kalla sum eitt sjokk. Eisini hóast vit vistu, hvussu heilsustøða hennara var vorðin. Inga var altíð ein fightari, ein sum kundi bjóða øllum heiminum av og framvegis standa eftir sum vinnarin. Og tí er tað [...] tíð nakað, sum hon gjørdi hálvt. Tá hon var á ítróttavøllinum, so var tað av heilum hjarta. Til arbeiðis var hon heil, sum mamma og kona var hon ikki minni heil, men ikki minst var hon heil sum menniskja [...] gleðiliga øllum, sum vildu hava, men ongan tíð fór eitt einasta petti av henni. Hon var altíð heil. Harafturat var Inga eitt konubrot. At vera kvinna í dagsins samfelag, er kanska ikki altíð so lætt. Umframt
Vinnuhúsinum, tí sum støðan er í dag, eru nógv, ið halda, at føroyska vinnan er studningsfrí. Hetta er eitt ideal, ið ivaleyst hevði verið frálíkt, men soleiðis er støðan nú einaferð ikki, hví so ikki viðganga [...] Tað kann altíð diskuterast, hvussu heppið tað er at leggja Vinnudagin, sama vikuskiftið, sum 10 ára dagin fyri Sjóvinnubankakrakkið 6. oktobur 1992. Hepnari blívir tað ikki, tá man so hoyrir eitt orðaval [...] Asia. Er tað ikki soleiðis fríi marknaðurin riggar? Um koreanarar duga best at byggja skip og gera tað bíligast, so má tað verða har, man byggir skip sambært liberalistunum, og hetta er júst tað, sum Vinnuhúsið
ákoyringar fyri soleiðis at leggja sínar hugsanir alment fram, og hesar ákoyringar tykjast ikki at fáa nakran enda. Men tað løgna í hesum ákærunum er, at tú altíð hevur kensluna av, at tey sum knarra als [...] samgongan hevur eitt loyniligt skjal, sum sigur, at ávísir landsstýrismenn ikki mega hugsa, tá talan er um at gera oppskot til raðfestingar um tiltøk, sum ætlanin er at gera? Innslagið í Degi & Viku frí [...] Oskarssini, sum kundi geva Magna eitt prik við at siga, at vit ikki hava ovurhitaðan búskap. Spell at kreppukórið ikki tordi at seta sama spurning til formannin í búskaparránum Jørn Astrup Hansen, sum hinvegin
ósamdum. Og sum ágrýtin samfelagskjakari hevur hann ikki verið bangin fyri at sett orð á mangt av tí, vanliga fólkið hugsaði, men kanska ikki hevði møguleika fyri at bera fram upp á sama máta sum hann. Í nógvar [...] við og havt áhuga fyri – og tað er ikki so lítið millum ár og dag. Soleiðis kann í stuttum gevast ein lýsing av føðingardagsbarninum, Sverre Midjord, sum 2. apríl fylti 80 ár. Sverre er eitt av hesum fólkunum [...] so tætt knýtt at áhugamálum og arbeiði, ið altíð hevur til endamáls, at fjøldin og – ikki minst – uppvaksandi ættarliðið kann njóta gott av tí. Talan er ikki um at gera vart við seg sjálvan ella at laða
siga, at Skúla Scam er avgjørt nakað, sum skúlabørn fara at blíva fangað av. Eg eri vísur í, at um man tekur ein teldil, sum vísur ein part av Emil í Lønnebergi og ein annan teldil sum vísir Skúla Scam og [...] desember at Skúla Scam-filmurin ikki er til skúlabrúks, so hugsi eg “Ok – so má eitt aldursmark standa á Skúla Scam-filminum” – hvussu kann verturin annars vita at filmurin er ikki til skúlabrúks. Men tá eg [...] spurt meg fyri hjá fólkunum aftanfyri filmin, hvat aldursmark stendur upplýst til filmin, men eg fái ikki svar. Tá ongin hjálp er at heinta til at finna útav hvat aldursmark filmur hevur, so er møguligt
