tað. Fyrsta stigið er at fáa pengar settar av á fíggjarlógini. Fyri mær er eingin ivi um, at hetta tilfarið eigur at verða savnað, meðan tað enn er tøkt, og at almenningurin eigur at fáa atgongd til tað [...] eru. Orðaskiftið í sambandi við fyrispurningin vísti, at tað er breið politisk semja um, at stig eiga at verða tikin til at varðveita tilfarið, og at gera tað atkomuligt hjá almenninginum. So má tíðin vísa [...] gjørt eitt stórt arbeiði fyri at savna og varðveita hetta tilfarið, men tað liggur spjatt, og fá vita um tað. So hvørt sum tey ið vara av tilfarinum fella frá, veit eingin, at tað yvirhøvur er til, og
Eg elski at arbeiða fisk. Eg veit ikki hví. Tá vit hava havt feriu, gleði eg meg at koma aftur. Eg standi og skeri, og man stendur bara og passar seg sjálvan, tað er deiligt. Ein vansi við at arbeiða á [...] og arbeiðið líkist sær sjálvum, men eitt sum er broytt er, at fleiri útlendingar arbeiða á virkinum nú. Tað er trupult at fáa føroyingar at starvast á virkinum. Útlendsku starvsfólkini koma úr Filipsoyggjum [...] ber ikki til at telja, hvussu nógvar fiskar Heidi Vestergaard hevur skorið hesi árini, tí tað er ymiskt hvussu nógv verður skorið hvønn dag. Onkuntíð er nógv blóð í fiskinum, tá er nógv at reinsa, aðrar
nýggjum revsitiltøkum, ið hava sum mál at minka um russisku inntøkukeldurnar og soleiðis eisini hernaðarligu veitingarnar. - Tað er avgerandi við altjóða tiltøkum fyri at veksa um búskaparliga trýstið á Russland [...] nd fer ikki at fyrihalda seg passivt, meðan Vladimir Putin heldur fram við sínari barbarisku hertøku av Ukraina. Yvette Cooper sigur, at russiski forsetin onga sum helst virðing hevur fyri sjálvræði, og [...] Russland og soleiðis eisini minka um møguleikarnar hjá forsetanum, sum er desperatur eftir inntøkum fyri at føra hetta ólógliga kríggið. Tað sigur bretski uttanríkisráðharrin, Yvette Cooper, í einum tíðindaskrivi
til førleikan hjá Danmark at verja seg. - Vit eru nú við til at fáa nógv betri verju fyri danska samfelagið. Loftverjan er keypt frá fýra evropeiskum framleiðarum. Hetta merkir, at amerikanska Patriot skipanin [...] "avgerandi parametrið". Hann nevnir, at tað er søguliga stórur eftirspurningur eftir Patriot-skipanini. Troels Lund Poulsen greiðir frá, at tað ikki var avgerandi fyri avgerðina, at skipanirnar eru evropeiskar [...] kunngjørt, at framleiðarar úr Týsklandi, Fraklandi og Noregi fara at levera stuttfarandi loftverjuskipanir til Danmarkar fyri meira enn seks milliardir krónur. Í tíðindaskrivinum fríggjadagin stendur, at "samlaði
tað enn einaferð staðfest, at veruliga orsøkin til, at Føroyar yvirhøvur kunnu gerast partur av WTO, er tann, at grein 12, stk. 1 í WTO-sáttmálanum loyvir økjum við sjálvræði at gerast sjálvstøðugir limir [...] sama galdandi fyri okkara ítróttarfólk - Og nú eisini fyri WTO, sum beinleiðis snýr seg um at tryggja okkara handilspolitiska sjálvræði. Avgerðin hjá § 6 heimastýrisnevndini staðfestur, at bert við donskum [...] limir. Men nevndin sigur samstundis, at hetta kann ikki fremjast uttan at danska stjórnin gevur sítt samtykki. Hetta er ein greið staðfesting av, at altjóða rættarskipanin longu í dag gevur okkum møguleikar
djórum og fólki benda á, at statinviðgerð kann ávirka tillagingar til kropsliga venjing. Fyri at fáa meira greiði á hesum fara granskarar á Setrinum og Landssjúkrahúsinum nú at brúka eitt sokallað randomiserað [...] ni er at kanna, um heilivágur fyri ov høgt kolesterol kann ávirka kropsliga venjing. Hetta skrivar Fróðskaparsetri. Hví er hetta týdningarmikið? Ov nógv kolesterol í blóðinum økir um vandan fyri hjart [...] kanningarsnið fyri at staðfesta, um statinviðgerð ávirkar úrslitini av venjing, og um hendan ávirkanin er treytað av kyni og ávísum ílegum. Persónlagað medisin Málið við granskingarverkætlanini er at savna tilfar
sekur í roynd at taka valdið í landinum. Dómararnir í brasilska hægstarætti hava atkvøtt ein og ein síðani mikudagin, og í kvøld okkara tíð er greitt, at meiriluti er fyri at døma Bolsonaro fyri ætlaðu kv [...] fleiri ákærur. Umframt kvettroynd er hann skuldsettur fyri at hava luttikið í einum vápnaðum kriminellum felagsskapi og fyri at hava roynt at avtaka fólkaræðið við harðskapi. Bolsonaro kann fáa meira enn 40 [...] kvettroyndina. Tríggir dómarar hava atkvøtt fyri at finna Bolsonaro sekan í kvettroynd, ein hevur atkvøtt fyri at fríkenna hann, meðan ein dómari enn ikki hevur atkvøtt. Allir fimm dómararnir skulu atkvøða
sigur, at hann fer at senda trý jagaraflogfør til Póllands, sum skulu verða við til at verja pólskt loftrúm. Hetta veit tíðindastovan, AFP, at siga í kvøld. Avgerðin hjá forsetanum er tikin eftir, at Pólland [...] skuldsetir Russland fyri at hava framt eitt dronuálop á pólskum landaøki. - Eftir russisk dronuálop móti Póllandi havi eg tikið avgerð um at senda trý Rafale-jagaraflogfør at hjálpa til við at verja pólskt loftrúm [...] Twitter. Hann leggur aftrat, at flogførini eisini skulu verja sameind Nato-lond á leiðini. Sambært AFP stendur franski forsetin við orð síni um, at Evropa fer ikki at geva eftir fyri russiskum hóttanum.
liðfelagar teirra í Vali at tapa ein dyst. Á heimavølli í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík tapti Valur í kvøld 27-32 fyri FH. Í steðginum var FH greitt á odda 18-12,. Valur hevur tvey stig fyri tveir dystir. Bjarni [...] Afturelding. Í steðginum var HK á odda 16-12. Men í seinna hálvleiki lá ræðið fyri hjá Afturelding. Afturelding hevur fýra stig fyri tveir dystir. Sveinur skoraði eitt mál í kvøld. Hallur Arason er uttanfyri
saman við Lasse S. Vilhelmsen toppskjútti hjá GOG, tá GOG á útivølli tapti 32-37 (14-25) fyri Barcelona. HER ber til at síggja samandráttirnar hjá Eurohandball frá dystunum hjá GOG og Füchse Berlin: ##med2##