longur. Í brævið dagfest 28. august í ár gera bankarnir kundarnar varugar við, at nú fara teir at taka ómaksgjøld fyri at avgreiða lønarlistar. Og skipanin kemur í gildi 1. september í ár, t.v.s. í gjár! [...] við sær, at lønútgjaldingin var flutt í bankarnar ístaðin. Áðrenn var tað ikki so óvanligt, at arbeiðsfólk komu heim við útgoldnu lønini antin í kontantum ella í kekki. Men, soleiðis er ikki longur. Bankarnir [...] dagfest 28. august, kom í postinum 30. august og skipanin kemur í gildið 1. september. Tað er nakað verri nakað, sigur ein virkisleiðari vit hava tosað við. ? Hevði skipanin komið í gildi 1. januar 1999,
gevur í døgndrift íalt 15 starvsfólk. Hugsa vit okkum nú til, at ein sjúklingur gerst so ringur, at hann/hon má festast, kanska í fleiri dagar ella lutvíst í vikuvís, so býður sinnissjúkralógin í tílíkum [...] lutfalsliga munandi upphæddir aftur í landskassan, tey árini tá minni var at gera. Har var roynt at húsast upp á gamlan máta sum í einum vanligum húsarhaldi. Skipanin bygdi í sínum miniformati á sínámillum [...] »riget fattes penge«. Her er tað, at eg áður millum annað í blaðgrein sjálvan valdagin í ár havi mælt til eitt aðalorðaskifti á tingi, so væl sum í pressuni um heilsu-og almannapolitikk. Føroyska samfelagið
sum ganga í ávíkavist studentaskúla og handilsskúla, og spurdi tey, hvussu tað er at skifta til ein miðnámsskúla, eftir at hava gingið í fólkaskúla í mong ár. Pætur gongur í løtuni í 2.g. í málsligu deild [...] týðuligur munur er á næmingunum í fólkaskúlanum og í studentaskúlanum, siga tey bæði Pætur og Elin. Tá ið tú gongur í fólkaskúla, eru rættiliga nógvir næmingar als ikki við í undirvísingini, og fleiri teirra [...] fólkaskúlan og so møguliga í ein miðnámsskúla. Hjá teimum flestu er tað altíð eitt sindur keðiligt, tí at man skal skiljast frá teimum, sum man hevur gingið í flokki saman við í eini tíggju ár. Onnur eru
Kræftens Bekæmpelse, men fór í gjár aftur til arbeiðis á Ríkissjúkrahúsinum í Keypmannahavn. - Eg havi serliga granskað í krabbameinstíttleikanum í maganum í Føroyum í mun til í Danmark. Har er vandin hjá [...] men tað munar lítið, um fólk ikki sleppa í viðgerð. Fólk bíða upp í tríggjar mánaðir at sleppa í stráluviðgerð, har forskriftin er, at tú í mesta lagi skalt bíða í tvær vikur, sigur Jan Dalberg. Føroyingar [...] um krabbamein í Føroyum og um børn og sorg, helt føroyski læknin, Jan Dalberg, fyrilestur um krabbamein, sjúkueyðkenni, sjúkuavgerð, viðgerð og hjáárin. Og ávísar krabbameinssjúkur í Føroyum vórðu umrøddar
sum nú resta í. Komandi sunnudag kemur KÍ, sum vann kappingina í fjør, og sum í løtuni ikki stendur nógv aftanfyri tey bæði oddaliðini á vøllinum, men sum hevur mist sín FM-møguleika, í Gundadal at spæla [...] LÍF var í Klaksvík. KÍ var rakt av leikbannum og skaðum til dystin móti LÍF, men um einki hendir í vikuni, verður liðið fullmannað til dystin í Gundadali móti HB. Dysturin móti LÍF var javnur, og í fyrra [...] verður ikki pláss fyri mistøkum hjá hvørki B36- ella HB-kvinnunum í teimum báðum dystunum, sum eru eftir at spæla í landskappingini. Í løtuni er støðan tann, at B36 hevur 28 stig, tvey stig fleiri enn
