Skála, har AB var gestur. AB vann 1-0. Tað ber við sær, at Skála er topplið við 43 stigum, og at AB er næstfremst við 35 stigum. Tað er eitt stig aftur til Víking og tvey stig aftur til NSÍ. AB hevur spælt [...] ngini fram til annan leygardag. Men AB eigur útsettan dyst ímóti FC Suðuroy, og hann verður spældur á Vágseiði sunnudagin 5. september. Um tað tá fer at eydnast AB at vinna fulla úrtøku, so verður frástøðan [...] spælt 20 dystir, og Víkingur og NSÍ hava spælt 21 dystir. Harvið eru stór sannlíkindi fyri, at AB fer at enda á heiðursmerkjaplássi. Hóast Skála tapti í kvøld, so er Skála framvegis topplið við 43 stigum
AB boðar í dag frá, at Jobin Drangastein og Mikkjal T. Hentze verða at síggja á besta liðnum hjá AB komandi kappingarár. Teir eru annars báðir givnir, men hava valt at taka gaggurnar av hillini. AB boðar [...] gamal og uppvaksin í AB. Við sínum 252 dystum fyri besta mansliðið er tekniski miðvallarin við góða spælskilinum tann leikarin, sum í søgu felagsins hevur spælt næstflestar dystir fyri AB. Mikkjal T. Hentze [...] boðar somuleiðis frá, at felagið fer at gera eina avdúking afturat í kvøld. AB skrivar: Fráfallið av lokalum argjamonnum hevur av ymsum ávum verið dekan ov stórt síðstu árini, men í morgun kunnu vit kunngera
hetta verður ein spælari, ið kann mynda besta mansliðið hjá AB komandi árini. Evnini eru í øllum førum eyðsýnd, heldur AB fyri. Í gjár longdi AB sáttmálan við Teit Debess Olsen. Undan honum er greitt at [...] AB hevur gjørt sáttmála við 18 ára gamla Gunnar Reynslág. Hann hevur fingið nakað av spælitíð og nú er líkt til, at hann er komin eitt longur fram í raðfestingini hjá AB. Gunnar Reynslág er ein av teimum [...] og omaná mynduga føðingardagin, so hevur hann longt sáttmálan við AB, so hann er galdandi fram til kappingarársenda 2024, skrivar AB og leggur afturat: - Tað er hann, sum í sínum fyrsta dysti frá byrjan
Tað verða Jónas Stenberg og Neli Heldarskarð, sum koma at standa á odda fyri næstbest liðnum hjá AB. AB skrivar: Í ár hava lokalu argjamenninir, Jónas Stenberg og Neli Heldarskarð, verið venjarar hjá okkara [...] er 35 ára gamal og ein tann størsta AB-legendan, sum er. Við sínum 323 dystum á besta mansliðnum er hann tann, ið hevur spælt flestar dystir fyri besta mansliðið hjá AB. Jónas hevur B3-venjaraprógv og fer [...] hjá U21-liðnum. U21-liðið hjá AB endaði á bronsuplássi í ár og var bert eina tapta brotssparkskapping frá at koma í steypafinaluna. Í summar, tá Betrideildarliðið hjá AB manglaði fólk í venjaratoyminum
Uppleggið átti Sjúrður Henriksen. Minuttin eftir, at AB hevði minkað um munin, sá Dánjal Danielsen hjá AB gula kortið fyri aðru ferð, og so var AB undirmannað. Tveir minuttir undan leikloki var tað Ragnar [...] tá ið AB minkaði um munin til 2-1. Málskjútti var Luca Ørsted Thorstensen. Hetta var triði dysturin hjá 20 ára gamla danska álopsspælaranum, og hetta var fyrsta ferðin, at hann var málskjútti í AB troyggjuni [...] er í toppinum við 37 stigum, og AB er á fjórða plássi við 30 stigum. Um eina viku verður B36 aftur partur av grannauppgerð í Gundadali, tá ið FC Hoyvík verður gestur. AB fær um eina viku vitjan av Víkingi
