um og í felagnum yvirhøvur! Nevndin fegnast um, at virksemið kring Neistakvinnurnar er í góðum hondum – og ivast onga løtu í, at góðu úrslitini fara at halda fram! Nevndin [...] sjálvur. Fyri Neistan kom hetta tó væl við, tí hann tók á seg at venja kvinnurnar hjá hondbóltsfelagnum, sum hann sjálvur hevur verið knýttur at, tá hann hevur spælt í Føroyum. Og tað hevur gingist bæði Nicholas [...] síðani Nicholas tók við sum venjari. Tað ber boð um góðan venjingar- og kappingaranda hjá Neistanum, og at felagsskapurin kring kvinnuhópin er góður. Tað fegnast vit stórliga um – og takka toyminum handan
illgruna um, at hvørki vaksin ella børn hava nøktandi vitan um avleiðingarnar av at gerast krøkt/-ur av nikotini á ungum árum. Tí hava Heilsustýrið og Ítróttasamband Føroya tikið stig til at skipa fyri almennum [...] Ítróttasambandi Føroya, sum saman við Heilsustýrinum nú fara at skipa fyri ókeypis almennum tiltaki í Auluni í Finsen í Havn. - Vit vita, at mongdirnar, ið vit innflyta av hesum vørum, eru støðugt veksandi [...] - Vit hava fingið vitjan av einum av fremstu granskarunum á økinum, Charlottu Pisinger, og hon fer at hava ein fyrilestur, sum hon kallar: "Tað smakkar av bommi, men oyðileggur barnaheilan." Málbólkurin
eftir at hvessa sær grøna profilin á orkuøkinum. Í dag skrivaðu umboð fyri Leitisstein og borgarstjórin, fyri ávikavíst Pf. Leitisstein og Runavíkar kommunu, undir avtalu um at skipa so fyri, at skúlin [...] umvældur í stigum hesi seinastu árini, og enn er nakað eftir at gera, áðrenn komið er á mál. Viðvíkjandi grønum loysnum kann nevnast, at nú svimjihøllin verður tikin í nýtslu seinri í ár, verður hon saman [...] vøggustova og miðstøð hjá Taekwondo-ítróttini. Avtalan, sum partarnir hava undirritað í dag, ber við sær, at trý jarðhol skulu borast. Hartil kemur grevstur, tyrving og asfaltering. Niðurtøka og burturbeining
í kvøld hevði vitjan av ÍF. Úrslitið ber við sær, at AB liggur væl á kósini ímóti bestu deildini, meðan tapið í kvøld ber við sær, at ÍF møguleikin at røkka heiðursmerkjaplássi er heilt lítil. AB hevur [...] ferð, veit FaroeSoccer at siga. Næsti dystur hjá ÍF verður 13. september, tá ið EB/Streymur verður gestur í Fløtugerði. Næsti dystur hjá AB verður 14. september, tá ið AB fer at spæla á útivølli ímóti [...] B71, sum er 11 stig frammanfyri ÍF og 12 stig frammanfyri Víking. Hetta var áttanda ferðin á rað. At AB fór av vøllinum við fullari úrtøku. AB hevur ikki tapt síðani 14. juni, tá ið skálamenn fóru av
fyri at kanna orsøkina til vanlukkuna. Orsøkin er enn ókend. Tað er tann kenda Gloria- kaðalbreytin, sum varð avsporað. Flutningsfelagið Carris, sum rekur kaðalbreytina, váttar fyri CNN Portugal, at tað [...] til familjurnar, sum eru raktar av hesum sorgarleiki og vónar, at hendingin skjótt verður avgreidd av ábyrgdarhavandi myndugleikum, stendur at lesa í fráboðan á heimasíðuni hjá forsetaembætinum. Borgarstjórin [...] sporinum. Hetta váttar portugisiska løgreglan sambært CNN Portugal. Sambært RTP staðfestir løgreglan, at 18 fólk afturat eru særd, harav fimm eru álvarsliga skadd. Tað eru fólk av øðrum tjóðskapi enn por