Jóannes S, Hansen starvaðist í Føroya Banka í 31 ár, men varð uppsagdur í januar 1997. Hann varð tó ikki arbeiðsleysur, men hevur arbeitt eitt skifti í Noregi sum skrivstovustjóri í fyritøku, ið umsetti fyri [...] at nógvar broytingar fóru fram í føroyska fíggjarheiminum í kreppuárunum. Bæði privatpersónar og virkir fluttu tá í Suðuroyar Sparikassa. Hesi viðskiftafólk vil deildin í Havn eisini bjóða góða tænastu [...] Hansen vísur í hevur sínar fyrimunir, hóast ein fremmandagerð liggur í hesum. Tí skulu fólk hava møguleikan at støkka inn á gólvið í deildum Sparikassans. Ræðist fremmandagerðingina Vit liva ikki í Paris ella
á røttu leiðini, og sum støðan sær út í dag, so kunnu stovnarnir tola ein stigvísan niðurskurð í fiskidagatalinum. Hetta merkir sostatt, at sum tølini síggja út í dag, so fer Fiskirannsóknarstovan aftur [...] aftur komandi ár at mæla til ein niðurskurð í fiskidagatalinum. Jákup Reinert garderar seg tó. Fiskirannsóknarstovan ger á hvørjum ári eina stovnsmeting. Og í júst í hesum døgum er Magnus Heinason úti og y [...] Niclas Johannesen Serliga í ár hevur nøgdin av toskaynguli verið stór, men eisini yngulkanningin í fjør bar boð um góðar toskatíðir. Hesum váttar Jákup Reinert, fiskifrøðingur, ið arbeiðir fyri Fiskir
er hol ikki sett á tær 300.000 kr., sum Føroya Løgting í vár samtykti á eykajáttanarlógini til at kanna farleiðina til eystastu bygdirnar í Føroyum, Svínoy og Fugloy. Upprunaliga vórðu 5 mill. kr. settar [...] Reidar Nónfjall, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, ikki at siga í løtuni. Einki ítøkiligt er farið í gongd enn, men tað verður skjótt. Í løtuni gera vit fyrireikingararbeiðið til kanningarnar, sum skulu [...] skipasmiðju fyrr í vár, var Súlan sett inn í staðin, og hesa loysnina vóru svínoyingar og fugloyingar sera ónøgdir við. - Vit eru til fyri at røkja útjaðarauppgávurnar. Sjálvandi hava vit áhuga í at loysa u
kemur eisini upp í nógv umtalaða »blokkin«. Danir hava prístalsviðgjørt teirra fólkapensiónir, sostat kemur danski parturin hækkaður upp í »blokkin«. Enn hava fólkapensionistar í Føroyum einki fingið. Ein [...] Í dag er væl umtókt og alment góðtikið, eisini í Føroyum, at útboð og eftirspurningur avgera prísin. Mær kunnugt hevur aldri staðist á, at fingið fólk, ið bjóða seg fram sum valevni, tá nýtt løgting skuldi [...] frá Havnini, viðbót fyri tað, einar 80.-90.000 kr. um árið, skattafrítt, hóast viðkomandi í mongum førum helst býr í høvuðsstaðnum hjá familju ella kenningum. At hugsa sær, tað er eins nógv sum tveir pensionistar
Í føroyum eru nógvar kvinnur arbeiðsleysar og hava verið tað í langa tíð. Tað er soleiðis blivið, at kvinnur ikki skulu rokna við at fáa arbeiði, tí tað er ein sjáldsom hending í Føroyum. Eisini skulu [...] føroyskar væl útbúnar kvinnur í útlondum ikki koma heim, tí her í Føroyum er einki at koma heim til uttan arbeiðsloysi og vánalig livikor. Kvinnuligi arbeiðsmarknaðurin Í heila tikið er tað ringt hjá kvinnum [...] egna lív er í dag at særa sjálvkensluna hjá kvinnum. Hvat er tað fyri nakað, sum verður gjørt móti kvinnum í Føroyum? Er tað ikki júst hetta, at taka ræði frá kvinnum og svína tær niður í sand og øsku