ríkt og reint og margfalt ljóð, uttan teg var Føroya tjóð, sum eitt likam uttan blóð. Kveikt og ment á mannamunni, meðan ymsar øldir hava runnið, hevur tú tín fagra búna funnið, sum teg gylt og marglitt
Hon sigur: “Elspa, kennir tú ikki Pól á Látrinum?” Hon kendi hann ikki, tó at hann var ommubeiggi langabba. Soleiðis bar tað á, at abbi kom at eita Petur Pauli. Pól á Látrinum var deyður nøkur ár framman [...] havt moldgólv í roykstovuni, men so bleiv trægólv lagt á. Tað var evnað til úr einum ógvuliga stórum viðabuli, sum abbi hevði funnið ein dag, hann var á floti og hevði sleipað til lands. Húsini høvdu, sum [...] hol vóru í tí runda setrinum. Absalon á Skála, ommubeiggi, hevði keypt teir í Onglandi. Har var bíleggaraovnur. Klokka við loddum og rósinmálaðari skivu hekk á vegginum. Undir loftinum hekk vøkur lampa
Hettar í samband við føðingardagin hjá Einar, og at hann hevur starvast á Føroya Bjór í fleiri enn 40 ár. Einar Waag, stjóri á Føroya Bjór, er sonur gamla Einar Waag og Onnu Malenu Joensen úr Sørvági [...] Føroya Bjór og fór at bryggja í 1888. Í dag starvast umleið 40 fólk á Føroya Bjór runt um alt landi. Einar Waag virkar í dag sum stjóri á eini av elstu fyritøkum í Føroyum, sum hann hevur havt undir hond [...] bryggjmeistari og fekk hann prógv í Munchen í 1968. Tvey ár seinni, í 1970 tók Einar við sum leiðari á Føroya Bjór bara 23 ára gamal. Í hansara leiðslutíð hevur bryggjaríið ment seg frá einum minni virki
í Meginfelag teirra brekaðu stendur tú á odda fyri og samskipar virksemi hjá 24 áhugafeløgum. Felags fyri øll feløgini er, at tey onkursvegna vilja gera batar á økinum, tey sjálvi varða av, antin tað eru [...] limum. Hetta við at koma á tal við og gera tykkara ávirkan galdandi fyri politiska myndugleikanum, stovnum og fyri miðlunum. Og tað hevur tú megnað væl. Tú dugir at skera inn á bein, at vita hvørjum tú [...] batar eru komnir seinastu árini, og í MBF blaðnum hava tit gjørt nógv burturúr, á einum sakligum støði, at varpa ljós á tey ymisku evnini. Og tí ert tú eisini sera fegin, nú tað sær út til, at eitt nú
Póllandi og Tunesia. Tey hava eisini verið á cruiceferð. So hvør veit, hvat næsta ferðamál verður! Eitt er vist, og tað er, at babba er altíð góður at heita á. Áðrenn hálvtalað orð, er hann klárur. Tað [...] Jónvør, Palma og yngst Sólklár. Babba flutti til Havnar 14 ára gamal í 1956, har hann byrjaði at arbeiða á Bacalao. Í 1957 fór hann í læru sum bilmekanikari hjá Sverra Djurhuus úti í Rættará, og hann var útlærdur [...] giftist 9. januar 1965 við mammu, Arnhild f. Skorá úr Kaldbak, sum eisini er úr einum systkinaflokki upp á 10, eisini 5 systrar og 5 brøður. Tey settu búgv í J. Paturssonargøtu, sum tá var í útjaðaranum í Havn
Leygardagin 27. mars fyllir omma okkara, Sunneva Holm, 80 ár. Omma er fødd og uppvaksin á Velbastað, dóttir Johan og Ebbu Brekkstein. Omma er næstyngst av fýra systkjum. Omma og abbi giftust í 1958 og [...] gullbrúdleyp í 2008. Tey eiga fýra børn, Tordis, Atli, Jákup og Elsuba. Vit hava búð hjá ommu og abba, á Bíggjarvegnum, ein stóran part av lívi okkara og hava vit havt nógvar ógloymandi løtur saman við tykkum [...] tykkum. Serliga kenna vit teg fyri tín ótømandi kærleika, títt hjálpsemi, stóra tolsemi og trúnna á Jesus. Tú ert ein stór fyrimynd í lívi okkara og tú hevur lagt nógv gott í okkum, sum kann berast víðari
sínar barnaskógvar. Tólv ára gamal kom hann í Skemmuna á Sand at búgva. Eftir realskúla í Hoydølum fór hann á Føroya Fólkaháskúla og seinri á Kungälv í Svøríki. Haldi meg ørminnast, at hann byrjaði bókligu [...] Quelle. Varðarnir fara at daga upp á luftina í føroyskum bókmentum - frá Flekkinum lítla til svensku og norðurlendsku klassikararnar, sum hann hevur givið okkum á móðurmálinum! Jákup er giftur Elsebeth [...] Elsebeth úr Ollerup. Børnini, Rúni og Signhild, eru væl komin undan og flogin av garði. Hann býr á Præstevænget við brúnna um Svend-borgarsundið í Svendborg. Har spákar hann við hundinum Bellman, tá ið havið
fingið. Vit hava øll tann sama grundleggjandi tørvin, á vernd og virðing, á tryggleika og trivnaði, á kærleika og nærleika. Tit hava mint okkum á týdningin av, at vit møta okkara medmenniskjum; Ikki við [...] burturúr, har øll sleppa uppí part, har vit øll sleppa við til borðs. Enn eru vit ikki komin á mál. Men vit eru væl á veg. Og stóra luttøkan í kvøld boðar frá góðum. Eftir mínum tykki hava vit nógv at gleðast [...] møguleikan at skapa sær eitt gott lív; Tað er ikki løtuverk. Og enn eru vit ikki, í øllum lutum, komin á mál. Men uttan Javna, sum í hálvthundrað ár hevur stríðst fyri at menna umstøðurnar hjá teimum við
– tínar slitnu hendur mær bera boð um ár so mong. Um tað var dagur ella nátt, fólk, sum kom hjá tær á gátt tey út aftur ei fóru svong. 3. Mamma – tínar slitnu hendur mær bera boð um lív so langt. Vit frøast [...] frøast henda stóra dag at tú við tínum hjartalag øll tíni at tær hevur tengt. 4. Meg slitnu hendur minna á tú aldri krevur – bara gevur. Um strævnar vóru løtur tó heiløgum um føtur tú mangan vaskað hevur. 5 [...] plagg sum hvør av okkum bar av hondum tínum evnað varð - hvørt breyð tú mátti baka. 6. Um eg leitaði á víðum havi og spurdi runt í heimsins londum, um hvør tær tungu byrðar bar og kargu jørð at frukta fær
Tú kappi reysti til heiðurs eg festi tær orð á blað: Ei tú vart borin- og klæðini skorin til leikin tú fekst. Ábyrgdin stór -til Íslands tú fór á ungum aldri systkini níggju tú taldi. Gott í beinið tú [...] setti tær mál Ei mót høgu hæddum -av monnum sæddum Nei, for verka-og útróðramannin stríddi -og hann á teg lýddi Frælsisglóð so heit í hjartað tær brennir eitt for vist eg veit tú sannan alsk til føðilandið