búðu 48 fólk í Fugloy – 18 í Hattarvík og 30 á Kirkju. Men tveir mánaðir seinni vóru 58 akfør skrásett í oynni. Tað svarar til 1,21 akfar fyri hvønn íbúgva. Fugloy er sostatt einasta oyggin í uppgerðini [...] akfør vóru skrásett í Føroyum 1. september 2026. Av teimum vóru 28.562 persónbilar. Tá ið akførstølini verða samanborin við nýggjasta hóskandi fólkatalið hjá Hagstovuni, er Fugloy í einum flokki fyri seg [...] , har talið av skrásettum akførum er størri enn fólkatalið. Ikki 58 vanligir bilar Øll tey 58 akførini eru kortini ikki vanligir persónbilar. Akstovan skrásetir fleiri sløg av akførum. Í Fugloy eru 32
vísir á, at næmingatalið í Skúlanum á Trøðni veksur, samstundis sum fleiri kommunur hava serflokkar í fólkaskúlanum. Bíðilistin eftir útgreining av børnum og ungum er eisini vaksin. Í fyrispurninginum verður [...] fimm árum síðani, og um nakað úrslit sæst av møguligum vøkstri í útreiðslunum. Harumframt verður spurt, hvussu nógv starvsfólk, roknað í ársverkum, arbeiða í serskúlatilboðum nú samanborið við fyri fimm [...] hava greiðu á, hvussu nógv børn ganga í skúla eftir serskúlaskipan, og hvussu nógv økið kostar landi og kommunum. Hon hevur sett Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í mentamálum, ein skrivligan fyrispurning
fólk eru dripin í einari røð av álopum í Miðeystri seinastu dagarnar. AFP-tíðindastovan veit frá einum shipping-felag at siga, at tvey fólk vórðu dripin í einum álopi á eitt oljutangaskip í Hormussundinum [...] Iran hevur áður lopið á skip í sundinum, men í løtuni er ikki greitt, um Iran hevði ábyrgdina av hesum álopinum eisini. Sambært iranskum myndugleikum vórðu 11 fólk dripin í amerikanskum álopum seint týsdagin [...] ella mikunáttina. - Haraftrat lótu fýra fólk lív, tá lopið var á eina brúðarveitslu har suðuri í landinum í vikuni, veit iranska kollveltingarhirðin at siga.
Fleiri fólk eru dripin, og mong eru særd í russiskum álopum á Ukraina seinasta samdøgnið, siga myndugleikarnir í Ukraina í dag. Sagt verður, at eingin av teimum seks russisku rakettunum, sum vórðu sendar [...] Slovjansk, og 15 vórðu særd í Donetsk-regiónini har eysturi í landinum. Lagt veðrur aftrat, at í Kherson-regiónini har suðuri í Ukraina vórðu tvey fólk dripin, og 24 vórðu særd. Tað er norska kringvarpið - NRK [...] eitt barn. Í Zaporizjzja-regiónini vórðu trý fólk dripin og fýra løstað, og í Kharkiv-regiónini vórðu tvey fólk dripin og sjey løstað. ##med2## Haraftrat beindu russisku álopini fyri einum fólki í Slovjansk
fleiri álop á mál í Ukraina á tjóðardegi landsins - ársdegnum, tá Ukraina gjørdist leyst av Sovjetsamveldinum í 1991. Álopini komu samstundis, sum fleiri evropeiskir leiðarar vóru á vitjan í ukrainska høv [...] høvuðsstaðnum, Kyiv í samband við tjóðardagin. Í næst størsta býi landsins, Kharkiv, lótu í minsta lagi trý fólk lív, og fleiri vórðu særd, veit guvernørurin í økinum at siga. Russiski herurin sigur seg eisini [...] lopið á eina havn, sum verður brúkt av ukrainska herinum. Á hinari síðuni sigur Ukraina seg hava lopið á russisk skip í Svartahavinum, umframt at landð hevur lopið á mál í Russlandi. Tað er norska kringvarpið
fólk – ella 13 prosent – fleiri enn í juli í fjør. Hesin bólkurin telur nú knapt átta prosent av øllum starvsfólkum í Føroyum og eigur størra partin av samlaða vøkstrinum í starvsfólkatalinum. Størsti bólkurin [...] 15.000 kvinnur vóru í starvsfólkaskaranum í juli. Talið av monnum vaks við knapt 400, meðan góðar 100 kvinnur løgdust afturat. Uttan bústaðartilknýti eiga størra partin av vøkstrinum Í juli vóru 2.343 starvsfólk [...] svarar til góð 30 prosent av øllum í hesum bólkinum. Tríggir fjórðingar av teimum arbeiddu við matvøruframleiðslu. Av hesum arbeiddu 270 við virking av botnfiski. Gistingar- og matstovuvinnan hevði 320 starvsfólk
fekk klipp í koyrikortið, tí eitt barn í bilinum ikki var spent fast. Ein annar varð skrivaður fyri at brúka fartelefon undir koyring, sum eisini gevur klipp í koyrikortið. Eitt prutl varð tikið av løgregluni
eina uppgerð í kriminella umhvørvinum. Enn er ógreitt, hvat hevur elvt til tilburðin, og um talan er um eitt lokalt stríð. Skottilburðurin fór fram í bústaðarøkinum Agervang í sunnara parti av Holbæk. Økið [...] Økið, sum áður hevur skift navn til Grønneparken, er í høvuðsheitum sett saman av fimm hæddir høgum íbúðarbygningum. Bústaðarøkið varð í 2022 tikið av danska listanum yvir sokallað parallelsamfeløg, áður [...] teimum fyribils upplýsingunum fóru tey av staðnum í einum hvítum bili. Løgreglan heitir á fólk, sum hava upplýsingar um málið, ella sum hava sæð fólk ella akfør fara av staðnum, um at ringja 114. RITZAU ##med2##
gongubreyt í Miðalsbrekku. Í hesum umfari verður gongubreyt gjørd frá ovasta parti av Hornavegi og yvir til brúnna, har Neslíð og Bjargalíð møtast. Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu. - Í fjør fór kommunan [...] Miðalsbrekku um fýra ár. Í Vestmanna kommunu vísa tey á, at fyrsta húsið í Miðalsbrekku varð liðugt bygt í 1980, og síðan tá er býlingurin vaksin nógv. - Í dag eru umleið 90 sethús her, umframt aðrir bygningar [...] na í Miðalsbrekku. Tá varð gongubreyt løgd frá niðasta parti av Hornavegi og til barnagarðin Gjáarlon. Ætlanin er at gera eina nýggja gongubreyt á hvørjum ári, so komið verður runt á øllum vegum í Miðalsbrekku
kortini úr at gera í gjár. Millum klokkan 9 og 13 var ferðsluløgreglan á patrulju í Havn, Norðurstreymoy og Runavík. Fýra mál vórðu skrivað fyri ov nógva ferð. Trý av málunum geva klipp í koyrikortið. Tveir [...] frádøming av koyrikortinum. Í Havn varð ein bilførari tikin fyri at koyra ímóti ferðslurætninginum. Løgreglan skrivaði eisini mál, tí eitt barn ikki sat íbundið í bilinum. Tað gevur klipp í koyrikortið [...] vórðu tveir bilførarar tiknir fyri at tosa í handhildnari fartelefon undir koyring. Tað gevur eisini klipp. Trý klipp innan trý ár hava við sær treytaða frádøming av koyrikortinum. Eitt klipp fellur burtur