr seg um kærleikan millum tveir menn, so er søgan samstundis universel [...] aksepterað sum tað, tey eru, og flestu okkara kenna ólukkuligan ella í minsta lagi torføran kærleika, sigur leikstjórin Kasper Kalle. Les alla samrøðuna við leikstjóran, Kaspar Kalle, her: - Hetta er ein ógvuliga
í dag, og tað er ikki hent í USA síðan 2010, at trý fólk eru avrættað sama dag. Ein maður í Tennessee er avrættaður fyri at hava dripið eina reingerðarkvinnu á einum motelli í 1985. Ein er avrættaður [...] hava neyðtikið og dripið eina fimm ára gamla gentu í 2021. Útlendskir miðlar vita í dag at siga, at tað er av tilvild, at menninir verða avrættaðir sama dag. Tó vísir hetta eina gongd, har USA seinastu árini [...] amerikanskum statum vórðu 47 fólk avrættað í 2025, og hetta er størsta tal í eitt ár síðan 2009. Higartil í ár eru 21 fólk avrættað, og væntandi er, at nakrar avrættingar aftrat verða í hesum árinum. At enda
útreiðsla heldur enn ein íløga, hóast tað er sjálvt grundarlagið undir bæði búskaparligari menning og sosialari burðardygd. Eitt av høvuðssjónarmiðunum hjá Holten er, at samfelagið eigur at víðka sína fatan [...] framleiðslu. Hetta hevur við sær, at umsorganararbeiði – bæði lønt og ólønt – verður vanmett, hóast tað er ein grundleggjandi fortreyt fyri, at samfelagið kann virka. Holten vísir á, at arbeiði sum uppaling [...] fatan av virði. Um vit bert meta tað, sum kann príssetast, gloyma vit tað arbeiðið, sum menniskju hvønn dag gera fyri at menna, verja og stuðla øðrum menniskjum. Í hesum høpi hevur námsfrøðiliga arbeiðið
Skálafjørð er nú tikin burtur. Sambært tilbúgvingarleiðaranum er vegurin kannaður, og veðrið hevur hjálpt væl til. Vegurin er turrur, og tí varð mett, at tað var trygt at lata hann upp aftur. Framvegis er landsvegurin [...] ferðsluni suðureftir, er enn ikki endaliga avgjørt. Møguleiki er fyri, at ferðslan eisini verður leidd ígjøgnum undir skipaðum viðurskiftum, men tað verður mett um, tá arbeiðið er komið longur. Inntil tá
Talan er um bátin Maru, sum er av íslendska slagnum Seigur, men bygdur í Litava. Báturin skal fiska við línu og er útgjørdur við egningamaskinu. Enn er nakað av arbeiði eftir, áðrenn hann verður klárur [...] kinan og pavnarnir setast upp á dekkið. Teir vænta tí, at tað fer at taka tað mesta av hesum mánaðinum, áðrenn Maru fer fyrsta túrin. Maru er 12,4 metrar langur og 4,5 metrar breiður. Hann hevur ein 294 [...] kW Scania-motor, tekur umleið 25.000 pund í lastina og er útgjørdur við síðuskrúvu bæði framman og aftan. Sjómansmissiónin upplýsir, at eigarin er Sp/f Aron, Føroyar, og ynskir eigarunum Guds signing við
Í einum sorgarbólki møtir tú øðrum, sum hava mist. Tú kanst tosa um alt tað, sum er torført, og hoyra um, hvussu onnur hava tað. Tú kanst finna stuðul og møguligar loysnir til ein broyttan gerandisdag [...] Hanus á Gørðum, sjúkrahúsprestur, leiðir bólkin saman við Ann Hermansdóttir, studentapresti. Tilboðið er ókeypis. Byrjað verður 20.oktobur. Hevur hetta tín áhuga, kanst tú seta teg í samband við Hanus á Gørðum
skrokkskaða, men eingin fólkaskaði hendi. Løgreglan sigur, at sýnið í krossinum er eitt sindur avmarkað, men tað broytir ikki upp á tað, at bilførarar hava skyldu at halda víkiskylduna. Vanliga fær ein bilførari [...] lagi eitt klipp í koyrikortið fyri at bróta víkiskylduna. Endar brotið við einum samanstoyti, kann tað eisini hava við sær eina treytaða frádøming av koyrikortinum.
síðuar hjá ánni minkaðar niður í smá hyljar. Tað hevur elvt til fiskadeyða og stórar broytingar í vistskipanini. Eisini landbúnaðurin er undir trýsti, tí minni vatn er tøkt til at veita veltum og djórum. Metlág [...] undan kavi fram við Donau í Eysturevropa. Tað sæst á einari nýggjari fylgisveinamynd, sum Copernicus, jarðeygleiðingarskipanin hjá ES, hevur almannakunngjørt. Áin er nógv smalri enn vanligt, og stór øki, sum [...] Tey noyðast tí at taka minni farm við, og tað ger flutningin bæði dýrari og seinni. Serliga flutningurin av korni, koli, oljuúrdráttum og øðrum tungum farmi er ávirkaður. Summastaðni eru ferjuleiðir og
halda, at tað er óheppið, at Føroyar framvegis ikki hava alt lóggávuræði á heilsuøkinum. – Á heilsuøkinum kunnu broytingar henda frá degi til dags. Tá er alneyðugt at hava øll amboð, so møguleiki er at taka [...] arnir halda, at hetta er ein fortreyt fyri at styrkja sjúklingatrygdina og geva Føroyum størri ábyrgd fyri egna heilsuøkinum. – Tað snýr seg snøgt sagt um sjúklingatrygd, og tað snýr seg um, at vit hava [...] taka skjótar avgerðir. Tann møguleikan hava vit ikki í dag, tí ein partur av okkara heilsulóggávu er ikki á føroyskum hondum, skriva tey í viðmerkingunum. Tey vísa eisini á, at Føroyar nú hava sítt egna
á psykiatriska depilinum er tí eitt týðandi stig. Hetta vísir, at tað ber til at byggja upp serútbúgving innan føroysku barna- og ungdómspsykiatriina. Samstundis styrkir tað Landssjúkrahúsið sum útbú [...] viðgerð. Á henda hátt kunnu teir økja um kapasitetin og lætta um trýstið á serlæknunum. Tað snýr seg um at styrkja tað tvørfakliga arbeiðið og tryggja, at uppgávurnar verða loystar av teimum fakbólkum, sum [...] góðari og skjótari útgreining og viðgerð er stórur. Í okkara grannalondum hava serpsykologar í fleiri ár verið ein fastur partur av psykiatriska toyminum. Fyrsta stigið er tikið í Sjúkrahúsverkinum At fyrsti