barnalærdóm og tað eg sjálvur hevði lisið í Gamla Testamenti. Har var alt akkurát soleiðis, sum eg hevði fyristillað mær heima í Føroyum. Hvørki verri ella betri, hvørki størri ella minni. Tað einasta sum eg undraðist [...] eisini svimjihyl, ið hevur gjørt børnini navnfrom innan svimjikappingar í landinum. - Eg kundi gott hugsað mær at hildið fram sum bygdaráðsformaður nøkur ár aftur at, men tað bar ikki til. Eg mátti gevast [...] bara longur, nú forfylgdi hon, nú drap hon, nú gjørdi hon fólk av øðrvísi húðaliti, ella øðrvísi trúgv enn Hitler, til undirmenniskjur, sum kundu forfylgjast og týnast á heilt lógligan hátt. - Tey tosaðu
við toli. Tá ið tú ert komin ígjøgnum sorgina, ert tú annaðhvørt eitt ríkari ella fátækari menniskja. Sorgin er tung, men eisini ein vinur, tí uttan sorg er tómrúmið eftir tann, tú hevur mist, størri, sigur [...] eins og hon eisini hevur arbeitt á flakavirki. Í 1998 flutti familjan til Esbjerg at búgva eina tíð. Meðan tey vóru í Esbjerg fóru Fríðbjørg og maðurin hvør til sín. Seinasta árið hevur Fríbjørg búð á Sandi [...] óvikandi í trúnni. Hvørs fatan til lívið og deyðan ikki er broytt, hóast hon hevur mist so nógv. Ein kvinna, sum tú ikki kanst hava annað enn stóra virðing fyri. JÓLINI STUNDA til og tey verða hesu ferð hildin
vitjað hjá familjuni í Klaksvík, sigur Marianne Telling, ið hevur úr at gera, nú tað stundar til jóla. Familjan gleðir seg til høgtíðina og til, at tey saman skulu halda fyrstu jólini í Vági. [...] út til donsku vesturstrondina, men kom t.d. í tann trupulleika, at fólk ikki dámdu kvinnuligar prestar. Hon fegnast um umstøðurnar í Vági, har hetta ikki er støðan. Hon hevur verið á staðnum, hevur prædikað [...] gomlum døgum, har ein hittir fólk til brúdleyp, jarðarferðir og annars er við til kaffiborðini og so framvegis. Eg eri ikki tann, ið eri við uppá at menna prestastarvið til eitt slag av »tryllekunstnara«
brúka somu litirnar til tey ymisku tingini. Til dømis heintar IRF teir grønu posarnar, sum eru til vandamikið burturkast, meðan Tórshavnar Kommuna heintar teir bláu posarnar, sum eru til vandamikið burturkast [...] Finnbogi hevur heima við hús, er ein heit kompostspann. Tað vil siga, at tað tekur bert tveir mánaðar, so er alt ruskið umgjørt. Tá tú hevur eina heita kompostspann er ongin luktur, flugur ella annað keðiligt [...] vestmenningur og í Vestmanna hevur hann búð alt sítt lív. Saman eiga hann og konan tvey børn, ið nú eru vaksin. Finnbogi hevur verið umsjónarmaður í skúlanum í Vestmanna í 16 ár, og hevur hann samskipað skúlaarbeiðið
hongur er m.a.: Okkara ognarrættur til undirgrund og ráevni. Okkara tjóðarmál, sum hava ment seg við tógvið stríð, men sum Danmark hevur lýst sum minnilutamál. Okkara rættur til at samskifta við heimsins tjóðir [...] at hann fer undir at samstarva og hugsa longur enn til nalvastrongin til Danmarkar. Tá hevði nógv kunnað komið burturúr. Hvussu hevði tað verið at lært nakað av Lars Emil Johansen? Tað kundi verðið eitt [...] tjóðir uttan at spyrja Danmark um loyvi. Okkara rættur til at fáa fult innlit í hernaðarviðurskifti og sjálvi gera avtalur um hetta. Okkara rættur til at skipa sjálvstøðugar tjóðir uttan peningaligt trýst
