Ferðamaðurin reisti seg spakuliga, fór yvir og bendi seg yvir harvuna. ”Tygum síggja,” segði offiserurin, ”tvey sløg av nálum í ymiskum rúgvum. Allar tær longu nálirnar hava eina stutta undir liðini á sær. Tann [...] rættaravgerðini og tann ómenniskjansliga avrættingin vóru ivaleys. Eingin kundi halda, at tann ferðandi eygleiðarin upp á nakran hátt hevði sjálvgóð áhugamál, tí hin dømdi var honum fremmandur, ikki