finnast eingi hagtøl um nýtsluna hjá fremmandafólki, sum koma til Føroya at ferðast, men Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráðnum, sigur, at hagtølini standa ovarlaga á dagsskránni hjá ráðnum. [...] Nýggj hagtøl vísa, at roknað í íslendskum krónum brúktu ferðafólkini 16 prosent minni í 2012 enn í 2000. Í amerikonskum dollarum brúktu tey 20 prosent minni og í evrum heili 42 prosent minni. Tað sæst [...] ferðafólki í Íslandi samanborin við nýtsluna hjá ferðafólki, sum vitja Kanada og Ný Sæland. Úrslitið er, at í 2012 brúktu fólk, sum vitjaðu Kanada, 129 prosent meiri pengar enn í 2000, um nýtslan verður roknað
gestirnir á við at trýsta, og eitt skifti vóru tær á odda við fýra málum. VÍF gjørdi tó ein ordans vørr móti endanum. Hóast tær brendu tvey brotskøst í avgerandi løtum, so megnaðu tær við bit og slit at toga sigurin [...] Undan dystinum varð annars roknað við, at VÍF skuldi fáa ein hampuliga lættan dyst, men gestirnir vildu tað øðrvísi. StÍF byrjaði kanska heldur trilvandi, men spakuliga fingu tær spælt seg upp, og í steðginum [...] sigurin heim, soleiðis at tær kundu økja um fjarstøðuna niður til Neistan á triða plássinum. Besti málskjútit hjá VÍF í dag var Durita Christophersen, sum skeyt seks mál. Rebekka Justinussen skeyt átta
meðan tær lógu í songini. Løgreglan ásannar, at talan var ikki um sama ágang í øllum tilburðunum, men at málini kortini líkjast. Tí heldur løgreglan, at maðurin, sum leitað verður eftir, kann koma við [...] Portugal í 2007, leita nú eftir einum manni, sum misnýtti børn í summarhúsum í Portugal. Løgreglan sigur, at í árunum frá 2004 til 2010 vóru tólv tilburðir um kynsligan ágang ímóti børnum, har ein maður fór inn
fara Ólavur Larsen, André Olsen og Tróndur Arge at umrøða heimlig og altjóða fótbóltsviðurskifti. Klokkan 16.10 verður upptakt, har bandaðar samrøður verða at hoyra við hjálparvenjararnar hjá AB og B36, Oddbjørn [...] og Jákup á Borg. Tá verða eisini prát at hoyra við AB-fjepparan, Andrass Drangastein, og við B36-fjepparan, Baldvin Baldvinsson. Klokkan 17.15 fer Tróndur Arge at siga frá effodeildsdystinum millum AB
Jan Hansen hjá Rás2 fekk orðið á hann. - Vit vistu áðrenn kappingarárið, at vit ikki kundu fara gjøgnum alla kappingina, uttan at tapa onkrar dystir. Vit fara ikki í panikk av hesum tapinum, undirstrikar [...] men hetta var ein av teimum minni góðu dystunum, segði Oddbjørn aftaná dystin. Oddbjørn undirstrikar, at til komandi dyst ímóti KÍ í Klaksvík verður aftur blást til álop. Hilmar Jan Hansen fekk eisini orðið [...] Finnur Justinussen, sum fegnast um góðu gongdina hjá Víkingi. Ì ljóðbrotinum undir myndini ber til at hoyra tað, sum Finnur Justinussen og Oddbjørn Joensen søgdu við Hilmar Jan Hansen, aftaná dystin millum
hvørki vindur ella dropar hava víst seg. Fólk er byrjað so smátt at koma oman á Vaglið, og skjótt verður Vaglið væntandi fullsett við fólki klár at hátíðarhalda okkara kæra móðirland. Fyri einum tíma síðan vóru [...] hugdu rundan um seg. Nøkur einstøk í føroyskum klæðum vóru tó at hóma, sum vildu tryggja sær gott pláss til skrúðgonguna. Kári Olsen fer at flyta fram røðu um lítla løtu, nú tjóðarhátíð okkara skjótt skal
allarhelst undan at brúka tey fyrr enn út ímóti midnátt í kvøld. Sambært norsku veðurstovuni, so fer at verða turt meginpartin av degnum. Tað hevur sirmað í Havn fyrrapartin, men nú er um at vera turt. Tað [...] eitt vet. Út á seinnapartin kann sólin kaða fram. Sum tað sæst í tíma-yvirlitinum hjá yr.no, fer tó at regna í nátt. Og heldur forsøgnin sær, so verður vátt líka til einaferð um fýra tíðina Ólavsøkudag
ljóða Føroyar? Tað hava tveir føroyingar kannað. Frá í dag og til hálvan juli ber til at uppliva, hvussu tað er at lurta eftir Føroyum. Jens L. Thomsen, tónleikaframleiðari úr bólkinum ORKA, og Uni Árting [...] seismiskum mátistøðum í Føroyum og upptikið seismiskar ristingar í hellu, bergi og grótbrotum fyri at vita, hvussu undirgrundin ljóðar, og um ein kann spæla uppá hana. Hesar upptøkur eru síðani samansettar [...] surround-ljóði og rúmi og hevur fingið heitið Føroyar 5.2 - Hvussu ljóða Føroyar? Fólk hava møguleika at hoyra kreativa samanspælið millum jarðvísind, akkustik og tónlistina hjá bólkinum ORKA í Skálanum í
ð. Suðurrás visti stutt fyri midnátt í gjárkvøldið at siga, at ein maður, á floti á fjørðinum, um seks-tíðina í gjárkvøldið, gjørdist varugur við, at eitt frambygt áttamannafar lá og sló móti landi við [...] sitandi lívleysan í stýrhúsinum. Hann var í skundi fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús, men har var staðfest, at hann var deyður. Myndina hevur Jens Petur Brattalíð tikið.
flogfarið. Komin aftur til bilin, merki eg, at turriklæðið er vekk. Eg inn aftur at leita, har vit høvdu sitið og gingið, men nei. Komin aftur til bilin síggi eg, at tú hevur funnið tað og bundið tað um ein [...] Hvalba --- Orðatakið sigur: alt kemur aftur, ið ikki er stolið. Góði vinur, takk skalt tú hava fyri, at tú fann mær turriklæðið. Eitt føroyskt vovið hálsturriklæð, sum eg hevði fingið frá eini systur mínari