her heima á klettunum. Vit útflyta ikki málini til onnur at taka avgerðir um. Makan til snaran og reingjan av veruleikanum, sum Høgni Hoydal ger seg til talsmann fyri í greinini ?Er javnaðarflokkurin farin [...] uttan evnir til at síggja, hvussu mál skulu loysast. Hann fer enntá so langt sum at siga, at tað eru teir sum standa fyri samstarvi og framburði. Hugsi tykkum til, hesin flokkur, sum ikki hevur gjørt annað [...] flokkur hevur so glæsiligt samstarv við aðrar flokkar í Norðurlondum at vísa á, sum júst føroyski Javnaðarflokkurin. Men munurin er, at vit vita, hvat vit skulu samstarva um og ikki. Vit fara ikki til teirra
fíggjarheimin nakað stórvegis, tí hon hevur verið til í góð trý ár, sigur Finn Danberg. Føroyingar, føroyski búskapurin og danska krónan hava einki at óttast fyri, um tú altso ikki eigur eina rúgvu av D-markum [...] hendur á teimum mongu pengunum, sum kanska fara til ?spillis? fyrst í komandi ári, men hetta hevur bert eydnast partvíst. Í Føroyum kunnu vit enn halda okkum til drótningina og føroysku náttúruna í komandi [...] fær ikki hendi á teimum fyrrenn 3. januar. Eftir hvat Sosialurin skilir, so verður hetta gjørt av trygdaráðum, tí danir tora ikki at senda seðlar til Føroya, áðrenn nýggjárið er skotið inn, tí hetta kann
Tað er ógvuliga vanligt at gera upp, hvør hevur selt mest ella hvør hevur verið best ella... Í nógvum av okkara grannalondum er tað mestsum einki mark fyri, hvat tú ikki kann velja sum ársins. Vit í Føroyum [...] tað meira enn so fyri, at vit kjósan onkran ella okkurt at vera ársins. Angel Ein av teimum, sum ger upp fyri árið 2001 er Heðin Arge í Útvarpi Føroya. Hann hevur sendingina 15 tær bestu hvørt leygarkvøld [...] at tað í dag er umleið 1/10 av Føroya fólki, sum hevur eina tílíka bók liggjandi. Tað vóru næmingar av fiskivinnuskúlanum í Vestmanna, sum tóku stig til bókina, og hetta vísti seg at vera eitt rættiliga
sent Mentamálastýrinum til tíðina. Eg skal ikki her fara í smálutir, um hvat er gjørt hvar og nær, ella hvat ikki er gjørt. Kann bara staðfesta, at nú Føroya løgting hevur talað, hevur tað aftur samtykt eina [...] gera uppskot til fíggjarlóg fyri komandi ár, so verður hetta gjørt eftir einum ávísum leisti og innanfyri ávísar karmar, og tað er henda leistin og hesar karmar, stovnurin hevur at halda seg til. Mentamálastýrið [...] gongur ikki, ella sum sigur: Hetta er mítt øki, sum eg ætli mær at stríðast fyri, og nú má svíða sum svøllur. Men legg Landsbókasavnið norður á Langasand, suður á Drelnes, ella vestur til Bíggjar, so eri
at Leivur hevur valt tað seinasta. Sjálvur heldur hann at tað alt ov leingi, serstakliga í Føroyum, hevur verið vanligt at tosa um, hvør er dugnaligastur til hetta og hvør er dugnaligastur til hatta. Eftir [...] eru tær mest vanligu, verður tú meira og meira sannførdur um, at um tað utopiska heitið »Føroya-besti-ravnmagnsguitarist-nakrantíð« hevði verið til, kundi eingin skúgva hann til viks. Tískil var eg ikki í [...] og tey fimm árini einans ein lítil partur av øllum tí, ið hevur gjørt hann til tann tónleikaran, hann er í dag. Hann greiðir frá, at um hann til dømis ikki hevði gingið á konservatoriinum, so hevði hann