Ein jarðskjálvti, sum er máldur til 4,5 á Richterskalanum, hevur rakt Norðurnoreg í kvøld. Tað veit Euro-Mediterranean Seismological Centre (EMSC) at siga, og tað var Verdens Gang, sum var fyrst við tíðindunum [...] Meløy kommunu, vísa fyribils mátingar. Verdens Gang skrivar, at ávísin hevur fingið fleiri fráboðanir frá fólki, sum hava merkt jarðskjálvtan í Noregi í kvøld.
Nú ræður tað um hjá spælarunum og teimum kring KÍ liðið at savna seg um næstu stóru og avgerandi uppgávuna í heimligu kappingini. Tað verður sunnudagin klokkan 15 ella um 65 tímar. Tá verður tað toppdystur [...] stig. -Vit ætlaðu okkum at vinna í kvøld. Tá ið tað ikki eydnaðist, so er javnleikur næstbesta úrslitið, og vit rokna framvegis við møguleikanum, at tað fer at eydnast at vinna okkum í europeiskt bólkaspæl [...] liðformannin, og fram ímóti dystarenda var tað um reppið, at Dávid Reynheim eftir horna úr vinstru frá Árna Frederiksberg og við høvdinum sendi bóltin í handara stólpan. Tað reið støðugt um snarið. Gestirnir vóru
eisini hildið í Jútlandi, og í ár er tað í Holstebro. Harumframt verður flaggdagurin markeraður við tiltøkum kring allan ríkisfelagsskapin. Tá almennur flaggdagur er í Danmark, skulu allir statsligir [...] ella hava verið send út frá danska herinum, tilbúgvingini, løgregluni, uttanríkisráðnum og heilsuverkinum eftir avgerð hjá Fólkatinginum, stjórnini ella einum ráðharra. Endamálið er bæði at heiðra tey, sum [...] myndugleikar flagga við splittflaggi av Dannebrog frá bygningum sínum. Hugskotið til flaggdagin kom frá yvirkonstablinum Kim Eg Thygesen, sum hevði verið í Kosovo í 2004 og Afghanistan í 2006. Danska stjórnin
Orsøkin er, at TAKS, sum mennir skipanina, hevur boðað Almanna- og bústaðamálaráðnum frá, at arbeiðið er vorðið bæði dýrari og drúgvari enn upprunaliga mett. Innanhýsis skipanin hjá TAKS er longu tikin [...] vantandi fígging, kann skipanin verða útsett heilt til várið 2028, og tað fer eisini at kosta eyka at seta arbeiðið í gongd aftur. Tað er Barsilsgrunnurin, sum rindar kostnaðin av nýggju kt-skipanini. Sambært [...] d. Tískil er lagt fram lógaruppskot, sum hækkar játtanina til verkætlanina úr 11 upp í 13,5 milliónir krónur. Samstundis verður biðið um at leingja gildistíðina á verkætlanini eitt ár – frá 1. januar 2027
ferðafólk. Hetta er als ikki í lagi. Tað elvir til ótryggleika, tí hvar skulu fólk búgva í teir mánaðirnar, ið tey mugu úr bústaðnum? Skipanin við stutttíðarleigu er vorðin óburðardygg, og tørvur er á heimild [...] at Løgtingið og landsstýrið vilja hjálpa kommununum at loysa henda trupulleika. Tað ber til. Men tað krevur vilja frá landspolitikarunum. [...] kunnu brúkast til fastan bústað, men í løtuni kunnu fólk ikki búgva har fast, tí talan er um stutttíðarleigumál. Hetta er ein stórur trupulleiki, sum landspolitkararnir mugu taka í álvara. Sum borgarstjóri
Landssjúkrahúsið til kanningar. Í Klaksvík varð boðað frá einum lítlum ferðsluóhappi æa Stangarbrúnni, og har varð eisini fleiri ferðir boðað frá bilum, sum stóðu ófantaliga parkeraðir. Vaktleiðarin sigur [...] at fólk hugsa seg ov illa um, tá tey seta bilarnar frá sær – og sera nógvir bilar standa parkeraðir ymsa staðni í Klaksvík, nú Summar Festivalur er. Klokkan hálvgum trý í nátt var ein bilførari tikin [...] tikin fyri narkokoyring. Har var blóðroynd tikin av bilføraranum, og so koyrir tað málið víðari í rættarskipanini.
Tað er ikki nóg greitt, hvussu gjøld fyri læknahjálp til útlendingar verða handfarin í læknavaktini. Tað heldur Jóhannis Joensen, løgtingsmaður, sum tí hevur sett Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinnu [...] kunnu tó vera ymisk alt eftir, hvar viðkomandi er búsitandi, og hvørjar reglur ella millumtjóðaavtalur viðkomandi er fevndur av. Sambært løgtingsmanninum kann tað tí vera trupult hjá einum útlendingi frammanundan [...] møguligar útreiðslur. Við vaksandi ferðavinnu heldur hann, at tað er hóskandi at fáa greiðu á, hvussu skipanin virkar í dag, og um tørvur er á at gera reglurnar og mannagongdirnar greiðari.
boðar frá hernaðarligum atgerðum á sosialu miðlunum, men eg haldi, at hann sendir iranum eini boð, sigur Vance. Sjónbandið varð lagt út á sosiala miðilin Truth Social saman við einum teksti. Tað er gjørt [...] gjørt við vitlíki og vísir tað, sum líkist einum oljureinsiverki og einum skipi, ið verða sprongd í luftina. Álopið sæst úr erva, sum varð tað tikið upp úr einum flogfari ella einari tyrlu. – Oyggin Kharg [...] iranskari oljuútflutning skipað út frá Kharg. Eitt amerikanskt álop á oynna kann tí fáa álvarsligar avleiðingar fyri iranska oljuútflutningin og harvið iranska búskapin. Tað hevði tó ikki verið fyrstu ferð
Hjálpin kemur ov seint Ein týðandi niðurstøða í granskingini er, at skúlar ofta reagera ov seint. Sambært Hamadi greiddu nógvir næmingar frá, at tað gekk sera long tíð, áðrenn skúlin tók fráveruna í álvara [...] millum 12 og 22 ár, sum hava havt sera nógva skúlafráveru, og við 23 fakfólk frá barnagørðum til miðnám. Ein høvuðsniðurstøða er, at fráveran sjáldan snýr seg um, at næmingurin ikki vil í skúla. Heldur snýr [...] tilboð um undirvísing í bólkarúmi ella smærri bólkum. Tað fekk fleiri at møta oftari, men hevði samstundis við sær, at tey vórðu meira avbyrgd frá flokkinum. Hjá summum gjørdi hetta vegin aftur í vanligu
teir fyrstu ellivu. Tað hava teir ikki verið so javnan í summar. At teir vóru tað í dag mundi komast av, at onkrir, sum eru á markinum til at verða leikbannaðir, sótu á beinkinum frá dystarbyrjan í dag [...] einu ferðina kitlaði bólturin handara stólpan eftir innlegg úr høgru. Hjá AB er tað kærkomið, at málverjin Jesper C. Sørensen er tøkur aftur, eftir at hann í fleiri mánaðir hevur verið skaddur. Eftir steðgin [...] og FM favorittur. Nú er NSÍ seks stig frammanfyri KÍ, sum í annaðkvøld fær vitjan av EB/Streymi. Argjamenn vóru ikki komnir til Runavíkar at vera í egnum brotsteigi í vón um, at tað skuldi eydnast at vinna