Ólavur í Beiti. Hann heldur sjálvur, at tað er ringt at seta bókina í ávísan bólk. ? Talan er hvørki um skaldsøgu, stuttsøgusavn ella um yrkingasavn. Men vit kunnu siga, at hetta er seianasta bókin í eini trilog [...] einligum pápum, hvussu skerd rættindi teir hava, og at lógarverkið, sum beinleiðis kúgar pápan, er frá 20?unum. Í hesi bókini kann eg fortelja fólki, at eg nú eri pápi á pappírinum eisini, sigur høvundurin [...] høvundurin. Ólavur í Beiti er føddur í 1952. Umframt at hava skrivað fleiri bøkur, hevur hann eisini starvast sum blaðmaður í mong ár. Av verkum hansara kunnu nevnast søgusøvnini »Einaferð«, »røkun Snarljós og
stevnan mundi ikki gerast verri, eftir at dysturin var lokin. TB hevur havt tungan sjógv higartil í kappingarárinum, og liðið hevur eisini partvíst verið í vanda fyri at flyta niður, men leygardagin bragdaði [...] møguleikan at fylgja við oddinum. Talan er tó bert um trý stig upp, so uttan møguleika eru sumbingar á ongan hátt. Komandi vikuskifti skulu teir royna seg móti B36, og her hava sumbingar nakað at hevna. B36 [...] vóru gamla kempan, Jón Johannesen og so jugoslaviski Mancic. Í seinna hálvleiki eydnaðist tað Baja at minka um munin fyri sumbingar, men gleðin var tó stokkut, tá Jón Johannesen enn eina ferð var á blettinum
Heimaliðið megnaði at halda fast um leiðsluna, og StÍF hevði tamarhald á støðuni allatíðina Hondbóltur Stefan í Skorini Við Kyndli í hølunum skuldi StÍF vinna fyri at kenna seg tryggan í at fáa silvurmerkini [...] ósigrinum møguleikan at vinna bronsuna, sum teir mugu síggja Kyndil fara avstað við. Seinasti dysturin hjá StÍF verður ímóti VÍF, og tá skulu strandingar vísa, at teir ætla sær at bjóða avaftur næsta
Løgreglan í Havn hevur havt úr at gera um vikuskiftið við at fáa hendur á trimum monnum, sum hava verið á eini innbrotsherferð í Havn leygardagin og sunnudagin. Tveir av teimum sita í klivanum á løgre [...] hvør maðurin er, og væntar at taka hann nakað skjótt. Fyrst tóku menninir ein Ford Escort vøruvogn, sum stóð parkeraður í Dr. Jakobsensgøtu. Bilin skuldu menninir nýta til at sleppa til Prix Føroyar konsertina [...] koyrt útav á landsvegnum og høvdu eisini rent á onkran bil á Strondum. Løgreglan hevur varhugan av, at teir vóru rúsaðir, men eingi prógv eru fyri hesum, tí ongar blóðroyndir eru tiknar. Meðan tey flestu
uttan sær sjálvum, tí tað stóð í stakanum. Veitst tú av, at meginmálið við lívinum er ikki einaferð at blíva eitt stórt og gott menniskja, men at vera tað. Hetta skoðsmál skalt tú hava frá mær og mongum [...] húsinum í mong ár og eg unni tær hjartaliga at tú fær eitt sindur meiri ró í framtíðini, men kenni eg teg rætt, so er hjarta títt eins brennandi, hvat tú so enn kemur at takast við, aftaná hetta starv sum tú [...] Lynggøtu og hetta verður helst eisini títt lív í framtíðini. Takk er eitt so lítið orð, men tó so stórt, at tað aldri kann verða sagt í fullari rúmd. Takk Sólborg og Jesus fylgi tær, sum altíð var tín heilsan
