Átta fólk, teirra millum ein sjey ára gomul genta, blivu løstað í einum álopi nær eini mosku í Avignon í Provence í suður-Frankaríki í gjárkvøldið. Tað var tá fólk vóru á veg heim úr moskuni, at tveir [...] vóru vápnaðir, vóru fýra mans í bilinum. Sambært fronsku løgregluni er talan ikki um eitt yvirgangsálop, men eitt stríð millum kriminellar bólkar í økinum. Miðlarnir tykjast ikki vera líka sannførdir og vísa [...] moskuni. Teir báðir menninir komu koyrandi í einum Renault Clio. Annar hevði eina byrsu, hin ein revolvara. Báðir fjaldu andlitið. Eftir álopið rýmdu teir av staðnum og í løtuni leitar franska løgrelgan eftir
Leygarkvøldið høvdu nøkur ung eina veitslu í vesturbýnum í Havn. Út á kvøldið legst til við fleiri og fleiri ungum og beint eftir midnátt verður ein rútur í húsinum brotin. Tað vísir seg, at ein av nýggju [...] herverk við, sigur vakthavandi á løgreglustøðini. Hann sigur, at hann ikki við vissu kann siga nakað um, hvørt luftpistólin er ólóglig ella ikki. - Tað er nakað av tí, sum vit nú kanna, hvat vápnalógin sigur [...] nýggju gestunum hevur havt eina luftpistól við sær í veitslu og hevur skotið við henni og rakt rútin. - Tær eru kraftigar og skítfarligar, so løgreglan legði hald á hana, tá vit komu á staðið. Hon hevur
umaftur í nýggjum vørum. Verður jarnið hinvegin brent í ovninum, fer tað fyri tað fyrsta illa við ovninum, og haraftrat fer tað fyri skeytið saman við øskuni, sum verður tyrvd. IRF heldur ikki, at vit [...] gomlu, slitnu dekkini á rættan hátt. Um felgan ikki kann brúkast, kann hon latast til jarnendurnýtsluna, og dekkini kunnu brennast. Tað siga tey hjá IRF í Leirvík. Lagt verður aftrat, at um tað er neyðugt [...] at heldur altjóða nýtslan fram á verandi støði, so verður eftirspurningurin eftir ráevnum so stórur í 2050, at tað skal hálv triðja jørð til at nøkta tørvin. IRF heitir tí á øll um at verja umhvørvið og
gjøgnumbrot í danskari súkkling í ár. Nú eru ikki færri enn trý lið, sum vilja hava føroyska súkklaran. Les samrøðu við súkklara í blaðnum í dag. U21 dreingirnir í hondbóltur hava gjørt um seg í hondbólti í Íslandi [...] Í ÍtróttarSosialinum, sum kemur á gøturnar saman við Sosialinum í dag, kanst tú lesa alt um rokið í Gundadali, har fleiri mans fóru til hendurs í samband við eitt innkast. Atli Gregersen og Tróndur Vatnhamar [...] netinum við at trýsta HER Dysturin í Gundadali millum Víking og HB er eisini dysturin hesa vikuna, har spælarametingar eru gjørdar. Les eisini um Sebastian Pingel, sum ikki heldur at hann gjørdi brotsspark
og aftur mikukvøldið í Hósvík var tað Sølmundur, sum vann á annars sigursvanda Rádna í kappingini millum 6-mannaførini við kvinnum. Í dag var kappingin í Fuglafirði, har Rádni róði í heimasjógvi, og tað [...] men tær á gula bátinum reistu seg eftir ikki serliga góða startin. Í endaspurtinum át Sølmundur seg støðugt inn á Rádna, men fjarstøðan var so mikið stór, at tað ikki eydnaðist teimum á Sølmundi at fáa fatur [...] fatur aftur á Rádna. Rádni vann á norðoyastevnu, og Rádni vann í dag. Á jóansøku og á sundalagsstevnu vann Sølmundur. Harvið hava báðir hesir bátarnir 26 stig, og tískil er FM kappingin púra opin, nú tað