landinum. Á sosiala miðlinum X skrivar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, at hann "virðismetir heitu orðini" og takkar USA fyri at standa "øksl á øksl" við Ukraina. Í dag eru 34 ár liðin, síðani Leonid Kravchuk [...] ngina. - Tað er nú tíð at steðga vitleysu drápunum, skrivar Trump í sínum tillukku til Ukraina, sum Zelensky hevur deilt á X. Trump hevur fingið ein stóran leiklut í royndini at fáa Ukraina og Russland [...] Erdogan. Teir báðir vísa sína gleði um samstarvið við Ukraina, men gera ikki beinleiðis áheitanir um at steðga krígnum á sama hátt. Kanadiski forsætisráðharrin, Mark Carney, er komin til ukrainska høvuðsstaðin
til hetta? 3. Hvat skal til av starvfólkaorku og útgerð fyri, at øll skip og bátar verða kannaði? 4. Hvat er status við Heildarætlanini um at fyribyrgja og tálma rúsevnismisnýtslu í Føroyum 2022-2028 viðvíkjandi [...] teimum tilmælum, ið landsstýriskvinnan varðar av? Í viðmerkingum til spurningarnar vísir Annika Olsen á, at rúsevni gerast alsamt meiri vanlig í býarlívinum, sum viðføra vandastøður fyri tanneinstaka. – Saman [...] eisini ofta harðskapur, eisini av tí grovara slagnum. Samstundis hoyra vit nærum dagliga í miðlunum um, at hald er lagt á so og so nógv gramm og kilo av hasji, amfetamini v.m., sigur hon. – Herfyri varð dómur
og fleiri nýttu høvi at bera fram eina heilsan til mannin, sum helst hvørt mansbarn í Føroyum hevur hoyrt nevndan. Á baksíðuni í nýggju bókini "Stríðið er vunnið", verður sagt, at henda fyrsta bókin hjá [...] høvundurin málber seg. Sjálvur heldur Gerhard Lognberg, at nógv er komið burturúr í kommunalpolitikki - og árini, hann var í landspolitikki. Hann ásannar, at einsamallur fært tú einki av skafti. - Men saman við [...] niðurleggja Sólarris, sum tá var navnið á flakavirkinum í Skopun. Í bókini sigur Gerhard Lognberg, at hendan kampin vunnu skopuningar. Hann greiðir eisini frá, tá hann varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum
– Lat tað verða sagt beinanvegin, at í fyrra dystinum vann Ungarn greitt. Kortini vóru onkrir glottar at hóma. Í mun til mótstøðuna var verjuspælið á einari leið, og at spæla bóltin fram eftir vøllinum [...] megnaðu ungarar at skora trý mál eftir steðgin og vunnu 3-0. Í seinna dystinum hilnaðist væl betri. Ungarn kom á odda við tveimum málum beinanvegin, men okkara dreingir reistu seg og kláraðu at fáa ein 2-2 [...] vøllinum riggaði eisini rímuliga væl. – Í seinna dystinum fóta vit okkum, eftir at vit tíðliga í dystinum koma afturút við tveimum málum. Avrikið var gott, verjuparturin var væl skipaður, og vit skora eisini tvey
septembur í ár skrivar Vágs Kommuna, at higartil í ár høvdu 59 seglbátar verið í Vági. Tað er eitt høgt tal, og tí nakað at gleðast um. MEN – tað hevði verið áhugavert at vita, hvussu nógvir av hesum bátunum [...] av ólógligum rúsevnum. Flestu av okkum vita, at tað júst hevur koyrt eitt stórt mál, har løgreglan tók seglbátin Rocky úr Kolding, sum bleiv brúktur til at smugla 23 kg av hassji við. Spurningurin er, [...] myndugleikarnir ekstremt álvarsliga uppá smugling av rúsevnum og taka tilsvarandi ekstrem stig fyri at steðga smuglingini. Spurningurin er, hvat vit í Føroyum gera hesum viðvíkjandi. Tí hevur Elsebeth Mercedis