samgongan hevur ikki fingist nógv við nakran familjupolitikk, so tað er eitt av málunum, sum eg ætli mær at arbeiða við. Her hugsi eg um ein aktivan barna-, ungdóms- og familjupolitikk, sum kann verða við [...] Klaksvík: Hetta er fyrstu ferð, at 27 ára gamla Erikka Eltør stillar upp til eitt val, men hóast tað hevur hon góðar vónir. - Einaferð skal jú verða fyrstu ferð, sum hon sigur. - Eg havi altíð havt stóran [...] stóran áhuga fyri politikki, og havi verið við í hvørjum kjaki heima við hús, sigur Erikka, sum eisini altíð hevur havt sínar egnu meiningar viðvíkjandi politisku støðuni her á landi. Kvinnur skyldu at stilla
henni. Tað er so einfalt. Hon hevur sína ráðgeving, og hvør er ráðgevingin? Tað er stovnurin, sum altíð fer at halda, at vit fiska ov nógv. Tískil er væntandi, at útsagnirnar hjá henni og øðrum, sum uttan at [...] okkara fiskiveiði. - Tað er nógv, sum fiskifrøðingar ikki vita, og tað er nógv, sum fiskimenn ikki vita. Men so við og við gerst vitanin – tann fakliga og royndirnar hjá teimum, sum eru á havinum – størri [...] um, at okkara fiskiveiða ikki er burðardygg? Jú, tað er so einfalt. Tey siga tað, tí Havstovan, sum er okkara ráðgevandi stovnur á økinum, sigur tað. Adressan at byrgja upp fyri áganginum á okkara fiskavørur
eri eg ikki so bundin av øðrum. Mást tú hava eitt mál við tíni venjing? Tað er sera týdningarmikið fyri meg, at eg altíð havi eitt mál. Tað er tað, ið fær meg at stríðastfyri tí, eg vil – tað er drívmegin [...] Fimleikafelag sum barn. Eg royndi hondbólt í eina tíð, men tað var ikki rættuliga nakað fyri meg. Eftir tað royndi eg ymisk sløg av fimleiki og fitness, men tað var heldur ikki orduliga nakað fyri meg tá. Tú [...] var tað, eg hevði brúk fyri, fyri at hava meira orku og styrki til at renna. Ryggur og bein fór at gera um seg, og tí valdi eg at skifta til okkurt, ið ikki var líka belastandi fyri bein og rygg. Eg byrjaði
dreingirr, og tað vóru ikki so fáir Yatsi-blokkar, sum vit saman við Dia og beiggja hansara Dánial spældu. Dia hevði sera stóra umsorgan fyri familjuni, og ikki minst fyri tær Dánial, sum manst kenna saknin [...] tankarnir aftur til barnaárini. Myndir, sum kennast so livandi, renna fram fyri meg. Alt tað, sum eg fyri langari tíð síðan hevði gloymt, stendur so klárt fyri mær. Síggi upplivingar og minnist gleðiligar [...] Óla og Elsu. Dia var ikki bert grannin, sum búði sunnanfyri ánna. Hann var eisini ein partur av húsinum sunnanfyri ánna, sum eg og systkin míni altíð høvdu at fara til. Kendist sum ein partur av barnaheiminum
sáran, bæði sum arbeiðsfelaga og sum tann vitugi og rættvísi persónur, tú var, og er saknurin hjá mær persónliga serstakliga svárur, tí tú var mín høgra hond og mítt álit arbeiðsliga. Eg kundi altíð heita á [...] har. Súsanna byrjaði at arbeiða hjá RannTeld í juli 1996, har hon, sum tað álitisfólk, hon var, var okkara høgra hond. Vit kundu altíð fult og heilt líta á, at tað arbeiði, ið hon fekk frá hondini, varð [...] á teg og kundi altíð spyrja, tá okkurt var áfatt. Men saknurin og sorgin hjá tykkum, Jógvan, Jóhanna Elisabeth, Margreta, Torgerð og Bjørg og øll ommubørnini, kann ikki metast við okkara, tí tit hava mist