sigur løgreglan. So alt bjargingarfólkið, sum var í Nólsoy kortini, fór at leita og tríggjar tímar seinni, klokkan 16 í dag, funnu teir mannin heilt niðri í fjørðini sunnanfyri Tjørnunes á vestursíðuni á [...] Í dag hevur stór bjargingarvenjing verið í Nólsoy – men áðrenn nakar varnaðist, varð tað álvari. Ein útlendingar var farin til Nólsoyar og ætlaði sær at ganga suður á Borðuna. Løgreglan sigur, at kunn [...] kunningarstovan mælti honum frá at fara, tí sýnið var ringt og líkindini vánalig, men tað lurtaði hann ikki eftir. Men tað endaði eisini við, at hann gekk seg fastan og mátti ringja til løgregluna at biðja
seg til at síggja blóðmánan í nátt og tíðliga í morgun. Men veðurgudarnir vóru ikki við føroyingum hesa ferð, og tað var yvirskýggjað um alt landið. Tað sá annars lovandi út í gjárkvøldið og út ímóti midnátt [...] mánamyrking verður at síggja í Føroyum - tað verður 16. mai í 2022, sambært norsku veðursíðuni, Timeanddate. Men mánamyrking var eisini aðrastaðni í heminum. Fyribrigdið var sjónligt í øllum Amerika og partum [...] tað tóktist ikki, sum nakað skýggj kundi taka glansin frá mánanum. Men sum náttin gekk, gjørdist tað meira og meira yvirskýggjað, og um 03 tíðina tóktist tað púra vónleyst at síggja nakað í meginpartinum
Í kvøld hava nevndarumboð fyri fótbóltfeløgini TB, Royn og FC Suðuroy verið á fundi, har endalig greiða skuldi fáast á, um grundarlag var fyri at halda fram við samstarvi um eitt felagslið í Suðuroynni [...] eitt felag ella felagslið, og felags stuðlar, og so framvegis, ikki gingið á møti. Har var bara onki at koma eftir, og so er tíverri ikki meira at gera, staðfestir Julius Vest Joensen. - Teir høvdu að [...] samstarvið nú søga, sigur formaðurin í FC Suðuroy. - Nú fara gomlu feløgini so hvør til sítt, og fara at fyrireika seg til komandi kappingarár, sigur Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy, ið harvið staðfestir
vunnið eitt stig. Tað var í 2-2 javnleikinum á heimavølli ímóti TB. Mikukvøldið tapti ÍF 1-0 á útivølli ímóti B71 í steypakappingini. Tá ið støðan í landskappingini verður havd í huga, so ger tað neyvan [...] ljósari út. Mikukvøldið vann Skála seg í fjórðingsfinaluna í steypakappingini við 1-0 sigri á heimavølli ímóti AB. Í dag er setningurin at halda tørn um góðu støðuna í landskappingini. Har er Skála næstfremst [...] Tað eru heilt ymiskar dagsskráir hjá liðunum báðum, tá ið tað seinnapartin verður oyggjauppgerð í Fuglafirði. Hjá Hegga Samuelsen og ÍF snýr tað seg um at fáa fleiri stig á kontuna, so stigatalvan fer
sæst eisini aftur á hagtølunum. Í fyrra dystinum í Kiev fingu Føroyar mál í 45 prosentum av sínum álopum. Í seinna dystinum í Keypmannahavn var talið 51 prosent. Hyggja vit eftir mótstøðuliðnum, so var [...] manslandsliðnum í hondbólti ímóti Ukraina eru lagdir afturum, er tíð hjá liðnum at líta aftur á hvat riggaði og ikki. Tað er eyðsæð, at føroyska avrikið í Keypmannahavn var betri enn í Kiev, og hetta sæst [...] var effektiviteturin hjá Ukraina heili 75 prosent í Kiev. Í Keypmannahavn fór hetta talið heilt niður á 56 prosent. Í dystinum í Keypmannahavn eru tølini eitt sindur meira fullfíggjaði. Her sæst at føroysku