hvussu stórur prosentpartur av tónleikinum í útvarpinum var føroyskur í 1997. Sjálvur kemur útvarpsstjórin til ta niðurstøðu, at 24 prosent av tónleikinum í ÚF í 1997 var føroyskur. Tølini frá Koda vísa [...] vísa sostatt, at 17 prosent av tí, vit hava goldið út til tónaskøld fyri spæligar í ÚF í 1997, endaði aftur í Føroyum. Bert tónaskøld Nils Bak sigur víðari, at munurin á útrokningunum hjá ávíkavist Koda [...] tónaskøldum, sum eru búsitandi í Føroyum. ? Taka vit Anniku Hoydal sum dømi, so skrásetir útvarpið helst hana sum føroyska, meðan hon í okkara arkivum er donsk, tí hon hevur bústað í Danmark, sigur Nils Bak.
landsliðnum í fjør. Hann er væl kendur venjari og hæddarpunktið hjá honum og kekkiskum fótbólti var, tá teir komu í finaluna í EM endaspælinum í Onglandi í 1996. Men í HM undankappingini í fjør og í fyrraárið [...] íblástur so teir kunnu vinna seg í endaspælið, sum verður í Hollandi og í Belgia á sumri í ár 2000. Tá Kekkia var í Føroyum seinast, var møguleikin fokin fyri luttøku í HM endaspælinum, og tað sást aftan [...] síðani, at Kekkia tvær ferðir vann 2-0 í HM undankappingini móti Føroyum. Fyrra ferðin var í Teplice í Kekkia mikudagin 20. august og seinna ferðin var á Svangaskarði leygardagin 6. september ella júst eitt
fyri spælingar í ÚF endaðu aftur í Føroyum. Hini 83 prosentini endaðu hjá útlendskum komponistum. Undirritaði blaðmaður spurdi síðan stjóran á Koda Nils Bak, um føroyski prosentsatsurin í pengum samsvaraði [...] tónleiki tók seg upp í síðstu viku, hevur útvarpið kannað, hvussu stórur partur av tónleikinum, ið ÚF spældi í 1997 var føroyskur. Úrslitið er, at 24 prosent av tónleikinum, ið ÚF spældi í 1997, var føroyskur [...] kannað, hvussu stórur partur av tónleikinum, ið ÚF spældi í 1997 var føroyskur.« Her dokumentar útvarpsstjórin, hvussu ongin í veruleikanum í farnu viku visti, hvussu nógvur tónleikur var føroyskur. Heldur
leita - elektroniskt - í øllum tilfarinum, sum hevur verið í Sosialinum seinasta árið. Í dátabásanum liggja gott og væl 7.400 greinar og tíðindastubbar, sum hesa tíðina hava verið í blaðnum - og talið økist [...] in bara er til føroyingar í útlegd. Blaðið er so sanniliga eisini til føroyingar í Føroyum, sum á henda hátt kunnu fáa tíðindini fyrr, men ikki minst til teirra, ið granska í gomlum bløðum. Skúlar o. o [...] hundratals lýsingarnar, sum eru í blaðnum hvønn dag 7.406 greinar á internetinum Í dátabásanum hjá Internet-Sosialinum í gjár lógu 7.406 greinar og tíðindastubbar, sum hava staðið í Sosialinum seinasta árið.