Tað sær út til, at AB næsta ár aftur verður partur av bestu deildini. Í dag vann AB 5-0 í Streymnesi ímóti EB/Streymi. Hetta var 20. sigurin hja AB í ár, og hetta er aðru ferð í ár, at AB hevur vunnið 5-0 [...] ferðin var eisini ímóti EB/Streymi. Tað var 9. august, tá ið AB vann 5-0 á heimavøllinum inni í Vika á Argjum. Tað eru trý umfør eftir at spæla, og AB er níggju stig og betri málmun frammanfyri B71, sum er einasti [...] einasti avbjóðarin at vinna næstfremsta plássið. Í trimum teimum síðstu umførunum eru dystirnir hjá AB – 07 Vestur (ú), B71 (h) og Skála (ú). At argjamenn fóru at hava øll stigini við sær úr Streymnesi
bólturin á samankomingini, og tá so Heðin Stenberg í AB málinum bjargaði fjórða EB/Streyma sparkinum var tað greitt, at AB fer at halda fram í kappingini. AB hevur einaferð áður verið í hálvfinaluni í stey [...] 69) 1-2 AB missir í uppspælinum. Hans Pauli Samuelsen spælir fram til Ara Ó. Ellingsgaard, sum smekkar til, men Heðin Stenberg bjargar. AB leggur øgiliga nógv fyri í álopspartinum. 68) 1-2 Tað er AB, sum [...] løtuna eftir steðgin, tá ið AB hevði minkað um munin. AB er leikliga omaná. Nú fór Arnar Dam av vøllinum, og inn á EB/Streyma miðvøllin verður settur Rói H. Olsen. Bárður Olsen á AB miðvøllinum og Rói H. Olsen
dystinum millum AB og ÍF. 2) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við tvímálsskjúttan hjá AB, Bjarka Nielsen ið fegnast um, at longu nú gongur betri hjá AB at finna málið enn tað gjørdi í fjør tá AB bert fekk [...] AB kom veruliga í gongd við einum 2-1 heimasigri á ÍF úti í Vika á Argjum. Ósigurin sendi samstundis ÍF á aftasta plássið í Betrideildini. AB-ÍF 2-1 (0-0) 1-0 Bjarki Nielsen (62.) 2-0 Bjarki Nielsen (82
hevur verið liðformaður hjá AB tað mesta av kappingarárinum í ár. AB hevði ætlað sær at bøta um stigametið í 1. deild, sum var 64 stig, men tað kiksaði við tapinum í Klaksvík. AB endaði kappingarárið við [...] 1. deildarvinnararnir, AB høvdu leikbann og skaðar, og tí var stillað við rættiliga nógvum eykaleikarum til seinasta dystin hjá AB, sum var á útivølli ímóti KÍ. Eitt ógvuliga motiverað KÍ-lið vann 2-0 [...] í næstbestu deildini. Innkomin sms-boð til sendingina "Triði Hálvleikur" á Rás2 róðu uppundir, at AB gjørdi ein "EB/Streym 2011" ímóti B68 við ikki at stilla við einum sterkari liði, men hesum vísir málverjin
AB og B36 spældu í gjár umstríddan 1-1 javnleik í 9. umfari í Effo-deildini. Dysturin fekk ein dramatiska enda, tá AB fekk brotsspark langt inni í yviríðini. Til ber at síggja samrøðuna við at trýsta á [...] málverji hjá AB, var komin framvið og setti høvdið á bóltin, tá dómarin bríkslaði fyri brotssparki. Málverjin er ikki í iva um, at talan er um brotsspark. Les eisini: Samandráttur B36-AB 1-1 Talan var [...] legði fimm minuttir afturat, og í tí tíðini fekk AB brotssparkið, sum B36 spælararnir als ikki vóru nøgdir við. Jógvan Skeel Nolsøe umsetti til mál. B36-AB 1-1 (0-0) 1-0: Hans Pauli Samuelsen 56. 1-1: Jógvan