n og gav Tjóveldisflokkinum ikki nógvar tímar at umráða seg í. Og viðvíkjandi spurnginum um álit millum partarnar nú, sigur løgmaður í sera fáum orðum, at mentamálaráðharrin hevur fingið ein møguleika [...] sett framyvir, er ikki lætt at úttala seg um, og tað hevur løgmaður heldur ikki neyvt sett, men í hvussu so er, hevur løgmaður fyri seinastu ferð boðað mentamálaráðharranum frá, at tað er ikki alt loyvt, tá [...] spurningurin um Grundlógardagin tikin upp á landsstýrisfundinum, og løgmaður hevur longu boðað frá, at hetta mál hevur fingið skeiva politiska viðgerð. Løgmaður góðtekur ikki hesa mannagongd, sum Torbjørn
Sum skilst, er tað fyrstu ferð, at feðgar hava sitið í býráðsformanssessinum í Havn, tá Jan nú tekur við á nýggjárinum. Nýggi býráðsformaðurin sigur, at tað kennist væl at lyfta arvin eftir faðirin og gerast [...] Christiansen. Tað er ikki tann nógva tíðin til avlops. Og tað, hann mest hevur tikist við í frítíðini, er at vera krambakallur í familjuhandlinum. Handlinum hjá Katrinu Christiansen. Jan Christiansen hevur verið [...] valinum í 1984. Hann hevur verið formaður í Mentanarnevndini og í Byggi- og Býarskipanarnevndini, umframt at hann hevur verið varabýráðsformaður. Í aðrar mátar er politikkur ikki ókendur í familjuni hjá Jan
tí tinghúsið hevur verið umvælt. Tá tað ikki fekst meiriluti fyri at byggja nýtt tinghús, gjørdi formansskapurin í løgtinginum av, at gamla tinghúsið skuldi umvælast og møguliga byggjast saman við tel [...] høvuðsinngongdin til løgtingið - eisini inngongdin til tingmenn. Men treytin fyri at hetta arbeiðið kann gerast, er at meiriluti fæst fyri hesum á løgtingsfíggjarlógini fyri næsta ár, har formansskapur [...] har fyrsta mál á skránni er val av Løgtingsins umboðsmanni. Størsta broytingin við tinghúsinum er, at svarti klædningurin er skiftur út við ljósagráan klædning ? úr góðum norskum viði, sum er 150 - 200
navnframastu tónlistafólkunum í Føroyum eru við, eins og fleiri, ið ikki eru so ofta at hoyra Góðar umstøður Sigast má, at arbeitt verður undir rímuligum umstøðum. Tær 19 upptøkurnar á fløguni eru gjørdar [...] fløguhillini úti í móttøkuni eru eisini mangar føroyskar fløgur at hóma millum fløgurnar, ið eru framleiddar í hesum hølum. Ætlanin er, at nýggja fløgan skal liggja á hillunum í Føroyum ein av fyrstu døgunum [...] Dagfinn Olsen Jóhannus á Rógvu Joensen hevur staðið fyri at gera fløguætlanina Vælskapt Brek til veruleika. Hann hevur havt nógv um oyruni síðstu dagarnar og í vikuni hevur hann lagt síðstu hond á verkið
staðfest, at ein stórur biti av Halgisbergi í Lítlabergsgjógv er rapaður í havið. Lopið er okkurt um 150 metrar høgt og í meðal einar fimm favnar djúpt. Ongin atgongd Grótnøgdin í lopinum var so stór, at innsiglingin [...] holið í Lítlabergsdrangi, sum vanligt er at sigla ígjøgnum, varð byrgt av. Skiparin á Silju hendan morgunin, Jákup Andrias Lamhauge, noyddist tískil so nakkalangur at venda bátinum og stima út aftur sama veg [...] brendaroykur Tað er ikki heilt greitt, nær gjáarbergið er lopið. Men Palli Lamhauge er púra vísur í, at mánadagin 8. mai sigldi hann ígjøgnum holið, sum nú er sperrað av stóra lopinum. Tá ið Sosialurin og