undirvísingin av hesum børnum var lógarfest í Føroyum í sekstiárunum, og Føroya Spesialskúli varð settur á stovn. Eisini skrivar hon um skúlan fyri øll og integrering. Í greinini hjá Peturi J. Sigvardsen um nýggju [...] . Bókin er tískil skipað sum greinasavn. Í bókini skrivar Árni Dahl brot úr søgu Føroya Lærarafelags 1898-1998. Ritstjórin sigur í formælinum, at greinin er í høvuðsheitunum grundað á gerðabøkur og málgagn [...] innihaldið í skúlanum, og hvønn førning skúlin gevur børnunum við sær inn í næstu øld. At enda hugleiða teir báðir rithøvundarnir Martin Næs og Tóroddur Poulsen um skúlan, sæddan uttanífrá. Í greinini hjá
møguligt, at brúk er fyri fleiri bløðum í Føroyum enn teimum verandi, tí tað tænir demokratiinum. Hinvegin vísa royndir alla staðni frá, at tú kanst ikki halda lív í fleiri bløðum, um marknaðurin er so lítil [...] Føringurin er givin, so leggur tað enn størri ábyrgd á verandi bløð í Føroyum. Uppgávan hjá okkum at geva føroyingum uttan fyri landoddarnar innlit í og upplýsingar um gongdina heima verður so mikið størri. Sosialurin [...] in, sum Sosialurin longu fyrireikra seg til. Nettup í dag er okkara Internetblað1 ár, og í hesum sambandi hava vit gjørt eina nýggja forsíðu, bæði í útsjónd og til innihald. Taðer vón okkara, at vit við
lógini í hondini kann nokta kvinnuligum starvsfelaga at prædika. Fyri føroyingin er tað eisini púra greitt, at kirkjan er Guds hús - tað er ikki gamalt í Føroyum, at prestur »eigur« kirkjuna. Í hesum tíðum [...] Klein í Fuglafjarða kirkju. Sum vant var prestur ímóti at lata konu prædika í kirkjuni, og hann royndi at seta henni stólin fyri hurðina. Tað sama gjørdi hann, tá Marit Kjærbo, sum er prestur í Jútlandi [...] og tí fór hann í bløðini við sínum sjónarmiðum. Fyri kirkjufólkið er tað sera harmiligt og ørkymlandi at síggja prestar keglast í fjølmiðlunum, men bispur skal eiga tøkk fyri, at hann í gjár vísti aftur
Veðrið í dag: Fyrst upp í ein strúk av landnyrðingi og regn. Seinni lækkar hann niður í landsynning og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin kemur upp millum 12 og 15 stig. Veðrið sunnudagin: Andøvsgul upp [...] stundum upp í hvassan vind. Lýtt og regn ella mjørkaflókar av og á. Hitin millum 13 og 16 stig, men mikudagin kanska kaldari og ælingur. Í gjár: Eitt hátrýst yvir Skandinaviu fer spakuliga eystureftir. Eitt [...] fer spakuliga í norðan, seinni útnyrðing og hevur regn við sær. Eitt ógvuliga djúpt lágtrýst - tann fyrrverandi tropiska ódnin ?Bonnie? - kemur móti Bretsku Oyggjunum og seinni móti Føroyum, men væntast
átturin hevur verið tann sami, sum í grannalondunum. Hjá sjey ára gomlum børnum er talið á frískum barnatonnum vaksi úr umleið 60 prosentum í 1991 upp í 80 prosent í 1997. Hjá 15 ára gomlum børnum hevur [...] støðið í tannrøkt, sum grannalondini. Hóast ongin lóg álegði kommunum at gera nakað, so var í flestu kommunum farið undir skipaða tannrøkt av børnum fyrru helvt í 90?unum. Síðan kom løgtingið við, og í vár [...] størru kommunurnar í landinum skúlabarnatannrøkt. Seinni komu tær smærru kommunurnar við. Í 1986 gjørdist orðið »fyribyrging« eisini lyklaorð, tá tað snúðið seg um tannrøkt í Føroyum. Nú lógin um barna-
fyrsta vørumessan, sum nakrantíð er hildin í Føroyum upp. Hetta skal ikki skiljast soleiðis at ongar sølustevnur hava verið í Føroyum áður, men henda vørumessan í so máta, at hon ikki er ætla almenninginum [...] hotellinum í hesum døgum er nær tengd at jólunum. Støkkur tú inn á gólvið í básinum hjá Landshandlinum á hotellinum, so kemur tú í rættan jólahýrð - tað er bara jólatónleikurin sum vantar. Og í so máta er [...] Eiffiltornið m. a. var bygt í sambandi við tær sølustevnurnar, sum vóru í París í árunum 1867 til 1889. Jógvan við Keldu nevndi eisini týdningin av at gera vart við nýggjar vørur og nevndi í tí sambandinum telefonina