Á miðdegi kundu vit fortelja, at niðri er prískríggj um smáar bíligar bilar, so tað ber til at fáa ein spildurnýggjan bil fyri 60.000 krónur. Men so bíliga fæst eingin bilur í Føroyum – og verri enn so [...] Poulsen, stjóri í Auto Service, sigur tað vera ógjørligt hjá teimum at matsja danska prísin upp á 60.000 krónur. Hoyr samrøðu við hann við at trýsta á pílin undir myndini.
bundnu uppgávuna at tulka eitt lag av hittlistanum hjá støðini, tá valdi hann at tulka sangin Wrecking Ball, ið Miley Cyrus gav út í fjør. Hesin sangurin hevur skapt nógva øsing orsakað av at videolagið er [...] somikið fúlt, og tí fyrrverandi barnastjørnan er nakin í tí. Men hóast hetta hava ummælarar víst á, at sjálvt lagið veruliga er gott, og saktans kundi staðið fyri seg sjálvt, uttan hálvfúlu myndirnar. Hetta
hevði lagt aftrat, og síðsta minuttin royndi Swansea at leggja eyka trýst á, men tað eydnaðist ikki at koma í nánd av javnleikinum. Úrslitið ber við sær, at Manchester City – í hvussu so er inntil seinni s [...] seinnapartin – er ovast á talvuni. Hetta var fimta ferðin á rað, at City fór av vøllinum við fullari úrtøku. Munandi soltnari hevur tað verið hjá Swansea, sum bara hevur vunnið trý stig – í trimum javnleikum
umfari í hvussu so er, sigur hon, at hon hevur lært nógv í Fólkatinginum. Og hon leggur afturat, at hon hevur avgjørt hug at stilla upp aftur. - Tað gevur øgiliga góða meining at virka fyri tí, sum kann broyta
kvøld frættist, at fráferðin í kvøld til Danmarkar hjá Norrønu er útsett til í morgin vegna maskinbrek. Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril line váttar, at trupulleikar eru, men sigur, at sum so er ikki [...] Vang Poulsen. Sum skilst er talan um eina legu í motorinum, ið skal skiftast. Hetta hevur við sær, at fráferðin í kvøld er útsett til í morgin á middegi. - Væntandi er Norrøna tó ikki so nógv seinkað á
ahúsinum og hon verður leygardagin 17. mai. Fyrireikararnir siga, at áhugin fyri kappingini er stórur og tilsamans fara tíggju fólk at kappast í fýra ymsum greinum, sum bæði snúgva seg um styrkikappingar [...] sum á fakmálið verður kallað chin-up. Hinar tríggjar kappingarnar eru rógving, dips og posera, ella at vísa vøddar og symmetri. Rógvingin er styttri í ár enn í fjør, tí í fjør varð róð 1000 metrar, men [...] teinurin 500 metrar. Hinvegin er meiri mótstøða í rógvimaskinunum í ár. Altjóða dómarar koma til Føroya at døma í Fitness Føroyar kappingini í ár.
Eingin veit at siga, hvat er vorðið av einum flogfari hjá felagnum Malaysia Airlines, sum hvarv i gjárkvøldið. Ein ovasti hjá vietnamesiska flotanum sigur, at flogfarið datt niður í havið einar 150 fjórðingar [...] Kanada, Eysturríki, Italia, Taiwan og Niðurlondum. Myndugleikarnir í Kina hava boðað frá, at teir eru í ferð við at kanna, um flogfarið kann hava sett seg onkunstaðni har. Tað horvna flogfarið er av slagnum
dugi ikki at siga í løtuni, hvussu tað verður við Anitu. Eg kann heldur ikki siga, hvussu tað verður við manning á bátinum, men vit arbeiða við málinum, sigur Søren Christiansen. Hann sigur, at vandin við [...] so stórur, tí teir vita hvar tey standa. - Gørnini kunnu sjunka, so tað er ein vandi fyri, at vit noyðast at dreggja eftir teimum. Men tað er so tað, sigur Søren Christiansen. Rættarfundur var í gjár í
undir í betongi í nógv ár, er nú frílagt aftur, og nólsoyingar ivast onga løtu í, at arbeiðið, sum nú verður gjørt, fer at fríðka munandi um umhvørvið á Malarenda. [...] Bryggjan úti á Malarenda var so illa farin, at hon ikki kundi nýtast til atløgubryggju meira. Men, sum flestum kunnugt hava nólsoyarkonur í eina tíð svomið á sjónum úti á Malarenda. Tað eru serliga kvinnur [...] tá kavi og frost var fyrr í vetur. Tórshavnar kommuna, sum eisini fevnir um Nólsoy, hevur gjørt av, at í staðin fyri eina ónýtiliga atløgubryggju, verður kantur nú stoyptur, og síðan verður sandur lagdur
longd«. Tað merkir, at frá at vera sjey minuttir til longdar mánakvøld, verður sending aftur 20 minuttir. Tað sigur Liljan Weihe, tíðindaleiðari í Kringvarpinum. Hon skrivar á Facebook, at Dagur og Vika hevur [...] hava ikki havt ráð til meira, og tí er longdin sambært skránni sjey min, sigur hon. Og so lovar hon, at frá 1. februar kemur Dagur og Vika aftur í vanligari longd, sum er 20 minutti, mánadag, týsdag og hósdag