vóru í grundlógaravhoyri fyrrapartin í dag. Ein 26 ára gamal maður játtaði, at hann hevði ætlanir um at smugla 22,2 kilo av hassji til Grønands, og hin - ein 45 ára gamal maður - játtaði, at hann hevði
Dronan brast umleið ein kilometur frá einari bulgarskari kompressarastøð, sum er partur av einari gassleiðing úr Turkalandi til Ukraina. Sprongistaðið var eisini bert 200 metrar frá einari rumenskari [...] brúkar. Myndugleikarnir hava tó onga orsøk til at halda, at dronan varð send inn í Bulgaria við vilja. Ein talsmaður hjá ukrainska uttanríkismálaráðnum sigur við AFP, at Ukraina er í sambandi við bulgarsku
Í dag er ein stórur dagur hjá hundraðtals føroyskum børnum. Tilsamans 802 børn byrja í 1. flokki kring landið, sambært fyribils hagtølum frá Undirvísingarstýrinum. Størstu tal av 1. floksnæmingum er á [...] frá stórum árgangum við fleiri flokkum til smáar flokkar við fáum næmingum. Fyrsti skúladagurin er ein serligur merkisdagur hjá børnunum, foreldrum og lærarum. Nógv børn fara í skúla fyri fyrstu ferð, og
hava tey selt eitt nú suppu, breyð við føroyskum viðskera og okkurt gott omaná. Eisini hava tey selt ein heilt serligan ís, sum er gjørdur úr mjólk frá garðinum. Ferðavinnan í Eysturkommunu er økt nógv seinastu [...] hevur nevniliga borið til í summar at vitja hugnaligu kafé'ina saman við familju og vinum - og notið ein leskiligan stuttfluttan ís og annað gott frá garðinum. ##med3##
sólarmynrkingin byrjar klokkan 17.56, er størst klokkan 18.54 og endar klokkan 19.50. - Varandi tíð er ein tími og 54 minuttir tilsamans, verður lagt aftrat. Á Facebook-vanganum sigur kommunan, at brillurnar
verður 18 ella fleiri, so eru tveir lærarar í flokkinum ein part av skúladegnum. Tá 18 næmingar eru í flokkinum, eru tveir lærarar í flokkinum ein tíma hvønn dag, restina er lærarin einsamallur við næmingum [...] Samgonguskjalið ásetur, at tvílæraraskipanin skal vera ment. Vit fegnast um hesa áseting og eru vís í, at ein íløga í tveir lærarar í hvønn flokk fer at løna seg aftur fleiri ferðir. Hetta skrivar Jacob Eli S
gjørdi at tað ikki rakk til í minsta lagi ein javnleik. Svøríki vann 35-34. Eftir dystin var Boas á Skipagøtu kosin besti leikarin hjá Føroyum í dystinum. Boas spældi ein framúr dyst í føroyska álopinum og gjørdi [...] HSF skrivar: - U18-menn: Smálutir avgjørdu Hóast Føroyar spældu ein góðan dyst móti Svøríki í dag, so rakk tað ikki heilt og vunnu sviar tepurt 35-34 eftir at teir vóru á odda 17-16 í hálvleikinum. Dysturin
Tann 1. juli búðu 55.505 fólk í Føroyum. Tað eru 643 fólk fleiri enn somu tíð í fjør og svarar til ein fólkavøkstur á 1,2 prosent. Eftir góð tvey ár við lítlum vøkstri er sostatt aftur komin ferð á fól [...] samstundis sum færri eru flutt av landinum. Burðaravlopið var um 20 fólk størri enn árið frammanundan. Ein orsøk er, at 16 fleiri børn vórðu fødd samanborið við undanfarnu tólv mánaðirnar, tá ið føðitalið var [...] fólkatalið minkaði við 35 fólkum. Serliga á Tvøroyri og í Ørðavíkslíð búðu færri fólk enn árið fyri. Ein serlig broyting sæst í Múla. Tvey fólk fluttu hagar í juni, og hetta er sambært Landsfólkayvirlitinum
verður felagssangur, eisini á keiini. Nógvu bátarnir, sum liggja á víkini, eru eisini við til at skapa ein serligan ovastevnudám. Hóast tað mesta fer fram á keiini, kann sigast at tað er lív í allastaðni. Tiltøkini [...] er kabarett, og út á kvøldið verður dansur. Føroyskur dansur verður í Avhaldshúsinum. Hetta er bara ein partur av øllum tí, tú kanst uppliva um vikuskiftið í Nólsoy, og sum skilst er heilt víst okkurt til [...] ber millum annað til, tí flest øll fólk í Nólsoy taka lógvatak saman um at fáa hetta at bera til. Ein rúgva av sjálvbodnum eru í sving alt vikuskiftið, og her er talan um bæði stórar og smáar uppgávur
enn einaferð er útbygdur. Ein stór frityra er keypt, sum hevur munandi størri kapasitet enn tann, ið hevur verið nýtt áður. Hetta fer at stytta um bíðitíðina hjá fólki. Eins og undanfarin ár eru tað royndir [...] upp klokkan 13.00 Hanus Hansen, stjóri í JFK, sigur, at byrjað verður klokkan 13.00 leygardagin, og eins og undanfarin ár verður hildið á, til ikki fleiri fólk eru á økinum. Fiskurin er fyrstafloks toskur